fríggjadagur 11. september 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2009
45
lýsingar
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Kunningarfólk við løttum og skjótum
penni til kunningardeildina á Landsverki
Arbeiðsuppgávur
Í tøttum samstarvi við kunningar
ráðgevan og stjóran fevnir starvið í
høvuðsheitum um at skapa opin leika
og vitan um dagliga virksemið hjá
Landsverki og soleiðis tryggja, at fólk
fáa møguleikan at fylgja við og
samstundis fáa eina greiða mynd av
stovninum. Tú kemur at arbeiða fyri
einum konstruktivum samstarvi við
fjølmiðlarnar og skalt tryggja, at
Lands verk altíð er til reiðar at veita
fjølmiðlunum tær upplýsingar og tað
tilfar, ið teimum tørvar.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um
skriviuppgávur, til dømis uttan og
innanhýsis kunningarskriv. Eisini
kundu vit hugsa okkum, at tú í tøtt
um samstarvi við kunningar ráðgevan
verður við í menningini av innan og
uttanhýsis heima síðuni hjá okkum.
Talan er um eitt starv við spenn andi
avbjóðingum, har tú hevur góðar
møgu leikar fyri persónligari og
fakligari menning.
Tú vísir beinleiðis til stjóran.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin journalistur ella hevur
líknandi útbúgving. Starvsroyndir frá
útvarpi, sjónvarpi ella tíðindablaði er
ein fyrimunur.
Undir øllum umstøðum er pennurin
hjá tær bæði lættur og skjótur.
Harafturat hevur tú eitt gott hug flog
og dugir at fanga ta áhuga verdu
søguna.
Vit vænta, at tú ert arbeiðssamur,
hevur góð samstarvsevni, dugir at
arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og
ábyrgdafult, og at tú ert til reiðar at
royna nýggjar avbjóðingar. Góður
KTkunnleiki er ein treyt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru
sam bært sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Talan er um eitt hálv tíðarstarv.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívs gongd
ar lýsing (cv) verður send til lv@lv.fo
ella:
Landsverk,
Postsmoga 78,
FO110 Tórshavn,
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 18. september 2009 kl. 12.00.
Merk umsóknina „Umsókn til
kunningar deildina.“ Vinarliga
viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur
sæð starvs lýsingina. Fleiri upp
lýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Oyvind Brimnes,
stjóra, á tel. 540 801 ella ob@lv.fo
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Landsverk søkir eftir kunningarfólki at byrja skjótast gjørligt.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Meginskrivstovan
KT-fólk til Nærverkið
Tú kemur i samband við nógv fólk og
arbeiðsdagurin hjá tær verður fjølbroytt
ur. Tú fær stóra ávirkan á egnan arbeiðs
dag og sleppur at brúka og menna teg
fakliga.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú
spurningar til starvið, kanst tú seta teg í
samband við Jacob Horn Nielsen á
telefon 761002 ella við at senda teldu
post til jacobn@naerverk.fo.
Umsókn við avriti av viðkomandi
prógvum skal sendast til:
Nærverkið
Stílað: Jacob Horn Nielsen
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
naerverk@naerverk.fo
Umsóknarfreist: 2. oktober 2009.
Les alla lýsingina á heimasíðu okkara www.naerverk.fo / leys størv
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar
fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd
og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu
leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Kundi tú hugsað tær eitt avbjóðandi KT-starv í eini fyritøku í stórari menning?
miðlahúsið í Vágsbotni
Fyrilestur í Miðlahúsinum um
Mass andrias Winther
Við tað at Tórshavnar kommuna fyllir 100
ár, hevur nevnd felagsins gjørt av, at hava
fyrilestur um fyrsta býráðsformannin í Havn,
Mass Andrias Winther (1871-1923)
Mass Andrias Winther og Jóhan Hendrik
Poulsen vóru teir í skipaðu fyri fyrsta fólka-
fundinum í Føroyum, hetta var 14.05.1894.
Hann kom uppí politik, og saman við øðrum
íbirti hann í 1903, fyrsta veljarafelagið í
Føroyum, Føroya Framburðsfelag.
Tá ið nýggja býráðslógin kom í gildi í 1908,
var M. A. Winther valdur á listanum hjá
hesum sama felag og gjørdist hann soleiðis
fyrsti býráðsformaður í Havn.
Tað verður Ólavur Clementsen sum fer at
hava fyrilestur um Mass Andrias Winther
í Miðlahúsinum í Havn, leygardagin 12.
september kl.16.00.
Í nevndini í Ættarbandinum eru:
Maria Jacobsen, Glyvrar, formaður
Elin Midjord, Tórshavn, næstformaður
Jóna Lindenskov, Tórshavn, skrivari
Katrin Mørkøre, Eiði, kassameistari
Andras Joensen, Tórshavn, nevndarlimur
Ættarbandið er eitt felag fyri ættargranskarar. Á hvørjum ári
hevur felagið havt almennar fundir um ávísar søguligar persónar.
Leygardagin 12. september kl. 16.00
Haldið Sosialin!
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Tekna teg sum haldara nú fyri einans
495,- um ársfjórðingin
Sparið 560,- í mun til leysasølu!
Send lepan til: