mikudagur 16. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 176 - 16. september 2009
Líka mikið hvat Jacob
Vestergaard ger,
sleppur hann ikki
undan at bróta lógina
Inntøkutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Líka mikið, hvat Jacob Vest-
ergaard ger, sleppur hann
ikki undan at bróta lógina.
Tað staðfestir Sonja Jógv-
ansdóttir í Samtaki, sum er
samskipan ímillum Føroya
Fiskimannafelag,
Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Men hon staðfestir sam-
stundis, at syrgir hann ikki
fyri, at fiskimenn og útróðr-
armenn í stundini fáa minstu-
lønina, teir hava rætt til, skal
hann leggja frá sær.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at talið á sjófólki, ið mangl-
ar at fáa útgoldið minstuløn
veksur í stórum.
- Men sum tað hevur sæð út,
ætlar landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum ikki at halda
lógina um inntøkutrygd.
Brýtur lógina
Samtak hevur fingið eina
løgfrøðiliga meting av støð-
uni og Sonja Jógvansdóttir
sigur, at niðurstøðan er púra
greið.
Og hon er, at líka mikið,
hvat Jacob Vestergaard ger,
sleppur hann ikki undan at
bróta lógina.
Einasta valið hann hevur,
er, hvørja lóg, hann vil bróta,
um hann vil bróta lógina,
sum gevur fiskimonnum rætt
til minstaforvinning, ella
lógina sum noktar honum at
hava eina útreiðslu, sum
Løgtingið ikki hevur játtað.
- Løgfrøðiliga er ongin
munur á lógarbrotinum, tí
bæði eru líka álvarsomm,
sigur Sonja Jógvansdóttir
Hon sigur, at einasti mun-
urin er, hvussu hart lógar-
brotini raka.
- Vit undrast á, hví lands-
stýrismaðurin brýtur lógina
um inntøkutrygd, tá ið hugs-
að verður um, hvussu stórar
fíggjarligar
avleiðingar
hetta hevur fyri nógvar fam-
iljur.
Tá ið málið var til umrøðu
í Løgtinginum, væntaðu ting-
limir, at tað verður minst ein
mánaði til málið er avgreitt.
- Hví landsstýrismaðurin
hevur drála í hesum máli er
óskilligt, sigur Sonja Jógv-
ansdóttir.
Hon sigur, at hann kundi
fingið peningin til vega við
einum
fíggjarnevndarskjali
sama dag, sum hann var uppi.
- Hann kundi eisini fingið
peningin til vega fyrr í
árinum, tí tað hevur leingi
verið greitt, at játtanin fór
ikki at halda.
Sonja Jógvansdóttir mæl-
ir sostatt landsstýrismannin-
um til at rinda peningin í
stundini til tey sjófólk, sum
eiga pening til góðar.
- Ella noyðist hann at
leggja frá sær, tí tað eru óivað
nógv góð fólk, ið kunna taka
við eftir hann og sum høvdu
raðfest øðrvísi, leggur hon
afturat.
Hetta skal ikki
spæla væl av, hóttir
Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður
Inntøkutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Breyt Jacob Vestergaard
lógina, tá ið hann herfyri
steðgaði øllum útgjaldi av
minstuløn og aðrari inntøku-
trygd til fiskimenn og
útróðrarmenn?
Tað er ein spurningur,
sum Tórbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður, nú vil hava
kannaðan út í æsir.
Hann vil eisini kanna um
Jacob Vestergaaard hevur
víst nøktandi politiskt handa-
lag ella um hann hevur rætt
og slætt hevur sitið hendur í
favn og onki gjørt við tí
úrsliti, at fiskimenn og
útróðrarmenn nú ikki fáa ta
inntøkutrygd, sum teir hava
lógarfest krav upp á at fáa.
Tí er hann nú í ferð við at
skriva
landsstýrismála-
nevndini eitt bræv, har hann
heitir á nevndina um at siga
sína hugsan um málið.
Ongir pengar eftir
Tað var fyri einum mánaði
síðani, at Jacob Vestergaard
steðgaði øllum útgjaldi av
minstuløn og aðrari inn-
tøkutrygd til fiskimenn og
útróðrarmenn.
Orsøkin er, at játtanin á
fíggjarlógini var uppi.
Hetta fekk hann dygg
høgg fyri í Løgtinginum í
gjár, har politikarar úr øll-
um ættum funnust at mátan-
um, landsstýrismaðurin hev-
ur handfarið málið upp á.
Eisini Anfinn Kallsberg
og aðrir partamenn hjá Jacob
Vestergaard í Fólkaflokk-
inum, mettu, at hann átti ikki
at havt steðgað útgjaldinum,
hóast játtanin var uppi.
Men tað varð eisini upp-
lýst, at avgerðin um at
steðga útgjaldinum er grund-
að á løgfrøðiligt tilmæli,
sum sigur, at peningur kann
ikki gjaldast út, sum ikki er
játtaður og hetta hevur lands-
stýrismaðurin hildið seg til.
Tí kundi væntast, at hann
fór at verða frákoyrdur,
brúkti hann pening, sum
ikki var játtaður.
Men tinglimir úr øllum
flokkum vístu á, at lógar-
tryggjaða kravið frá fiski-
og útróðrarmonnum eigur
at verða tikið fram um.
Víst var til málið um
Signar á Brúnni, sum var
koyrdur frá sum landsstýris-
maður, við vælsignilsi frá
sínum egnu partafólkum í
Tjóðveldinum, tí at hann
hevði goldið sjónvarpsfólk-
um lønir, hóast játtanin var
uppi.
Seinni kom ein kanning
til ta niðurstøðu, at hann
hevði borið seg rætt at.
Í løgtinginum varð eisini
mælt til, at allir flokkar
skuldu geva Jacob Vester-
gaard grønt ljós at gjalda
út, uttan at tað skuldi fáa
politiskar avleiðingar, tí so
hevði hann í øllum sín rygg
frían.
Men tað hendi so ikki –
ikki formliga í hvussu so
er.
Ikki spæla væl av
Tórbjørn Jacobsen var ser-
liga fortørnaður um støðuna,
sum hevur tikið seg upp og
hann hótti beinleiðis við, at
hetta skuldi ikki spæla væl
av, sum hann orðaði seg.
Eitt er, at játtanin á
fíggjarlógini til endamálið
er uppi.
Eitt annað, sum fleiri ting-
limir førdu fram, var, at
Jacob Vestergaard hevur vit-
að tað líka síðani tíðliga í
vár, at peningurin fór ikki
at strekkja til.
Og fleiri tinglimir hildu,
at tað sostatt var prógv um
álvarsligt drál.
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum førdi fram, at ætl-
anin var at umleggja inn-
tøkutrygdina fyri at gera
hana bíligari, men tað fekst
ikki undirtøka fyri tí í sam-
gonguni.
Tí var tað ikki eydnast at
fáa umbøn um eykajáttan
til endamálið á eykajáttanar-
lógini, sum varð løgd fram
í vár.
Og av tí sama hevur lands-
stýrismaðurin ikki biðið um
eykajáttan til endmálið fyrr-
enn nú og hann heitti á
fíggjarnevndina
um
at
avgreiða málið skjótt.
Men tinglimir úr sam-
gongu og andstøðu hildu, at
hetta var ikki annað enn
undanførsla.
Eitt nú førdi Bjørn Kalsø
fram, at Jacob Vestergaard
hevði beinanvegin fingið at
vita, at hann fekk ikki undir-
tøku fyri ætlaðu sparingun-
um og tí kundi tað ikki
brúkast sum undanførsla.
Og Tórbjørn Jacobsen
sigur, at manglar peningur
í, kann landsstýrismaðurin
biðja um teir sjálvur og tí
var óneyðugt at koma í hesa
støðuna, at steðga útgjald-
inum av teirri orsøk, at játt-
anin er uppi.
Tí vil hann eisini hava
landsstýrismálanevndina at
siga sína meining um hon
heldur, at politiska handfar-
ingin hjá landsstýrismann-
inum er nøktandi.
Jacob Vestergaard má betala ella legga frá sær
Jacob
Vestergaard
kannast fyri
lógarbrot
Jacob Vestergaard
er komin í politiskt
ódnarveður, bæði
í andstøðu og í
samgongu, eftir at
hann hevur steðgað
útgjaldi av minstuløn
og aðrari inntøkutrygd
til fiskimenn og
útróðrarmenn tí at
játtanin á fíggjarlógini
er uppi
Mafian søkt eiturskip
Mafian í Italia hevur søkt eitt skip, sum var fermt við
geislavirknjum burturkasti. Italska sjóverjan hevur funnið
vrakið í Miðjarðarhavinum einar 15 fjórðingar úr landi, og
løgreglan kannar tað nú. Myndir av vrakinum vísa, at
skipið er heilt, og rundan um tað liggja fleiri tunnur, sum
hava frámerki, ið sigur, at innihaldið í teimum er eitrandi.
Italskir fjølmiðlar siga, at vísir tað seg, at innihaldið í
tunnunum er geislavirkið, fara myndugleikarnir at kanna
umleið 30 onnur skip, sum mafian eftir øllum at døma
hevur søkt nærhendis italsku og griksku strondini.