Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 18. september 2009 39 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Stuðulstænastan Hjálp okkum at finna eitt nýtt navn! Løkjukafein, ið hevur hildið til í Løkjatúni 1 á Argjum, flytur sítt virksemi niðan í hølini hjá Javna á Hoydalsvegi 40. Løkjukafein er eitt tilboð til fólk við sinnistrupulleikum og er partur av virkseminum hjá Stuðulstænastuni undir Nærverkinum. Endamálið við kafeini er millum annað: • At bøta um lívsvirðini hjá brúkarunum • At luttaka í mennandi tiltøkum • At fremja sosiala samveru millum brúkararnar • At fyribyrgja einsemi Nógv ymiskt virksemi verður í nýggju hølunum, og koma brúkarar og starvsfólk í felag at stinga út í kortið, hvussu virksemið verður skipað. Stuðulstænastan fevnir um sambýli, bústovnar og virknistilboð til sinnisveikar borgarar og stuðul til heimabúgvandi borgarar yvir 18 ár við serligum tørvi. Nýggja navnið skal boða frá einum felags samleika, ið eyðkennir virksemið hjá kafeini. Tað skal vera einnevnt, lætt at nýta í ymiskum høpi og ljóða væl. Annars er frítt spæl. Virðislønin fyri besta uppskotið er 3.000 kr. Nærverkið skilir sær rætt til ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum. Um fleiri hava skotið upp vinnandi navnið, verður drigið lut um virðislønina. Øll kunnu luttaka í kappingini, og luttøkan er navnleys. Tað vil siga, at uppskotini ikki skulu vera undirskrivað, men at eitt eyðmerki skal setast á uppskotini. Navn, bústaður og telefonnummar skal viðleggjast í afturlatnum brævbjálva, sum skal hava sama eyðmerki sum uppskotini. Uppskotini skulu merkjast ”Navnakapping” og sendast til: Nærverkið Sambýlið við Heyggjar Stílað: Sjúrður Johannesen Leiðari Bóndaheygur 3 100 Tórshavn. Seinasta freist at senda uppskot inn: 1. oktober 2009 kl. 12.00 Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Løkjukafein skal hava nýtt navn. Tí bjóða vit til navnakapping, har virðisløn verður latin fyri besta uppskotið www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Allar tær kulu Nógv góð og bílig dekk á goymslu!