Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 18. september 2009 15 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp. tá okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma Signdith Nielsen andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest fyri góð og troystarík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum vóru um hana til tað síðsta. Tøkk fyri blómur og kransar. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og tykkum, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Trygvi Niels Jákup og Høgni Tøkk Hjartaliga takka vit fyri samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Zakarias Hansen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Vit takka Bjarna Bæk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tykkum, sum vóru í kapellinum. Vit takka Teddy fyri vakran sang í kirkjuni, kirkjutænarum, berararum og øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu við jarðarferðina og í ervið. Mjólkarvirki og Tjarnargarður fáa tøkk, fyri stuðul og hjálpsemi. Ein serstøk tøkk til Heimið við Vallalíð, ið tóku sær so væl av honum og vóru so góð við hann, ta tíð hann var har. Vit takka G4 á Landssjúkrahúsinum, ið vóru um hann til tað seinasta. Eisini takka vit fyri vitjanir og tykkum, sum á ein ella annan hátt hjálptu okkum. Vit takka fyri blómur og fyri peningagávu til Heimið við Vallalíð og tykkum øllum, ið fylgdu Zakariasi til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul Ada, Sigmar, Doris, Birgit og Klæmint við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma og systir Lotta Vest Joensen Vágur doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tøkk fyri peningagávur til Vágs Kirkju. Tøkk til tey mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Julius, Durita & Jón Dagurin 18. september. Titus. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, men her verður helst ikki, sum summir halda, sipað til tann Titus, sum Paulus skrivaði bræv til. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjadagin í seinastu viku var hátíðarhald á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Bjarni Hansen, landinspektørur, legði frá sær vegna aldur. Bjarni hevur arbeitt sum matrikulmaður í góð 35 ár og verið ímyndin av teknisku nú­tím­ ansgerðini av føroyskari lendisfyri­ siting. Bjarni er borin í heim í Vest­ manna í 1940 og tók prógv sum landinspektørur í 1972. Tá hann var liðugur við ú­tbú­gvingina, arbeiddi hann eitt skifti í Danmark, áðrenn hann varð settur í starv á Matrikulstovuni tann 1. juli 1974. Tann 1. juli 2007 gjørdist Matrikul­ stovan partur av nýggju Um­ hvørvisstovuni, og gjørdist Bjarni leiðari á deildini Lendi, sum umfat­ aði matrikuløkið. Sostatt hevur hann arbeitt á stovninum í gott 35 ár, nú­ hann fer frá fyri aldur. Bjarni Hansen hevur gjøgnum øll síni virkisár verið virkin á tí tekniska økinum. Hann hevur so at siga einsamallur ment føroysku matrikulskránna, sum bleiv skraddaraseymað til tørvin hjá matrikulumsitingini. Umframt á tí datatøkniliga økinum, hevur Bjarni við sínum innliti og nærlagni verið góður í ráðum, bæði hjá starvsfeløgum, viðskifta­ fólki og øðrum myndugleikum. Á hátíðarhaldinum varð Bjarni Hansen heiðraður av bæði nú­ver­ andi og fyrrverandi starvsfeløg­ um. Stjórin, Jákup Pauli Joensen, bar fram hesa heilsan til Bjarna frá Umhvørvisstovuni: Umhvørv­ isstovan skal hervið takka tær fyri tína drú­gvu tænastu á matrikuløk­ inum, fyrstu mongu árini á Matrik­ ulstovuni og nú­ á Umhvørvis­ stovuni. Tín lutur hevur fyrst og fremst verið at tryggja eina støð­ uga tøkniliga menning á matrikul­ økinum, sum hevur verið framd á einum hollum fakligum grund­ støði. Tú­ hevur sýnt ídni, virkis­ fýsni og nýhugsan, og alt tú­ hevur greitt ú­r hondum hevur verið merkt av tínum nærlagni og fak­ liga støðufesti. Nú­ tú­ leggur frá tær vegna aldur, stendur títt lívs­ verk á matrikuløkinum eftir sum ein varði, ið tínir starvsfelagar framyvir kunnu skoða sum eitt frá­ gera gott fyridømi innan føroyska lendisfyrisiting. - red Bjarni Hansen farin frá Bjarni Hansen, landinspektørur á Umhvørvisstovuni, hevur lagt frá sær vegna aldur eftir at hava arbeitt sum matrikulmaður í góð 35 ár Mynd: Martin Sirkovsky