Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 179 - 21. september 2009 Seanergy, sum er fyritøka, ið framleiðir evni úr upsaskræðu, sum millum annað verður nýtt at bremsa, at húðin eldist, hev­ ur møguleika at framleiða 10 prosent av heimsmarknað­ inum av hesum evni NýskapaN Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Niðri á kaiini á Eiði er virk­ ið Seanergy, sum útvinnur evnið kollagen úr upsa­ skræðu. Enn er ikki verulig gongd komin á framleiðsl­ una, men fyritøkan er kom­ in til ein kvalitet av evnin­ um, sum teir eru sera væl nøgdir við. ­ Sambært eini uttanvelt­ aðari kanning er produktið hjá okkum betri enn hjá nógvum øðrum, so hetta er nakað vit trúgva uppá, sigur Eyðun Gaardbo, sum er stjóri á Seanergy. Hann greiðir somuleiðis frá, at gongur alt sum vón­ að, so megnar virkið at framleiða 300 tons av koll­ agen um árið. Tað er ein tíggjundapartur av heimsmarknaðinum. Men tað gongur ikki altíð so væl sum ætlað, tí menn­ inir handa Seanergy hava eisini roynt seg við øðrum virki, sum framleiddi lýsi, men Faroe Marine Biotech er nú við at fara í søguna. ­ Vit fingu ikki nóg mikið av ráðvøru, og onnur ting spældu eisini inn, so tað eydnaðist ikki hjá okkum, men vit arbeiða framvegis við onkrari loysn har, sigur stjórin. Senda royndir Men hetta nýggja ævintýrið er nú næstan byrjað. ­ Vit hava sent royndir til nógvar fyritøkur, og vit hoyra frá onkrum rættiliga ofta. So mann kann siga, at vit eru á gáttini til veruliga at koma í gongd. Maskinur­ nar eru allar klárar, so vit bíða bara eftir, at onkur veruligur ordri vónandi kemur, sigur Eyðun Gaardbo. Størsti marknaðurin fyri kollagen úr fiskaskræðu er í Japan, sum hevur umleið 65 prosent av marknaðinum, og hagar eru rættiliga nógv­ ar royndir sendar. Hálvt spanskt Helvtin av partapeninginum í Seanergy kemur úr Spania frá eini fyritøku, sum eisini framleiðir kollagen. Einasti munurin millum fyritøkuna í Spania og Seanergy er at fyritøkan í Spania framleiðir kollagen úr grísahúð. Nógv samstarv er millum fyritøkurnar báðar, og spani­ ólarnir standa fyri tí mesta av marknaðarføringini av føroyska kollagenum úr upsaskræðu. Villur fiskur Í marknaðarføringini av før­ oyska kollagenum verður stórur dentur lagdur á, at tað er villur fiskur, sum verður nýttur til framleiðsl­ una. ­ Vit royna at syrgja fyri, at keypararnir vita, at tað er villur fiskur, tí kinesarar framleiða úr aldum fiski, og teir hava ein framleiðslu­ kostnað, vit ikki kunnu kappast við, sigur Eyðun Gaardbo. Somuleiðis leggur fyri­ tøkan dent á, at havum­ hvørvið, haðani fiskurin kemur er reint, umframt, at tað gongur skjótt frá at fisk­ urin er veiddur til evnið verður framleitt. Sjey milliónir Fyri at fyritøkan skal mala runt, so skulu umleið sjey milliónir vinnast. Og hetta trýr stjórin uppá. ­ Vit rokna við, at veruligu ordrarnir koma um einar tveir til tríggjar mánaðir, og í næsta ár vóna vit at kunna framleiða eini 80 til 100 tons. Hetta skuldi givið eitt søluvirði á einar 8 til 10 milliónir krónur, men vit kunnu staðfesta, at alt oman­ fyri 7 milliónir bara er gott, staðfestir Eyðun Gaardbo. Í framtíðini verður møgu­ ligt hjá fyritøkuni at fram­ leiða upp til 300 tons av kollagen, og tað skuldi givið eitt søluvirði á eina 30 milliónir krónur. Men stjórin staðfestir, at so skal ganga serstakliga væl. Seanergy kann fáa 10 prosent av heimsmarknaðinum Kollagen Evnið kollagen er protein, sum er í øllum kroppum. Bæði hjá djórum og fólki. Evnið verður nýtt til húðkrem, kapslar til heilivág, til kosttilskot og matvørutilskot. Fyrr er kollagen nýtt til millum annað lím, tí evnið er eitt slag av bindievni. Løgreglan ákærd Í Finnlandi er dómsvaldið farið undir eitt rættarmál ímóti einum løgreglumanni, sum er ákærdur fyri at hava misrøkt sítt arbeiði í sambandi við tilburðin, tá ein ungur maður skeyt 11 fólk í einum skúla í býnum Kauhajoki tann 23. septermber í fjør. Løgreglumaðurin tosaði við drápsmannin tann 22., men tók ikki skammbyrsuna frá honum, hóast hann visti, at tann ungi maðurin hevði lagt nakrar myndir av einum hópdrápi á alnótina. Ákæruvaldið heldur, at løg­ reglumaðurinm átti at havt tikið skammbyrsuna frá mannin­ um og hevur tí ákært hann fyri at hava misrøkt sítt arbeiði. Rýma úr kirkjuni Ætlar leiðslan í donsku fólkakirkjuni at gera eina roynd at steðga teimum, sum melda seg úr kirkjuni, skal hon leggja seg eftir at sannføra tey 30 til 45 ára gomlu um, at tey eiga at halda seg til kirkjuna. Tey flestu hava hildið, at tað eru tey ungu, sum melda seg úr kirkjuni, men nú vísir ein kanning, at tað eru serliga fólk millum 30 og 45 ára aldur, sum rýma úr kirkjuni. Kanningin umfatar árini frá 2003 til 2007, og tey árini fóru 42.000 fólk úr donsku fólkakirkjuni. Sambært Politiken kundt kanningin bent á, at fólk brúka nøkur ár til at hugsa seg um, áðrenn tey taka støðu til kirkjuna. Eyðun Gaardbo, stjóri á Seanergy, metir, at virkið hevur møguleikan at fáa tíggju prosent av heimsmarknaðinum av kollageni úr fiskaskræðu Mynd: Jens Kristian Vang