Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Nr. 174 - 14. september 2009 Í gjárkvøldið tóku nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum stig til eina stuðulskonsert til frama fyri Hans Jacob Garðalíð, kokki. – Tað var ein ótrúli- ga rørandi løta. Minti mestu um kensluna eg hevði, tá eg bleiv pápi, sigur takksa- mi kokkurin, Hans Jacob Garðalíð Reinsaríið var í gjárkvøldið karmur um stuðulskonser­ tina undir heitinum CHEF AID. Tónleikararnir, ið fram­ førdu við Múrin, nýttu hend an háttin, at vísa Hans Jacob Garðalíð, kokki, at teir vóru sera takksamir fyri tænast u na handan pallin við Mú r in. Eftir tað gjørdist greitt, at festivalurin við Múrin var farin av knóranum, gjørd­ ist tað eisini greitt, at Hans Jacob Garðalíð úr egnum lumma hevur givið føroysku tón leikarunum mat og drekka fyri áleið 100.000 krón ur. Hans Jacob Garðalíð var alment frammi, og greiddi miðlunum frá, at sann­ líkindi fyri, at hesin smeit­ ur in fór at taka lívið av fyri tøku sínari, vóru sera stór. Og tað var hendan út sagn in sum gjørdi, at før­ oysku tónleikararnir skjótt stáplaðu eina stuðuls­ konsert á beinini. ­ Eg havi sjáldan í lívinum ver ið so rørdur sum eg var í gjár, sigur Hans Jacob Garða líð, ið kendi seg væl mót tikn an í Reinsarínum í gjár kvøldið. Niels Arge Gálan, for sang­ ar in í bólkinum 200, er ein av stigtakarunum til CHEF AID. ­ Maturin í »backstage« hølu num við Múrin, var ein upp liv ing í sær sjálvum. Og tað var ein uppliving, sum bert tónleikararnir fingu, og tí vilja vit við hesum vísa Hans Jacob Garðalíð, at hann var við til at ríka um okkara festivaluppliving, sig ur Niels Arge Galán. 20.000 krónur til kokkin CHEF AID konsertin vardi í um leið tríggjar tímar, og í alt vitjaðu umleið 100 fólk í Reinsar ínum í gjárkvøldið. Hetta merkir, at tón­ leikar ar nir hava megnað at savna 20.000 krónur inn til endamálið, men enn er mál­ ið kortini ikki rokkið. ­ Vit vildu náa 100.000 krón ur, og tí eru vit enn ikki til reiðar, at lata málið liggja, siga tónleikararnir. Tónleikararnir hava tik ið støðu til, at hava banka­ kontina opnað í øllum førum í dag aftrat, soleið­ is at privatpersónar og fyritøkur kunnu fáa møgu­ leik an til at stuðla Hans Jacob Garðalíð. Í morgunsendingini á Rás2 týsmorgunin, vitja Hans Jacob Garðalíð og Niels Arge Galán í rása rúm­ inum, og har verður meira at frætta um CHEF AID, og innsavningina til Hans Jacob Garðalíð. CHEF AID – ein rørandi løta