mikudagur 16. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 176 - 16. september 2009
Hvalbingar fóru í
gjár út í Lítlu Dímun
í klipping, men av
tí at raksturin gekst
heldur illa, og veðrið
øtlaði móti kvøldi,
gjørdu teir av at liggja
nátt í oynni
KLIPPING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur ikki atlíð verið
so tespiligt hjá hvalbingum
at noyðast at liggja nátt úti í
Lítlu Dímun, tá veðrið
hevur spælt teimum eitt
puss. Men í dag er øðrvísi.
- Teir lógu eina ótespiliga
nátt í oynni í 1988. Tá
høvdu teir bara hellið at
kroka í, og teir vóru einki
serliga væl fyri eftir eina
harðbælna nátt. Men nú eru
umstøðurnar
so
nógv
broyttar, at menn mest sum
kappast um at vera eftir, vil
illa til við veðrinum, sigur
Óli Jensen úr Hvalba, sum
er formaður í nevndini fyri
Lítlu Dímun.
Teir fóru út í oynna
gjáramorgunin at reka.
- Vit eru vanliga bara
tvær ferðir á fjalli í Lítlu
Dímun um árið. Einaferð
um várið í royting og eina-
ferð um heystið í klipping.
Tað, sum vit eru í oynni
umframt tað, er til arbeiðis.
Eitt nú at stika ella líknandi,
sigur Óli Jensen.
Eftir ótespiligu náttina í
1988 hava hvalbingar fingið
bygt hús í oynni, og eftir-
hondini eru tey fullfíggjað.
Tað eru nøkur ár síðani,
at seinasta hondin varð løgd
á hesi húsini. Tá vórðu tey
bjálvað og klødd innan, so
at tey nú eru í fínasta standi,
sigur Óli Jensen.
Tað eru tvey hús í oynni í
dag, eitt sunnan fyri, sum
verður nýtt, tá menn eru í
Lítlu Dímun og fleyga
lunda, og hitt er norðan fyri,
har sum rættin í oynni er.
- Húsið sunnan fyri er eitt
hús til einar tíggju mans,
meðan húsið norðan fyri er
størri. Í fjør lógu vit 22 mans
eftir í oynni, og tað gekk.
Annars er húsið roknað til
einar 20 mans, so tað hevur
verið heilt rúmligt í ár, nú
vit lógu 12 mans eftir í nátt,
sigur Óli Jensen.
Líða onga neyð
Formaðurin
fyri
oynna
sigur, at hevði tað ikki
gingið so strilti at rikið,
høvdu teir uttan iva nátt at
fingið allan seyðin av
oynni, meðan kyrt var.
- Høvdu vit havt tann
hálvan annan tíman, sum
raksturin tók longri enn
væntað, so høvdu vit nátt at
fingið teir seinastu gott 80
seyðirnar av oynni, áðrenn
hann øtlaði veðrið. Men um
seks-tíðina var blivið so
ókyrt, at vit góvust at
skjútsa seyðin umborð á
Jóhannu, sigur Óli Jensen.
Tá høvdu teir fingið 104
av teimum tilsamans 192
seyðunum av oynni.
- Vit gjørdu so av at liggja
nátt her í Lítlu Dímun, og
tað var eingin trupulleiki at
fáa 12 mans at verða eftir
her úti, sigur Óli Jensen, tá
vit tosaðu út í oynna stutt
fyri miðdag í dag.
Umstøðurnar eru sum
nevnt sera góðar at liggja
nátt í oynni. Har eru
koyggjusengur
við
luft-
madrassum, og hiti og ljós
er eisini nóg mikið av í
húsunum. Tað var heldur
ikki á nakran hátt trongligt
hjá teimum 12 monnunum,
og svongdin nívdi als ikki.
- Nei, vit høvdu nóg
mikið av mati við, og so
slaktaðu vit eisini eitt lamb
í gjárkvøldið, so hungur er
eingin, sigur Óli Jensen.
Hann dugir ikki at siga,
nær teir fáa restina av
seyðinum inn av oynni,
men verður tað við Jóhannu,
verður tað í fyrsta lagi
seinni í kvøld.
- Hann skal koma av
útsynningi seint í kvøld, og
tá kyrrir her norðan fyri.
Men annars hava vit verið í
sambandi við tyrluna um at
flyta teir gott 80 seyðirnar
inn til Hvalbiar, men vit
hava ikki enn fingið nakað
ítøkiligt at vita, sigur Óli
Jensen.
Sjónvarpslið við
Tá farið varð út í Lítlu
Dímun í gjáramorgunin,
var tað eitt væl mannað lið
upp á 45 fólk sum fór út
við. Teirra millum trý
konufólk.
- Tað var eisini eitt týskt
sjónvarpslið við, og har
kom ein myndamaður, ein
ljóðmaður og so ein kvinnu-
ligur tolkur við upp á oynna.
Men tey fóru so inn aftur
við Jóhannu í gjárakvøldið,
sigur Óli Jensen.
Hann sigur, at umstøð-
urnar í oynni nú eru so
góðar, at teimum ikki nýtist
at taka nakrar kjansir.
- Her er bæði turt og gott
at vera, sigur Óli Jensen.
Oyggin
er
kend
frá
Brestis Kvæðnum, har hon
bar eitt serligt seyðaslag.
Og áseyðatalið var sambært
kvæðnum stórt.
»Fimmhundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum
kolamógvur,
eyðkent slag tað var«.
Í dag er tað ikki gamla,
eyðkenda seyðaslagið, sum
gongur á Lítlu Dímun, og
áseyðatalið er minni.
- Í dag liggur áseyðatalið
um 280 til 300. Í ár hava vit
tikið 192 upp á tær hálvu
aðru mørkina, sum oyggin
er merkt, sigur Óli Jensen.
Stórar merkur
Áðrenn sandvíkingar og
hvalbingar
keyptu
Lítlu
Dímun var hon leigað.
- Leiga var goldin fyri
hvørja mørk, og tí ráddi um
at hava oynna so lítla í
mørkum sum gjørligt. Og tí
er markatalið sett til hálva-
aðru, sigur Óli Jensen.
Tað eru 48 eigarar til tað
hálvuaðru mørkina, og tað
svarar til eina hálva gyllin í
part.
- Eigararnir eru nú bert
45 í tali, men tríggir eina
eina heila gyllin, so tað
gongur kortini upp, sigur
Óli Jensen.
Merkurnar í Lítlu Dímun
eru tískil serstakliga stórar,
og vanliga taka teir sjey
seyðir upp á gyllinin. Tað er
tað sama, sum teir onkra
aðrastaðni í landinum taka
upp á mørkina.
Tað kann tykjast at vera
heldur tíðliga at fara á fjall
í klipping longu um hálvan
september, men tað hevur
eisini sína frágreiðing.
- Vanliga verður sagt, at
farið verður á fjall fyrsta
dag eftir 15. september, og
tað eru tvær orsøkir til tað.
Fyri tað fyrsta er tað veðrið,
sum kann hava eina stóra
ávirkan, tá longur líður út á
árið, og hin er, at dagarnir
styttast í stórum hesa ársins
tíðina, sigur Óli Jensen.
Tá vit tosaðu við hann
fyri miðdag segði hann, at
tað var meiri brim í sjónum
í dag, enn tað var, tá teir
góvust í gjár.
- Men vit fingu at vita frá
tyrluni, at hon var liðug við
rutuflúgvingina um trý-
tíðina nú seinnapartin, og at
hon tá kundi koma at flyta
seyð og fólk inn av oynni.
Teir hava eina kurv, sum
tekur millum 15 og 20
seyðir, so tað gongur hálv-
urannar tími, so eru bæði
seyðir og menn komnir av
oynni, sigur Óli Jensen.
Teir hava nýtt tyrluna nú
tvey ár á rað, so teir kenna
mannagongdina.
- So eg vænti ikki, at tað
verður neyðugt at liggja
eina nátt aftrat her úti í
Lítlu Dímun, sigur Óli
Jensen, sum er formaður í
Lítlu Dímun. Hinir nevndar-
limirnir eru Róin Schrøder
og Signar Olsen.
Rakstrarmenn liggja
nátt í Lítlu Dímun
Karzai ein stór hóttan
Tað er ikki bara Taliban, sum er ein hóttan ímóti trygdini í
Afghanistan. Ovastin fyri amerikonsku herleiðsluni,
admiralurin Michael Mullen, segði í einari hoyring í
Kongressini í gjár, at vantandi álit á afghonsku leiðsluni er
ein minst líka álvarssom hóttan sum Taliban. Admiralurin
segði, at skuldsetingar um valsvik á forsetavalinum tann 20.
august gera, at afghanska fólkið hevur ilt við at hava álit á
Hamid Karzai, forseta og stjórn hansara. Michael Mullen
legði afturat, at korrupsjónin í afghonsku umsitingini og
landsins ovastu leiðslu er ein líka stór hóttan sum Taliban.
Nærkast vend í USA
Fyri fyrstu ferð er amerikanski tjóðbankastjórin, Ben Bernanke,
komin við ábendingum um, at tann búskaparliga kreppan í USA er
komin á botn. Á einari ráðstevnu í gjár segði hann, at fleiri jalig
tekin eru at síggja í búskapinum, men hann ávaraði um, at tað fer at
taka sína tíð, áðrenn tann vanligi borgarin fær gagn av vendini. Tað
eru tó ikki øll, sum eru so bjartskygd sum Ben Bernanke. Tann
kendi ríkmaðurin og íleggjarin Warren Buffet sigur, at enn er vend
ikki komin í amerikanska búskapin enn. Hann sigur við Reuters, at
gongdin fer at venda, men at tað er torført at siga, nær tað verður.
Hann væntar tó ikki, at tað verður verri enn nú.
Raksturin gekst ikki so væl,
og tí dró út við at fáa seyðin
av oynni. Hann øtlaði veðrið
móti kvøldi og menn gjørdu
av at liggja nátt í Lítlu
Dímun. Her verður fylgið
rikið oman í rættina við stóra
húsið norðantil á oynni
Mynd: Rúni Thomsen