Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 176 - 16. september 2009 Eg havi trupult við at síggja, at tað kann taka fýra mánaðir at avgreiða eina einfalda innlitsumbøn. Hetta staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, eftir at Uttanríkisráðið nýtti fýra mánaðir at svara umbøn um innlit og framvegis ikki hevur svarað allari umbønini InnlIt Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 4. mars í ár bað Sosialurin um innlit í nøkur viðurskifti í Uttanríkisráðnum. Men enn er ikki svar komið upp á allar spurningarnar, sum vórðu settir. Í junimánaði vóru fáir upplýsingar latnir Sosial­ inum, og hetta hevði við sær, at klagað varð til Løgtingsins umboðsmann. Nú er niðurstøðan frá umboðsmanninum komin. ­ Givið er, at tað kann draga út at avgreiða eina inn­ litsumbøn, men eg havi trupult við at síggja, hvussu ymiskar tøkniligar loysnir í skjalaskipanum skulu kunna hava við sær, at tað tekur fýra mánaðir at avgreiða eina einfalda innlitsumbøn, sigur umboðsmaðurin millum annað í síni niðurstøðu. Víðari sigur umboðsmað­ urin, at hann gevur Uttan­ ríkisráðnum eina átalu fyri ófullfíggjaðu viðgerðina av innlitsumbønini, tí allir upplýsingar framvegis ikki eru komnir fram, eftir at biðið varð um innlit í mars­ og aprílmánaði í ár. Spurningur um starvssetanir Ein av spurningunum hjá Sosialinum til Uttanríkis­ ráðið 4. mars var at fáa inn­ lit í setanarviðurskifti og viðkomandi skjølum í hesum sambandi. Uttanríkisráðið bað Sosialin koma á fund, men legði afturat, at hetta ikki bar til fyrr enn 17. mars, tí eitt starvsfólk ikki var til arbeiðis. Lógin um alment innlit tilskilar, at innlit skal verða latið sum skjótast, og verður talan um meira enn 10 dag­ ar eftir at umbønin er mót­ tikin, skal greiðast frá, hví henda umbøn ikki er gingin á møti. Á fundinum 17. mars fekk Sosialurin svar upp á nakrar spurningar, men onki innlit í skjøl um starvs­ setanir. Um sjálvan fundin sigur umboðsmaðurin, at hesin var óneyðugur, tí har vóru bert spurningar svaraðir, sum kundu avgreiðast bein­ anvegin. Onki hendi Meira enn ein mánað seinni, 28 apríl, rykti Sosialurin eftir svari til spurningin við­ víkjandi starvssetanum í Utt­ anríkisráðnum. Ráðið greiddi sama dag frá, at svar skuldi koma skjótast gjørligt. Í teldubrævinum, har Sosialurin rykti eftir svari vóru nakrir spurningar lagd­ ir afturat, men svarað varð bert upp á ein av hesum spurningum, sum var við­ víkjandi kostnaðinum á utt­ anlandsferð til Liberia. Hálvt svar Næstan fýra mánaðir eftir upprunaligu umbønina um innlit klagaði Sosialurin Uttanríkisráðið til Løgtings­ ins umboðsmann. Í samskiftinum millum umboðsmannin og Uttanrík­ isráðið kemur fram, at nú er gongd komin á innlitsum­ bønina. Men Uttanríkisráðið biður eisini umboðsmannin leingja hoyringsfreistina, tí tey ikki náddu at halda upp­ runaligu freistina frá umboðsmanninum. Nakrar dagar seinni, 23. juli, kemur svar frá Uttan­ ríkisráðnum upp á partar av umbønini hjá Sosialinum. Men í niðurstøðuni hjá umboðsmanninum kemur eisini fram, at ikki allir upp­ lýsingar eru komnir frá Utt­ anríkisráðnum. ­ Eg havi fingið innlit í set­ anarskrivini, sum ráðið lat klagaranum, og sambært hes­ um hevur klagarin bert fingið innlit í setanarskrivini hjá áleið helminginum av starvs­ fólkunum, sum sambært heimasíðuni hjá Uttanríkis­ ráðnum starvast har. Ráðið gav eisini klagaranum innlit í samlaðu mánaðarligu lønar­ útreiðslurnar, men tað er bert í einstøkum førum, at mán­ aðarliga lønin hjá einstaka starvsfólkinum framgongur av skjølunum, sigur umboðs­ maðurin í niðurstøðu síni. Ikki liðugt Í niðurstøðuni staðfestir umboðsmaðurin eisini, at Utt­ anríkisráðið eigur at taka málið upp og greiða umboðs­ manninum frá støðuni um vantandi upplýsingarnar. ­ Vísandi til viðmerking­ arnar um, at ráðið ikki gav klagaranum innlit í allar tær upplýsingar, sum hann bað um, fari eg at mæla Uttan­ ríkisráðnum til at taka mál­ ið uppaftur til viðgerðar og lata meg frætta úrslitið av hesi viðgerð, staðfestir Løg­ tingsins umboðsmaður. Kennir ikki málið Jørgen Niclasen, landsstýr­ ismaður í Uttanríkismálum, staðfestir, at hann ikki veru­ liga kennir konkreta málið beint nú, hóast hann situr við evstu ábyrgd. Hann leggur afturat, at hann fer at seta seg inn í málið. ­ Tað eru embætisfólkini, sum vanliga taka sær av inn­ litum, men eg fari at kenna til hatta málið, staðfestir hann. Umboðsmaðurin átalar Uttanríkisráðið Sambært niðurstøðu hjá Løgtingsins umboðsmanni er nógv skeivt farið fram í Uttanríkisráðnum við Jørgen Niclasen viðvíkjandi eini umbøn um innlit Tilgjørd mynd Funnu onga æðr Tann 53 ára gamli Romell Broom er dømdur til deyða í amerikanska statinum Ohio, men tá bøðilin skuldi geva honum eitursproytuna, fann hann onga hóskandi æðr at spræna eiturið inn í. Tí hevur guvernørurin, Ted Strickland, gjørt av at leingja lívið hjá Romell Broom eina viku, so leiðslan í fongslinum kann fáa stundir til at finna eina loysn. Ein talsmaður fyri fongsulsmyndugleikarnar sigur, at teir hava ongantíð havt hendan trupulleikan fyrr. Men hann má loysast, tí lógin í Ohio sigur, at deyðadómur kann einans fullførast við eiturinnspræning. Romell Broom er dømdur fyri at hava neyðtikið og myrt eina 14 ára gamla gentu í Cleveland í 1984.