Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 177 - 17. september 2009 Løgtingslimir føla seg næstan hildnar fyri gjøldur, tí teir halda seg fáa alt ov lítið fyri pengarnar PaPPírsveldi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tingið verður til grin, vissi ikki nakað hendir nú. So bersøgin er Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Men hann var langt frá einsamallur um at føla seg illa í Løgtinginum í gjár. Tað kom fram, tá ið Eyð- gunn Samuelsen, løgtings- kvinna fyri Javnaðarflokkin, spurdi Anniku Olsen, lands- stýriskvinnu í innlendis- málum, hvat vit hava fingið burtur úr pengunum, sum Løgtingið játtaði á fíggjar- lógini fyri at hjálpa byggi- vinnuni burtur úr kreppuni. Í hesum sambandi setti Løgtingið 15 milliónir av á fíggjarlógini í ár til at bjálva almennar bygningar fyri. Samstundis var talan um eitt orkusparandi tiltak hjá tí almenna. Ikki ein króna Men í Løgtinginum í gjár kundi Annika Olsen stað- festa, at enn er ikki ein króna brúkt til endamálið. Tað einasta, sum er brúkt av játtanini higartil, eru góðar 800.000 krónur, sum Lands- verk hevur brúkt til at kanna nakrar bygningar fyri. Og landsstýriskvinnan kundi eisini upplýsa, at væntandi skulu tvær milli- ónir brúkast afturat til kann- ingar av ymsum slagi. Og tað fekk misnøgdina at breiða seg í tingsalinum og tinglimir úr fleiri flokk- um hildu, at hetta líkist ong- um. Tinglimir eru serstakliga ónøgdir við, at onki enn er brúkt til byggivinnuna sjálva, hóast tað var endamálið. Men teir eru eisini ser- stakliga ónøgdir við, at heil- ar 2,8 milliónir av játtanini skuldi brúkast til at gera kanningar fyri. Alt ov seint Annika Olsen segði, at kann- ingarnar eru um at verða lidnar og í næstu framtíð verður farið undir at umvæla og bjálva fyri pengarnar. Hesum ivaðust tinglimir stórliga í, tí tað var so langt útligið og Landsstýriskvinn- an kundi ikki annað enn geva teimum rætt í, at tað er ”ikki fornuft” at fara undir stór uttandura arbeiðið upp undir hávetur. Hon var líka hørm um støðuna, sum øll hini, tí hennara ætlan var, at fyri- reikingarnar skuldu vera í vár, so at sjálv arbeiðini kundi gerast í vár og í summ- ar ímeðan veðrið var gott. - Hetta var eitt hjartabarn og vit vóru samd við Lands- verk um, at tær fyrireikandi kanningarnar skuldu skuldu fáast frá hondini skjótt. Men tíverri hevur tað gingið ómeta- liga seint, legði hon afturat Og hon gjørdi greitt, at skuldi Landsverk umsita játtanina eitt annað ár, skuldi arbeiðið leggjast betri til rættis. Hvussu tórført kann tað vera? Eyðgunn Samuelsen og onnur tingfólk fýltust á, at so stórur partur av játtanini skuldi brúkast til pappírs- arbeiði, tí her var er ikki tal- an um arkitektur av nøkrum serligum slagi og tí var óneyðugt at gera alt so aka- demiskt. - Hvussu tórført kann tað vera at bjálva skorsteinar og skifta vindeygu? spyr hon. Tað er onki høpi av nógvum av hesum kann- ingum, leggur hon afturat í samrøðu við Sosialin. Hennara uppskot er tí, at teir stovnar, sum skulu um- væla sínar bygningar, skulu sjálvir sleppa at umsita játt- anina og fáa ábyrgdina av, at gagnnýta peningin væl og at dygdin í arbeiðnum er í lagi. Í øllum førum, tá ið játtanin er minni enn eitt vist, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu hava eina umfatandi almenna umsiting, sum skal stýra øllum smálutum. - Tað er syndarligt at stað- festa, at nú níggju mánaðir eru farnir av árinum, er tað einasta, ið er hent, tað, at 800.000 kónur eru brúktar av játtanini til fyrireikingar av ymsum slagi, sigur hon. Hon visti at siga frá onkr- um stovnum, at teir høvdu havt vitjan av trimum yms- um bólkum av serfrøðingum av ymsum slagi at kanna ein bygning, sum skuldi bjálvast og hava nýggj vind- eygu og umsóknarskjalið, sum skuldi fyllast út, var so umfatandi og fløkt, at tað var ringt at síggja meining- inina við tí. Men Annika Olsen segði, at heilt so einfalt er tað ikki, tí áðrenn ein bygningur verður bjálvaður, er neyðugt at kanna, hvar varmatapið er. Samstundis skuldu greið- ast fáast á, hvørjir bygningar skuldu umvælast og kravið til Landsverk var, at teir skuldu vera kring landið. Arbeiðsskapandi tiltak druknar í pappírum Ætlanin, sum nú verður løgd um at bjálva og gera onnur orkuspar- andi tiltøk á, umfatar almennar bygningar um alt landið Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur Løgtingið sett 15 milliónir av til orkusparandi tiltøk í almennum bygningum. Samstundis var ætlanin at stuðla upp undir byggivinnuna í kreppuni. Men tinglimir halda, at alt ov lítið er komið burtur úr. Annika Olsen, landsstýris- kvinna, sum umsitur málið, sigur, at hennara boð vóru at talan skuldi vera um bygningar um alt landið, so at byggivinnan runt umkring fekk gagn av játtanini. Eyðgunn Samuelsen, sum reisti spurningin í Løgtinginum í gjár, sigur, at sambært Anniku Olsen, eru eru fýra bygningar kannaðir higartil. Í Klaksvík er talan um at bjálva skorsteinin og umvæla hita og luftskiftið í skúlaheiminum. Og í Havn er talan um at skifta vindeygu í gamla Dronning Alex- andrines Hospital á Landssjúkra- húsinum. Samstundis skulu Skansapakkhúsið og Salurin í Tinganesi bjálvast og umvælast. Ætlanin er at bjálva og umvæla hesar bygningarnar fyri 4,5 milli- ónir og hetta verður ætlandi sett ígongd í næstum. Harafturat eru 14 aðrir bygn- ingar kring landið kannaðir og ætlanin er so at taka støðu til teir í næstum. Í Suðuroy eru tað: -Varda Verkstaðið á Bakka í Vági -Skrivstovan hjá Landsverki í Øravík -Akstovan á Drelnesi -Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri Mett verður, at 3,5 milliónir kunnu brúkast til orkusparandi tiltøk á hesum fýra bygningunum Í Klaksvík eru tað -Sjúkrahúsið -Sjómansskúlin -Tekniski skúli - Skúlaheimið Ætlanin er at brúka 3,2 milliónir til bjálving og onnur orkusparandi tiltøk í hesum bygningunum. Í Havn eru tað -Lærarskúlin -Vinnuháskúlin -Kringvarpið -Mentamálaráðið -Akstovan -Landssjúkrahúsið Mett verður, at 9,6 milliónir skulu brúkast til at bjálva og onn- ur orkusparandi tiltøk til hesar bygningarnar Men nú er tørvurin komin upp á 20,8 milliónir, men sum tað sæst í hinari greinini, skulu 2,8 milliónir brúkast til kanningar, av teimum 15, sum eru játtaðar. Tí eru bara 13,2 milliónir eftir at arbeiða fyri og sostatt má raðfest- ast og skarvast av onkustaðni. Dryppar um alt landið Lock Ness í Grønlandi Øll kenna søguna um ódjórið í Kock Ness-vatninum í Skotlandi, og nú hava vit so fingið eina tílíka søgu afturat. Hesaferð hava nakrir grønlendskir veiðimenn sæð ein djór í Seersinnilikvatninum. Ein av monnunum, Jens Frederik- sen, sigur við KNR, at í fyrstani hildu teir tað vera ein bát, men at tað vísti seg at vera eiott djór, sum líktist einum hvali. Jens Frederiksen og ein felagi hansara eygleiddu djórið eina løtu, men so hvarv tað aftur um eitt nes. KNR skrivar, at Seersinnilikvatnið er einar 25 kilometrar langt. Tað løgna er kanska, hvussu ein hvalur er komin í eitt vatn, sum er 10 kilometrar frá sjónum. Tsjernobyl dálkar enn Hóast 23 ár eru liðin síðani vanlukkuna á kjarnorkuverk- inum í Tsjernobyl, líða eitt nú norskir bóndur framvegis undir avleiðingunum av vanlukkuni. Stór øki eru framvegis dálkað, og nýggjar kanningar vísa, at í summum plantum er geislingin ikki minkað samanborið við eina tilsvarandi kanning, sum bleiv gjørd á heysti í 2006. Tað ger, at bónd- ur noyðast at geva kraftfóður, tí ov lítið gras er í haganum. Aftenposten skrivar, at sambært kanningunum eru fram- vegis stírar nøgdir av evninum cesium í geitarmjólk í økjun- um Øystre Slidre, Røyrvik og Namsskogan. Løgtingslimir eru serstakliga ónøgdir við, enn er ikki eitt oyra útgoldið í lønum til handverkarar av eini játtan, sum Løgtingið setti av til at halda lív í byggivinnuni, tí higartil er alt drukna í kanningum