Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 11. september 2009 43 lýsingar Ert tú tann føddi leiðarin, sum dugir at fáa fólk at arbeiða væl saman? Dugir tú at fáa fólk at skapa úrslit? So er eitt spennandi starv sum leiðari á Tryggingardeildini leyst at søkja. Tryggingardeildin umsitur vanligan arbeiðsloysisstuðul, fiskavirkisskipanina, arbeiðs- loysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi, flyting millum A-kassar, farloyvisskipanina og Barsilsskipanina. Høvuðsuppgávan hjá deildar- leiðaranum verður at leiða og skipa dagliga arbeiðið á deildini. Saman við stjóranum og deildarleiðaranum á Ávísingardeildini og Fíggjar- & Fyrisitingardeildini myndar deildarleiðarin á Tryggingar- deildini leiðsluna á ALS. Leiðarin á Tryggingardeildini umboðar ALS í norðurlendskum samstarvi, og tí skalt tú rokna við nakað av ferðing. Starvið er fjølbroytt við nógvum avbjóðingum, og tí krevst, at deildarleiðarin hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir. Fyrimunur er, um deildarleiðarin er útbúgvin løgfrøðingur, hevur góðan kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðin og innlit í samfelagsviðurskifti annars. Vit leggja dent á tíni leiðara- og samstarvsevni. Tú hevur evnini at stíla fyri og samskipa. Tú varðveitir yvirlitið, hóast nógv hendir samstundis, samskifti er tín sterka síða, og tú dugir væl at stuðla og motivera. Lønin verður sambært avtalu, og starvið verður sett skjótast til ber. Síðsta freist at søkja starvið er tann 14. sept. 2009 kl. 12.00. Umsóknir skulu stílast til Ernst Jacobsen, stjóra á ALS, sum fegin sigur tær meira um starvið á telefon 34 95 50 ella teldupost ernst@als.fo. ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðs- leysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 16 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Arbeiðsloysisskipanin • Postsmoga 3022 FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 als@als.fo • www.als.fo Leiðari til Tryggingardeildina hjá ALS Eitt nýtt stig á starvsleiðini sansir.fo BYGMA BALSLEV SØKIR... leiðara til Byggibúðina. Byggibúðin hjá Bygma Balslev, ið er tann elsta í landinum, er nýliga ístandsett og dagførd, so tað er ein nýmótans handil, ið tú kemur at verða leiðari fyri. Tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Byggibúðini, og ein munandi partur av arbeiðinum verður at motivera starvsfólki, og geva íblástur soleiðis at Bygma Balslev heldur fast um leiðandi leiklutin á marknaðinum. Harumframt fært tú eisini ábyrgdina fyri marknaðar- føringini av Bygma Balslev. Tú mást vænta ymsar arbeiðstíðir og nakrar langar dagar av og á, og vit vænta at tú, við ágrýtni og góðum keyp- mansskapi, tryggjar framhaldandi framgongd. Best er um tú hevur hóskandi leiðsluroyndir/útbúgving, og er stinn/ur í teldunýtslu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Lønin verður ásett eftir avtalu. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinastalagi 28. september. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Bent á Lava - bent@balslev.fo Bygma Balslev • Vegurin Langi • 188 Hoyvík • tlf. 345000 • www.balslev.fo