fríggjadagur 18. september 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti 31
Dámlig og dygdargóð
hús í Sørvági
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Væl ber til at liva væl í stóru og snøggu
húsunum í Sørvági, sum eru dagførd, so
tey eru at kalla sum nýggj.
Fyrsta fatanin
Tú koyrir inn á blinda vegin í friðar-
liga bústaðarøkinum og býlinginum
í Sørvági. Omanfyri er bøur og
hagi, har frálíkt er hjá børnum at
spæla og at trívast. Stutt er til
barnagarð, skúla, svimjihøll og
frítíðarskúla, og bátahylurin er nær
við. Innkoyringin er stór og breið,
og tú fært allar bilarnar inn í vakurt
steinsetta túnið. Stóra garagan við
nýggja elektriska portrinum er sera
innbjóðandi, og tú kanst væl nýta
hana til annað enn bilar – t.d. at
halda veitslu í.
Ljós og luft – stílur og snið
Inni er ljóst og liviligt. Tú kemur inn
í eina ljósa hall við trappu til niðaru
hædd. Trappan er vøkur sum eitt
møbilstykki og góð at ganga í,
so hon bindir hæddirnar saman á
ein náttúrligan hátt. Hall’in gevur
eitt gott uppbýti av húsinum, so
tað er praktiskt og liviligt. Í nýgga
køkinum kanst tú gleða teg um,
at dygd og design ganga upp í eina
hægri eind, og tú kanst sita við
vindeyga og njóta frálíka útsýnið
yvir bygdina og fjørðin.
Niðasta hædd - uttanfyri
og uttanum
Niðasta hædd er innrættað øll
sum hon er. Har kann yngra
ættarliðið liva og hugna sær í friði
og náðum, um tey ynskja tað. Har
er eisini fleiri praktisk rúm, har
tú kanst breiða teg út og við ítrivi
o.ø. Høvuðsinngongd er eisini til
niðastu hædd, so hon kann nýtast
sjálvstøðugt og fyri seg. Garður /
urtagarður er uttanum, so uttanfyri
er eisini møguleiki fyri at breiða
seg, og tú kanst lættliga fáa alt
leysafæ undir tak.
Innrætting
Í ovaru hædd er inngongd, gongd
/ trappugongd / hall, matarkøkur
/ alrúm, borðsstova / stova,
baðirúm, hjúnarrúm við baðirúmi
og útgongd til altan, kamar /
skrivstova við útgongd til garagu
/ bryggers / grovkøki / vaskirúmi.
Í niðaru hædd er inngongd, durur,
gongd / trappugong / alrúm, 2
kømur, goymslurúm (klárt at gera
til baðirúm), fýrrúm / kjallararúm
við egnari inngongd, vaskirúm og
hjallur.
Fakta
Adressa ..............Undir Bólheyggi 4,
Sørvágur
Byggiár: ..............1987 / 2008
Hæddir: ...............2
Gólvvídd: .............240 m2
Grundøki: ............718 m2
Goymslurúm: ......17 m2
Bilhús: .................28 m2
Prísuppskot: ......kr. 2.000.000,00