hósdagur 17. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 177 - 17. september 2009
Klaksvíkingar
stríddust í drúgva
tíð at fáa rakstur
á ein bólk, teir
upprunaliga hildu
var grind, men sum
síðani varð hildið at
vera hvessingar. At
enda fingu teir hildið
tríggjar av tí sum
síðani skuldi vísa
seg at vera Risso’s
Dolphin til
ROSSI’S DOLPHIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Um hálvgum seks tíðina í
gjárkvøldið varð boðað frá
grind í Klaksvík. Grindin
varð funnin út fyri Borð
oyavík og varð mett um 300
hval.
Seinni vísti tað seg, at
talan ikki var um grind,
men heldur um hvessing.
Sera trupult var at fáa
rakstur á, og skjótt gekk
hon í fleiri bólkum.
Eisini uppførdu hesar
delfinirnar seg sera undar
ligt, lupu sjóleysar upp úr
sjónum, og kavaðu at síggja
til ógvuliga djúpt og leingi.
Tað
eydnaðist
klaks
víkingum at enda at halda
fýra delfinum til, men tann
eina slapp. Tá menn kann
aðu delfinirnar nærri var
týpiligt, at talan heldur ikki
var um hvessing, men
okkurt heilt annað slag,
sum ikki stóð positivt á list
anum yvir hvalir og delfinir,
sum loyvt er at veiða.
Sýslumaðurin í Norð
oyggjum, Hans Djurhuus,
gav tí beinanvegin boð um
at gevast við rakstrinum, og
lata delfinirnar fara.
Arvid Nielsen sigur av
politistøðini í Klaksvík, at
hesar delfinirnar minna
nógv um dresseraðu delfin
unum í djóragørðum og
annars teimum, ein kann
síggja fylgja við skipum og
bátum í heitari sjógvi.
Talan er um delfinir,
sum eru størri enn springari,
men minni enn hvalur, sigur
Arvid Nielsen.
Skulu kannast
Við at kanna delfinirnar
nærri og ráðføra seg við
Google varð komið fram
til, at talan helst er um
Risso’s Dolphin. Boðað var
frá til Náttúrugripasavnið,
og tær tríggjar delfinirnar
vórðu
fluttar
suður
til
goymsluhølið hjá savninum
inni í Kaldbak.
Har kundi Dorete Bloch
staðfesta, at talan var um
Risso’s Dolphin, sum ikki er
hildin til í Føroyum áður.
Tað frættist um at
Risso’s Dolphin er sædd
við Orkney og Hetland fyrr
í summar, og Náttúrugripa
savnið hevur eisini fingið
eina fráboðan frá einum
báti, sum hevði sæð tær í
føroyskum sjóøki seinni í
summar. Men hetta er so
fyrstu
ferð,
at
Risso’s
Dolphin er hildin til í Før
oyum, sigur Dorete Bloch.
Hetta
er
samstundis
fyrstu ferð, sum Náttúr
gripasavnið veit um, at
Risso’s Dolphin er sædd so
norðaliga sum við Føroyar.
Tær
líkjast
øðrum
delfinum í heitari sjóøki,
og leypa sjóleysar upp úr
sjónum. Eisini kunnu tær
kava ógvuliga djúpt, og
kunnu verða undir í upp til
hálvan tíma, sigur Dorete
Bloch.
Tað er væl kent, at djór
kunnu vilast úr sínum
vanliga
umhvørvi,
og
Risso’s Dolphin er sum
áður nevnt sæð við Orkney
og Hetland, men eisini hava
tey sæð hetta slagið í
Miðalhavinum.
Uppisjóvar delfin
Vanliga
heldur
Risso’s
Dolphin til í heitari sjógvi
so sum Indiska havinum og
Persiska Golfinum.
Tær halda vanliga til úti
á havinum, og eru sjáldan
at síggja inni við strendur
nar, sigur Dorete Bloch.
Hon dugur ikki at siga
hví ein so stórur bólkur
hevur vilt seg hendan vegin,
men avvísir ikki, at tað
kann hava nakað við glob
alu upphitingina, sum so
nógv veðrur tosað um, at
gera.
Vit hava havt eitt
óvanliga heitt summar, og
tað hevur ávirkað hitan í
sjónum.
Og
tá
talan
samstundis er um eina
globala upphiting, kann tað
hava havt eina ávirkan á, at
hesin bólkurin er komin
hendanvegin, sigur Dorete
Bloch.
Tær tríggjar delfinirnar,
sum
løgdu
beinini
í
Klaksvík í gjár, skulu nú
kannast nærri. Men nakað
vita tey kortini um hendan
hvalin.
Vit vita, at tær bert hava
tenn í undirmunninum, eins
og døglingur. Tó hava bæði
hannar og honir tenn í mun
til
døglingin,
har
bert
hannar hava tenn. Vit hava
einki føroyskt orð fyri hetta
slagið, og eg dugi heldur
ikki at síggja nakra meining
í at finna eitt orð til hesa
delfinina. Hon var upp
dagað av einum manni, sum
nevndist Risso, og hevur
navnið Risso’s Dolphin um
allan heim, sigur Dorete
Bloch.
Hetta slagið kann gerast
upp til fýra metrar langt og
livir av høgguslokki. Størsta
av teimum trimum Risso’s
Dolphins, sum løgdu bein
ini í gjár í Klaksvík, er ein
hannur, 3,23 metrar langur.
Tilsamans er talan um tveir
hannar og eina hon.
Sjáldsamar delfinir lagt beinini
Dorete Bloch skal nú kanna tær tríggjar Risso’s
Dolphins, sum løgdu beinini í Klaksvík í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Enn ein Fritzl
Løgreglan í avstralska statinum Victoria hevur tikið ein mann og
skuldsett hann fyri at hava neyðtikið dóttur sína javnan ígjøgnum 30
ár. Kvinnan hevur átt fýra børn, og løgreglan sigur, at pápi hennara
er pápi børnini. Øll fýra vóru fødd við breki, og eitt teirra doyði.
Avstralska løgreglan sigur við blaðið The Herald Sun, at neyðtøk
urnar byrjaðu, tá gentan var 13 ára gomul, og at pápin hótti hana við
at buka hana, um hon fór til løgregluna. Men í februar fór kvinnan
til løgregluna og meldaði pápan. Síðani hava DNAkanningar prógv
að, at hann er pápi børnini. Ræpttarmálið ímóti honum byrjar í
november. Sambært The Herald Sun visti mamman einki.
Obama: Eingin rasisma
Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter segði nú
um dagarnar, at uppskotið um eina nýskipan á
amerikanska heilsuøkinum fær so stóra mótstøðu millum
amerikanararnar, tí at forsetin er svartur. Men talsmaðurin
hjá Barack Obama, Robert Gibbs, sigur við fjølmiðlarnar,
at sambært forsetanum hevur mótstøðan einki við hansara
húðalit at gera. Carter vísti eisini á, at ein republikanskur
kongresslimur kallaði forsetan lygnara, og at tað eisini
hevði við húðalit forsetans at gera. Men tað hava
republikanararnir avsannað fleiri ferðir.