Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 178 - 18. september 2009 tíðindi Ein sælur friður hvílir yvir hvíta rúminum í Stephanssons húsi, har listafólkini Nils Vollertsen og Vígdis Petersen í løtuni sýna fram sína merkisvert skroypiligu og naknu list List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eina løtu tykist tað, sum at hvíta kjallararúmið í Step­ hansons húsi á Kongabrúnni er sett í undantaksstøðu frá býarlívinum uttanfyri. Naknu tekningarnarnar hjá Nils Vollertsen og frum­ kendu leirlutirnir hjá Vígdis Petersen hava tikið ein frið við sær inn, sum seta ferð á larmin av tínum egnu tonk­ um ­ ikki eitt vánaligt útgangsstøði fyri eina lista­ framsýning. Við svávulpinni og pappi Á hvítu veggunum hanga ein røð av ráhvítu papp­ stykkjunum, sum Vollertsen hesuferð brúkar sum lørift. Við fyrsta eygnabrá tykjast papppettini meir at kalla tóm, men so hvørt, tú kemur nærri, varnast tú eitt tysj­ andi lív av rørslum onkuntíð í støðugum samspæli við nakrar næstan ósjónligar grønar plettir, sum sam­ stundis toga hvítu bakgrund­ ina enn longur fram . Flestu tekningarnar ímynda fuglar á ein hátt, so tú gevst at hugsa um fuglin sum eitt djór við ávísum lit­ um og í einum ávísum nátt­ úruumhvørvi. Alt tað er skavað burtur, og eftir standa hábærsligu rørslunar, sveimandi, stokkutar og skroypiligar onkursvegna. Ikki sum fullfíggjaðar rørsl­ ur, men allatíðina á veg ­ eisini til eina nýggja rørslu í eini aðrari tekning á somu mynd, har onki er avgjørt frammanundan. ­ Eg royni at geva myndini eitt so spontant úttrykk, sum til ber, millum annað við íblástri frá strukturinum í pappinum. Á hesum mynd­ unum havi eg teknað við kol og brendum svávulpinn­ um, sigur Nils Vollertsen, sum eisini í aðrar mátar letur pláss vera fyri tí spont­ ana. Eitt nú er fýra ára gamla dótturin Katrine eisini sloppin at seta sítt fingra­ merki á fleiri av mynd­ unum. ­ Onkuntíð hevur hon snýkt seg at tekna sína egnu lítlu tekning inn í myndina. So í staðin fyri at skelda um tað, lati eg hennara tekning­ ar blíva part av verkinum. Barnatekningar hava okkurt vælgerandi fremmant yvir sær, sum vit vaksnu ikki duga at eftirlíkna nóg sann­ førandi, heldur Nils Vollert­ sen, sum eisini letur tíðar­ innar tonn sleppa upp í leikin. ­ Summi av hesum papp­ pettunum hava ligið nakað leingi í ljósinum, áðrenn eg byrjaði at tekna á tey. Har kann eg so brúka gulnaðu kantaranar til at geva mynd­ ini eina dýpd, sum annars kann vera trupul at raka, sigur listamaðurin. Goysandi list Í hvíta rúminum ganga nær­ um provokerandi naknu myndirnar hjá Vollertsen inn í eitt áhugavert samspæl við leirlutirnar hjá Vígdis Petersen, sum standa á gólv­ inum. Eins og fuglarørsl­ urnar, hava jørðlittu leirlut­ irnir okkurt tigandi hábærs­ ligt yvir sær, okkurt organ­ iskt og frumkent, har tilfar og aldukendar, hvørvandi rørslur geva verkunum lív. ­ Mær dámar best at brúka rátt leir, sum fær anda frítt. Glasurin brúki eg oftast fyri at geva ruftlutu og poknutu flatuni eitt mót­ spæl og kanska eitt meir grafiskt útrykk, sigur Víg­ dis Petersen. Listarliga samspælið við tekningarnar hjá Vollertsen kemur kanska serliga til sjóndar í eyðkendu strokun­ um í glasurinum, sum skifta støðugt millum skjótar og seinar rørslur. Eisini í sjálvum skapinum er tað rørslan, sum fyrst fangar eygað í leirlutunum. Eitt nú í myrka grástríputa verkinum, sum leiðir tank­ arnar á ein hval, sum kavar og bert sveivin stingur upp undan. ­ Tilfarsliga dámar mær eisini at mana fram kensluna av leivdum frá einum eld­ gosi. Sjálvt um eg fái nógv­ an íblástur frá Japanskari mentan og list, so haldi eg, at netupp í ráa tilfarinum sæst ein samanrenning mill­ um tað japanska og tað norðurlendska, sigur Vígdis Petersen. Í fleiri mátar tykist tilsip­ ingin til eldgos eisini vera ein rámandi yviskrift til framsýningina hjá teimum báðum listafólkunum, har ein brádligur froysur skapar nýtt lív, nýggj skap og nýggjar mátar at eygleiða heimin. Framsýningin í Stephans­ sons húsi letur aftur sunnu­ dagin. Nakin list í hvítum rúmi Ikki tíð til veðrið Nógv bendir á, at USA fær ikki stundir til at røkka einari innanhýsis semju undan veðurlagsráðstevnuni í Keypmanna­ havn í desember. Tað er leiðarin hjá demokratunum í Senatinum, Harry Reid, sum hevur sagt, at tað er ikki serliga sannlíkt, at Kongressin fær tíð til at viðgera og avgreiða eitt so umfatandi mál sum veðurlagsbroytingarnar undan ráðstevnuni í Keypmannahavn. Reid vísir á, at Kongressin hevur úr at gera við at viðgera uppskotini hjá Barack Obama, forseta um sjúkratrygging og nýskipanir á heilsuøkinum. Mugu tosa um fiskivinnuna Forkvinnan í grønlendska andstøðuflokkinum Siumut, Aleqa Hammond, vil hava landsstýrið at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal viðgera framtíðina hjá grønlendsku fiskivinnuni. Aleqa Hammond sigur, at fiskivinnan í Grønlandi stendur fyri stórum avbjóðingum bæði á nær­ og fjarleiðum og bæði á sjógvi og landi. Tí heldur hon, at taqð er umráðandi at halda eina ráðstevnu, sum skal viðgera teir ymsu trupulleikarnar, og sum skal seta út í kortið, hvørja kós tann grønlendska fiskivinnan skal halda tey næstu árini. Tekningarnar hjá Nils Vollertsen og leirlutirnir hjá Vígdis Petersen skapa eitt sermerkt samspæl á framsýning í Stephanssons húsi