Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 175 - 15. september 2009 Tað var í øgiliga av markaðan mun, at fólkaatkvøðan í 1946 fekk pláss í Runavík í gjár, tá atkvøðan fyri 63 árum síðan varð hátíðarhildin av Tjóðveldi og Magna Laksáfoss við eini hólmgongu Hólmgonga Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Danir vilja okkum ikki nakað gott. Teir vilja bara geva okkum blokk, so vit gera, sum teir siga, og høvdu vit altíð gjørt tað, so vóru bara nakrir fáir grús- vegir í Føroyum. Ein av eldru tjóð veldis- monnunum hevur havt orðið. - Tað er ein rúgva av mýt- um í føroyskari søgu. Magni Laksáfoss hevur funnið fressin. - Eg havi roynt at skriva eina Ph.D ritgerð um føroyskan búskap í trý ár, sum eg ikki eri liðugur við enn, men har kann millum annað staðfestast, at tað vóru ikki vóru føroyingar, sum vildu av við eina hand- ilin og at menningin av fiskivinnuni langt síðan var byrjað. Tað vóru heldur ikki føroyingar, sum settu peng- ar í Føroya Banka, smíltist sambandsmaðurin og bú - skaparfrøðingurin ramliga við einum skálkasmílið. Blandað fjøld Úr stóli nummar 14 í rað »E« í Løkshøll í Runavík hevði yvirritaði sett seg fyri at uppliva Høgna Hoydal og Magna Laksáfoss í hólmgongu. Ímillum hesar sat Øssur Wintereig, sum skuldi halda stýr á sam- bandsmanninum, ið so ofta er gingin ímóti sínum egnu og tjóðveldisformanninum. Nærmast sambands- mann inum og tjóðveldis- manninum. Í rað »A«, sum er beint frammanfyri »B« og »C« í nýggju Løkshøll, sat toppurin í Tjóðveldi. Mest við tilkomnum fólki, men eisini við nøkrum ung- um fólkum, sum veruliga trúgva, at einar frælsar Føroyar kunnu klára seg. Helst ein fimmhundr- anda partur av Føroya fólki staddur til hetta hátíðarhald fyri, at ein meiriluti av fáu fólkunum, sum vóru til fólkaatkvøðu fyri 63 árum síðan, ynsktu loysing. Onkrir studentaskúla- næmingar av Kambsdali, vóru eisini drignir til Runa- víkar fyri at síggja politik- ararnar, sum vanliga bert síggjast í sjónvarpi og í Havnargøtum. Og umframt hesi vóru kanska eini átta fólk, sum hava livað nóg nógv heyst at minnast fólkaatkvøðuna í 1946. Men fólkaatkvøðan fylti lítið. Øgiliga lítið. Ikki tíð til vælferð Á skránni vóru upprunaliga fýra evni. Ideologi, búskap- ur, vælferðar tænastur og ríkisrættarlig støða. Men vælferðartænasturnar vóru seinni tiknar av skránni, tí tíð var ikki til hesar. Hetta helt onkur vera sera rámandi fyri samfelagið. Og í hesum teksti er ikki rúm fyri ideo- logiska partinum, tí hann er lítið broyttur. Hinvegin er rúm fyri pørt unum um búskap og ríkis rættarliga støðu, tí hesar hevur fólkaatkvøðan havt ávirkan á. Mýtur um danir Tá Magni Laksáfoss var sloppin at tosa um mýtur, so vildi Høgni Hoydal eisini sleppa framat, eftir at sam- bandsmaðurin hevði funnist at vantandi viljanum hjá Tjóðveldi at nýta amboð. - Óansæð hvat ein tjóð- veldismaður ætlar sær, so vil hann ikki nýta amboðini, sum eru lættast at koma til. Bara tað stendur DK uppiá nøkrum, so vil ongin tjóð- veldis maður røra tað hetta skaðar Føroyar, metti Magni Laksáfoss. Hetta helt Høgni Hoydal lítið um, hóast hann smílt- ist. - Eg havi onki ímóti døn- um. Eg eri føddur har og eri praktiskt sæð dani. Eg haldi bara, at vit ikki skulu av - marka okkum bara til Dan- mark, helt Høgni Hoydal. Blokkur á breddan Búskapur fekk eisini eitt sindur av plássi í Løkshøll. - Tjóðveldisfólk hava fing ið ríkisveitingina upp á hjernan. Tey hugsa meira um hana enn Marjus Dam, helt Magni Laksáfoss, áðr- enn tað varð svarað aftur, at eisini Helgi Abrahamsen hevur sínar hugsanir um ríkisveitingina. Magni Laksáfoss helt fram og metti, at ein blokk- urin kann nýtast bæði væl og illa. Og at hátturin, sum ofta hevur verið nýttur í Før oyum hevur verið skaði- ligur. - Men kunnu vit so siga, at vit bara skulu hava meira blokk og so verður alt gott. Vit kunnu bara hyggja at Grønlandi, bæði spurdi og svaraði Høgni Hoydal. - Tú kanst ikki samanbera lond. Vit kundu eisini gjørt sum Ísland, helt Magni Laksáfoss fyri, og fekk fleiri lógvabrestir enn for- maðurin hjá teimum flestu í hølunum hevði fingið á kvøldinum. Fá orð um atkvøðu Bert einaferð var sjálv fólkaatkvøðan nevnd. Tað var tá ein eldri tjóðveldis- maður helt fyri, at yvirlivdi Hitler ein mánað afturat, so vóru Føroyar leysar av dønum. Hetta er sami maður, sum til ein fund á Eiði greiddi Edmundi Joensen frá, at hønurnar vurpu, neytini mjólkaðu og kvinnurnar heldur ikki vóru blivnar ljótari 15. septembur 1946, tá ein evarska lítil meiriluti av teimum fáu, sum vóru á vali valdu loysingina. Fjúrtandi september uttan fólkaatkvøðu Høgni Hoydal, tjóðveldistingmaður, og Magni Laksáfoss, sambandstingmaður, vóru í hólmgongu, tá 14. septembur varð hátíðarhildin Ísland viðgerast skjótt Fíggjarmálaráðharrin í Luksenburg, Jean-Claude Juncker, heldur, at ES eigur at geva íslendsku umsóknini um limaskap í samveldinum skjóta viðgerð. Juncker er formaður í Eurogroup, sum umfatar fíggjarmála ráðharrarnar í evrulondunum. Í gjár var hann í Stockholm vog tosaði við Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, og tað var aftan á ein fund teirra millum, at hann helt fyri, at ES eigur at skunda sær við teirri íslendsku umsóknini. Svøríki hevur í løtuni formansskapin í ES, men enn hevur Fredrik Reinfeldt ikki grett orð um, at tann íslendska umsóknin hevur serligan skund, skrivar Vísir. Afturval í Noregi Tann reyð-grøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra vann ein tepran sigur á stórtingsvalinum í gjár og heldur fram. Teir tríggir stjórnarflokkarnir fingu 86 av teimum 169 limunum í Stórtinginum, og hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein norsk stjórn er afturvald. Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði eitt gott val. Flokkurin fekk tríggjar tinglimir afturat og hevur nú 64. SV misti fýra av sínum 15 umboðum, meðan Miðflokkurin varðveitti síni 11. Tann stóri taparin í gjár var Vinstri. Flokkurin misti átta tinglimir og hevur bara tveir eftir, og tað fekk alt fyri eitt formannin, Lars Sponheim, at siga seg frá.