Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 175 - 15. september 2009 lýsingar Dansiskeið Nú byrja dansiskeiðini aftur, og bólkarnir eru hesir: Týskvøld – Bólkur 1: Linedansur kl. 18.30 til 20.00 Dansileiðari: sarita Funn Kostnaður kr. 600,- fyri 20 kvøld Mikukvøld – Bólkur 2: Fólkadansur fyri nýbyrjarar kl. 20.30 til kl 22.00 Dansileiðarar: Marna skylv sørensen og erling Jørgensen Kostnaður Kr. 700,- fyri 20 kvøld Týskvøld – Bólkur 3: Fólkadansur fyri vand, hava dansað í fleiri ár kl. 20.00 til kl. 22.00 Dansileiðarar: Matilda og Tom fyrru vetrarhálvu Ruth og Jógvan Martin Mørk seinnu vetrarhálvu Kostnaður Kr. 700,- fyri 20 kvøld Tilmelding til bólk 1, 2 og 3 á tlf. 313788 ella til dansifroi@olivant.fo Bólkararnir 1, 2 og 3 dansa í Róðrarneystinum á Argjum Týskvøld – Bólkur 4: Argentinskur tango kl. 19.00 til kl. 20.30 Dansileiðarar: anne Lise og Mads andreas Winther Tilmelding á tlf. 315310 ella alwinther@hotmail.com Kostnaður Kr. 700,- fyri 20 kvøld Týskvøld – Bólkur 5: Fólkadansur við livandi tónleiki Blandað hold kl. 20.30 til kl. 22.00 Dansileiðari: sharon Weiss Tilmelding á tlf. 314815/217119 ella sharon.weiss@skulin.fo Kostnaður Kr. 700,- fyri 20 kvøld Bólkarnir 4 og 5 dansa í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum Dansiskeiðið byrjar týskvøldið 22. sep. 2009 til mars 2010 Gjaldast skal áðrenn skeiðið byrjar við at flyta peningin til 9181-490.927.7 ella 6460-405.331.3 Áhugaði verða biðin um at tekna seg sum skjótast Størv til Dagstovnin í Gøtu Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 01. oktober 2009 ella skjótast gjørligt. 1 námsfrøðing til barnagarðsstovuna "á Helluni", 20 tímar um vikuna. Talan er um farloyvisstarv frá 01.10.2009. til 31.07.2010. 1 námsfrøðing til barnagarðsstovuna "í Gjónni" á 26 tímar um vikuna. 1 Starv sum stuðul, á 30 tímar um vikuna, til barn við serligum tørvi. Talan er um farloyvisstarv frá 01.10.2009 til 30.09.2010. Fyrimunur er um umsøkjarin hevur koyrikort og bil. Um stovnin: Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000, og er ásettur til 70 børn. Talan er um 3 barnagarðsstovur og 1 smábarnastovu. Stovnurin liggur í barnavinarligum umhvørvi, við Gøtu- gjógv. Førleikakrøv: • Námsfrøðiliga útbúgving. • Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálpar- fólk fyribils sett ístaðin. Vit ynskja av tær: • at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroytt- an og tryggan gerandisdag. • at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið. • at tú, undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á dagstovninum. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barnið • at ferðast nógv í náttúruni. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í hendi í seinasta fríggjadagin 25.09.2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Martu Thomsen, stovnsleiðara, á telefon 73 00 51. Sethúsini Sjúrðargøta 22, Norðragøta, verða við hesum lýst til leigu ella sølu, um hóskandi boð fæst. Nærri fæst at vita um ognina á www.123hjemmeside.dk/sjurdargota22 Skeiðið byrjar: 23. sept. kl. 19.00 til lastbil, buss og trailara til lastbil, buss og trailara