hósdagur 17. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 177 - 17. september 2009
Nógv rumbul hevur
verið kring Atlantic
Petroleum, men við
broyting í lánum
og í leiðslu hevur
felagið sambært sær
sjálvum vent keðiligu
gongdini
Olja
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Seinasta árið hava nógv dap
ur tíðindi verið um Atlantic
Petroleum, og so seint sum
í seinastu viku kom ein
greining, sum greiddi frá,
at sambært roknskapinum
fyri 2008 var oljufelagið í
so stórum trupulleikum, at
tað er vandi fyri, at tað
kundi fara av knóranum.
Rættiliga
skjótt
kom
fram, at síðan 2008 eru
nógvar broytingar hendar í
felagnum, sum hava við
sær, at felagið í dag er nógv
betri fyri.
Vit máttu gera nakrar
broytingar, og tær eru gjørd
ar, greiddi Wilhelm Petersen
frá, eftir at felagið var sett á
vandalista hjá Økonomisk
Ugebrev.
Meir framleiðsla
Eitt, sum eisini hevur gjørt
seg galdandi, er at felagið
er rættiliga lítið, og tí kunnu
smáar broytingar merkja
nógv fyri felagið.
Ein av orsøkunum til, at
tað sá rímiliga svart út hjá
felagnum í endanum av
2008, var at oljuframleiðsla
ikki var byrjað í Ettrick
økinum. Tað er hon nú, og
hetta er við at venda gongd
ini í felagnum.
200 milliónir
Ætlanin er at fáa meiri
pening í felagið, soleiðis at
tað
er
betri
tryggjað.
Sambært Dimmalætting í
gjár, er ætlanin at fáa 200
milliónir krónur í felagið.
Vit vita at tað er áhugi
uttanlands at seta pening í
felagið, og tað verður uttan
iva farið tann vegin eisini,
segði Wilhelm Petersen við
Dimmalætting í gjár.
At framleiðsla er byrjað í Ettrick økinum, er ein
av orsøkunum til, at Atlantic Petroleum er betri
fyri í dag enn fyri einum ári síðan
Atlantic Petroleum betur fyri
Fríggjadagin verð
ur vinnuting hjá
Eysturoyar vinnu
lívsfelag á Eiði.
Millum annað verður
gongdin hjá vinnuni í
Eysturoy greinað
Vinnuting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eysturoyggin útflytur sam
an við Norðoyggjum umleið
tveir triðingar av virðunum,
sum fara av landinum.
Hetta var niðurstøðan, sein
ast Vinnuráðgeving gjørdi
eina greining av vinnulívin
um í Eysturoy.
Til vinnutingið á Eiði
fríggjadagin, verður aftur ein
tílík greining borin fram.
Vit fara helst at síggja
nøkur av somu lutfallunum,
men mann kann eisini
rokna við, at kreppan hevur
gjørt sína ávirkan, hóast vit
onkursvegna ikki hava nóg
nógv hagtøl, sigur Símun
Hammer, sum verður sein
astur á skránni fríggjadagin,
eftir at Rodmundur Nielsen,
Eyðun Gaardbo og Jens
Christian Olsen eru komnir
við sínum innleggum.
Símun Hammer greiðir
víðari frá, at greiningarnar
vanliga verða gjørdar útfrá
roknskapum og tølum frá
hagstovuni og so framvegis,
fyri at geva eina mynd, har
tað ber til at sammeta fyri
tøkur og økir.
Fyritøkur kunnu til døm
is nýta greiningina til at
arbeiða víðari við, soleiðis
at tær kunnu gerast betri,
metir Símun Hammer.
Vinnan kemur saman
Símun Hammer greiðir víð
ari frá, at hóast Føroyar
burdu verið nóg lítlar til eitt
vinnuting fyri landið, so
metir hann, at tað tænir
vinnulívinum í Eysturoy at
koma saman av og á. Vinnu
ting er fýra ferðir um árið,
og hesaferð verður tað í
bygninginum
hjá
Faroe
Marine Biotech á Eiði.
Hetta vísir seg, at vera
eitt mennandi forum fyri
fyritøkur í Eysturoy, tí at
leiðslurnar kunnu tosa um
avbjóðingar og trupulleikar
í fyritøkur, sigur Símun
Hammer, stjóri á vinnuráð
geving.
Símun Hammer, stjóri á Vinnuráðgeving, metir, at fyritøkur í Eysturoy kunnu
mennast av at hittast av og á
Fokus á vinnu
í Eysturoy
H1N1 ger um seg
Heilsumyndugleikarnir í Brasil kunngjørdu í gjárkvøldið, at
higartil hevur Influensa A ella H1N1 kravt 899 mannalív har í
landinum, og so mong mannalív hevur krímið ikki kravt nakra
aðrastaðni, sigur WHO. Amerikonsku heilsumyndugleikarnir siga,
at har eru 593 fólk deyð av sjúkuni, og í Argentina hevur hon
kravt 512 mannalív. Í Evropa eru 137 fólk deyð, harav 76 í
Bretlandi og 25 í Spania. Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at í
minsta lagi 3.200 fólk eru deyð av Influensu A ella H1N1, síðani
sjúkan bleiv staðfest fyrstu ferð í Meksiko.
Ikki fleiri rakettir
Amerikanska blaðið Wall Street Journal veit at siga, at
myndugleikarnir í Washington hava gjørt av at sleppa einari ætlan um
at seta fleiri verjurakettir upp í Evropa. Franska tíðindastovan AFP
skrivar úr Moskva, at har eru menn væl nøgdir við avgerðina.
Undanfarna stjórnin í Washington samtykti at seta verjurakettir upp í
Póllandi og Kekkia. Tað fall ikki í góða jørð í Russlandi, sum hótti við
at taka tilsvarandi stig. Nú hevur stjórnin hjá Barack Obama slept
ætlanini, skrivar Wall Street Journal. Ein russiskir talsmaðuyr sigur við
AFP, at russiska stjórnin fer nú at endurskoða málið.