Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 176 - 16. september 2009 Í farnu viku gjørdi Dimma lætting gjøld ur burturúr seriøsu viðgerðini hjá Sosialinum um at menn við dia betes kunnu fáa trupul­ leikar við reis ing­ ini. – Vit eru ómeta­ liga hørm um, at vit enn einaferð verða niðurgjørd, sig­ ur Kristianna Rein, forkvinna í Dia betes­ felagnum Happing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fríggjadagin 4. september við gjørdi Sosialurin støðu­ na í vælferðarsamfelagnum Før oyar, og hvussu tær sparing ar, ið eru og verða framd ar raka teir ymsu veiku samfelagsbólkarnar. Ímillum mongu evnini, ið vóru viðgjørd, var eisini trupul leikin við, at menn við diabetes missa stuðulin til Viagra. Tað er ein sann roynd, at menn við diabetes kunnu fáa trupulleikar við at fáa reising, tá æðrarnar út í penis verða for kálk að ar. ­ Hetta er ein komplikatión sum fylgja av eini sjúku, og tað kann verða útskrivað resept upp á tað. Men tað kem ur sjálvandi altíð an uppá hvussu gamal sjúk­ ling ur in er, greiðir Andreas Peter sen, lækni, frá. Hósdagin í farnu viku við gjørdi Dimmalætting, í teigi num »Broddurin«, eisini tær sparingar, ið Sosial ur in áðrenn nam við. Við stórt uppslignu yvir­ skrift ini »Stuðul til stand­ ing« roynir Dimmalætting í ein um at síggja til speium anda, at verja sparingarnar og at koma inn á, at før oy­ ing ar eiga at standa saman og at øll eiga at gera sítt til at spara, og fer somikið langt sum at sáa iva um rætt in hjá diabetikarum til stuðul in. Heini Gaard, blað maður, skrivar: »Er tað ein rættur hjá einum diabetikara – ríkum sum fátækum ­ at fáa stuðul til viagra ella ann an heilivág sum kann hjálpa hon um við stand ing ini?«. Her steðgar hann tó ikki, og endar greinina við hesum orðunum: »Spyrt tú meg, so kunnu diabetikarar gott sjálvir rinda fyri stand ingina í ringum tíðum. Tað hevði verið sol i dar i tet ur!!!«. Ófatuligt Nevndin í Diabetesfelag Føroya hev ur í gjár tosað aft ur og fram um hesa skriv ing ina, og er niður støðan hjá teimum greið. ­ Vit eru ómeta­ liga hørm um, at enn einaferð, tá vit hava dittað okkum at nevna henda ál vars liga trupulleika, so verða vit niðurgjørd – gjørd til láturs. Hetta er ein so funda­ mental ur part ur av ein hvørj um manni og hetta er ein so álvarsligur trupul ­ leiki. Eg trúði veru­ liga, at vit vóru komin eitt sindur longri í 2009, men við merk ingin hjá hesum journa listi­ num vísa, at tað eru vit ikki. Enn einaferð verða vit niður gjørd av ein um manni, tá vit hava dittað okkum at nevna henda trupul leikan, sigur Kristi anna Rein, forkvinna. Sjúka við sálarligum avleiðingum At menn við diabetes kunnu fáa trupulleikar við reis ing­ ini, hevur ikki bert fysiskar, men eisini sálarligar trupul­ leikar við sær. Heri Kragesteen, sálar­ frøðingur, sigur, at tá menn fáa trupulleikar við potens­ inum, so ávirkar tað bæði sjálvsvirðið, sjálvsálitið og at menn við hesum trupul­ leikanum ofta føla seg ikki meira enn hálvar. ­ Í ringasta enda kann ein slíkur trupulleiki gera enda á hjúnarlagnum. At vera seksuelt aktivur er ein so s e n t r a l u r partur av okkara lívi, at vil man nokta fólki heili vág, tá tey fáa trupul leikar við tí, so er man býtt ur, greiðir hann frá. ­ Eg haldi, at tað er for vána ligt, at menn ikki fáa stuðul til eitt nú Viagra, tá teir fáa henda trupulleikan, sigur Heri Kragesteen, sálar frøðingur. Diabetikarar gjørdir til láturs í Dimmalætting Sambært Tjaldurs Apoteki kosta Viagra tablettir mil- lum 50 kr. og 100 kr. fyri hvørja tablett, alt eftir hvør styrkin er. Van liga letur Sjúkrakassin ikki ískoyti til heilivágin, men higartil hevur Heilivágsískoytisnevndin havt heimild at lata ískoyti, verður mett, at trupulleikin stavar frá sjúku. Tá hevur borið til at fáa upp í 50 prosent afturborið. Sum liður í sparingum er ætlanin, at ymiskt ískoyti til diabetik ar ar skal burtur, harímillum er eisini Viagra. FAKTA - Eitt aktivt kynslív er ein so sera sentralur partur av okkara lívi, at vil man nokta fólkum, sum hava trupulleikar við hesum, heilivág, so er man býttur, sigur sálarfrøðingur Úrklipp úr PUNKTUM.FO hjá Dimmalætting hósdagin 10. september 2009 Plavsic sleppur leys Biljana Plavsic, sum var forseti hjá bosniaserbunum eitt skifti í nítiárunum, sleppur eftir øllum at døma undan at sita allan dómin, sum hon fekk frá krígsbrotamannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia. Í februar í 2003 varð hon dømd ellivu ára fongsul og seinni send til Svøríkis at sita dómin, men í gjár frættist, at hon verður latin leys í næsta mánaði. Biljana Plavsic er 79 ára gomul, og sambært svensku myndugleikunum verður hon latin leys, tí heilsan er farin at bila. Ta endaligu avgerðina um leyslatingina eigur krígsbrotamannadómstólurin í Haag, og hann hevur ikki sagt sína hugsan enn. Tað var ikki toskur Ein maður, sum eigur eina „Fish‘n‘Chips"­búð í Kidderminster í Worcestershire í Bretlandi hevur fingið 30.000 krónur í bót, tí tað vísti seg, at hann hevði brúkt alifisk av slagnum pangasius og selt hann sum tosk. Hetta er ikki fyrstu ferð, at handlar og matstovur í Bretlandi hava roynt at selja fólki bíligan fisk sum tosk, og myndugleikarnir í Worcestershire hava gjørt greitt, at hetta verður revsað harðliga í framtíðini. Talsmaðurin hjá myndugleikunum sigur við blaðið The Shuttle, at teir fara at hava eitt vakið eyga við matstovum og sølubúðum, sum selja fisk og fiskavørur.