leygardagur 17. november 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
37
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3268
Navn: Sp/f Miðlon
Adressa: 620 Runavík
Kommuna: Runavíkar
Kommuna
Stovningardato:
14.11.2001
Viðtøkudato: 14.11.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Sp/f Elding, 100
Tórshavn (Sp/f 2441).
Stjórn: Mads Andrias
Winther, Haraldstrøð 14,
100 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Grannskoðari: : P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
14.11.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil
og annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
15. november 2001
Kristin Balle
Frá Vøgguni
í Saltangará
Latið verður uppaftur
mánamorgunin kl. 10.00 á
Heiðavegi, omanfyri Statoil-
støðina.
Vit hava hópin av
Sjónvarp Føroya søkir eftir
nýggjum tøknileiðara.
Tøknileiðarin hevur ábyrgdina av viðlíkahaldi, supporti og útbygging av
teknisku útgerðini hjá SVF, herundir eisini KT-kervinum. Hann leiðir dag-
ligu tøkni- og KT-serviseringina av bæði umsiting og framleiðslu. Hann er
leiðari fyri tøkni- og KT-vørðarnar í húsinum, umframt fólkið, ið sendir.
Sjónvarpið er júst farið undir eina umfatandi umlegging av framleiðsluni
frá analogari til digitala tøkni, og er tað uppgáva tøknileiðarans at standa
fyri teknisku implementeringini av hesi umlegging. Ein ráðgevi er knýttur at
digitaliseringsætlanini. Somuleiðis stendur tøknileiðarin fyri útbúgving av
starvsfólkunum í nýtslu av nýggjari tøkni.
Sjónvarp Føroya umskipar í løtuni bygnað sín, og verður tøknideildin í
hesum sambandi ætlandi partur av nýggjari deild, framleiðsludeildin, ið
samskipar og leggur tilrættis alla framleiðslu sjónvarpsins.
Hægri útbúgving innan KT- og/ella fjølmiðlatøkni. Drúgvar royndir við arb-
eiði innan fjølmiðlatøkni. Gott innlit í nýggjastu KT- og fjølmiðlatøknina.
Vit vænta okkum harumframt, at tú hevur leiðsluroyndir, og at tú hevur
góð samstarvsevni.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálastýrið. Starvið er lønt í lønarbólki 8 og verður sett frá 1. januar
2002, ella skjótast gjørligt.
Umsóknir við CV, prógvum og viðmælum verða at senda til Sjónvarp
Føroya, postboks 21, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 3. desember.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, sjón-
varpsstjóra, tel 340400.
Útbúgving og royndir:
Løn og setanartreytir:
Tøknileiðari til
Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgarunum hevur skyldu til
at útvarpa sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. SvF fíggjar sjálvt
rakstur sín. Inntøkurnar stava frá hyggjaragjaldi, umframt handilsligum virksemi.
Sjónvarp Føroya
team85
Starvsfólk
til skatta- og avgjaldsøkið
Virksemi okkara innan skatta- og avgjaldsøkið er støðugt vaksandi. Vit
hava tí brúk fyri einum starvsfólki afturat, sum burturav skal arbeiða við
skatta- og avgjaldsspurningum.
Arbeiðið fevnir um ráðgeving og tænastur innan skatta- og avgjaldsøkið.
Innan
fevna uppgávurnar um ymiskar skattligar spurningar
viðvíkjandi
• persónum
• feløgum
• grunnum
• deyðsbúgvum v.m.
bæði sæð í mun til innanhýsis føroyskar skattareglur og í mun til tær tví-
skattaavtalur, sum Føroyar hava við onnur lond.
Á
er serliga talan um viðgerð av ymsum spurningum
um meirvirðisgjald.
Tær einstøku uppgávurnar verða vanliga loystar í samarbeiði við grann-
skoðararnar.
Fleiri av uppgávunum verða loystar í samstarvi við KPMG skrivstovur og
aðrar grannskoðarafyritøkur í øðrum londum, serstakliga í Danmark,
Íslandi og Noregi.
Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv, har rætti umsøkjarin
hevur høvi at seta sín dám á starvið.
Tann, ið settur verður, skal hava
• hóskandi ástøðiliga útbúgving
• viðkomandi arbeiðsroyndir
• lætt við at samstarva
• evni at samskifta í skrift og talu á føroyskum,
donskum og enskum
Roknað verður við at viðkomandi er fryntligur og fyrikomandi og til reiðar
at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí.
Lønin verður ásett eftir útbúgving og royndum.
Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda
okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 15. desember 2001.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Paula Ellefsen ella Súna
Schwartz Jacobsen á telefon 34 34 34.
Starvslýsing
Umsøkjarin
Umsóknin
skattaøkið
avgjaldsøkinum
Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
KPMG
Vit eru 25 starvsfólk, herav 2 statsaut. revisorar, 3 cand.merc.aud., fleiri við HD og á veg til HD og
cand.merc.aud., og ein við serroyndum innan edv.
KPMG statsaut. revisorar Sp/f, sum er føroysk ogn burturav, er limur í KPMG International, eitt av
heimsins størstu samtøkum av grannskoðarafyritøkum við meira enn 100.000 starvsfólkum til
samans.
KPMG veitir tænastur innan grannskoðan, roknskap, fíggjarstýring, skatt og mvg, og aðrar serligar
tænastur á hægsta góðskustigi.
Endamálið við KPMG International er, at kundar hjá KPMG í gjøgnum samstarv millum grannskoðara-
fyritøkur kunnu fáa somu tænastur og somu høgu góðsku um allan heimin. Limaskapur okkara í
KPMG ger eisini, at bæði vit og kundar okkara kunnu fáa beinleiðis samband við serdeildir í stórum
útlendskum grannskoðarafyritøkum.
KPMG í Føroyum hevur ein góðan og breiðan kundaskara við bæði stórum og smáum kundum innan
handil, ídnað, fíggjarstovnar, kommunur og stovnar undir landinum.
KPMG statsaut. revisorar Sp/f
Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35
Heimasíða: www.kpmg.fo, E-mail: kpmg@kpmg.fo
team85
C
M
Y
K
37
36