Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 181 - 23. september 2009 Ein maður er ákærdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, har hann eisini tók kvørkratak á kvinnuni og hótti hana við lívinum fyri at hon ikki skuldi melda Neyðtøka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein maður er nú ákærdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, eina náttina herfyri. Tvær ferðir royndi hann at neyðtaka somu kvinnu. Fyrru ferðina miseydn­ aðist tað. Men seinnu ferðina fekk hann fullført neyðtøkuna. Tað var eina náttina herfyri at hann legði á eina kvinnu og royndi at neyðtaka hana. Tann royndin miseydn­ aðist tí kvinnan setti seg til mótverju og slapp til rýmingar. Men stutt eftir fekk maðurin aftur fatur á somu kvinnu og tá fullførdi hann neyðtøkuna. Ógvuliga harðligur Umframt at hava roynt at neyðtaka kvinnuna, og fyri at enda at hava fullført neyðtøkuna, er hann eisini ákærdur fyri at hava verið ógvuliga harðligur imóti henni. Í sambandi við neyð­ tøkuna tók hann kvørkratak á hana og takið var so fast, at hon svímaði. Álopið á kvinnuna var so harðligt, at hon hevði merki, skurðsl og sár ymsastaðni á kroppinum. Tí er maðurin eisini ákærdur fyri harðskap av serliga ráum og grovum slagi. Tá ið kvinnan gjørdi neyðtøkumanninum greitt, at hon fór at melda, hótti hann hana til at tiga. Sambært ákæruritinum hótti hann við at drepa hana, ella okkurt líknandi. Maðurin játtaði seg ikki sekan. Sambært honum fekk hann ikki játtað seg sekan, tí hann mintist so lítið til hendingina. Tá ið ákæran var lisin upp, varð forboð sett fyri at endurgeva meiri úr rætti­ num. Málið er ikki liðugt viðgjørt, men tá ið tað verður tikið uppaftur, verður tað fyri afturlætnum hurðum. Men ákærin gjørdi greitt, at kravið er, at maðurin skal í fongsul. Royndi tvær ferðir at neyðtaka somu kvinnu Ein maður er ákærdur fyri at hava lagt á eina kvinnu tvær ferðir eina náttina. Fyrru ferð royndi hann at neyðtaka kvinnuna, men tað miseydnaðist. Seinnu ferðina tók hann hvørkratak á kvinnuna og fullførdi neyðtøkuna Oljan niður á 30 dollarar Amerikanski marknaðarserfrøðingurin Philip Verleger væntar, at oljuprísurin fer niður í helvt innan ársskiftið, og Bloomberg News væntar eisini, at prísurin fer at fella í næstum. Í løtuni eru tær amerikonsku oljugoymslurnar 14 prosent størri enn um hesa tíðina í fjør, og harafturat hava bæði amerikanarar og evropear lagt meiri brenniolju undir seg enn tey seinastu nógvu árini. Tað skrivar Dagens Industri. Samstundis sigur Altjóða Orkustovnurin IEA, at OPEC­londini framleiða 600.000 tunnur meiri um dagin, enn marknaðurin spyr eftir. Alt hetta ger sambært Philip Verleger, at oljuprísurin kann fara niður á 30 dollarar longu í hesum árinum. Væl skipað rán Ókendir menn rændu í nátt eina svenska savningarstøð, sum bankar og aðrir fíggingarstovnar brúka. Ránsmenninir komu til savningarstøðina við einari tylru, sum setti seg á takið á bygninginum, og seinni sóu vitni nakrar menn bera sekkir upp í tyrluna, sum so fleyg avstað. Seinni fann løgreglan tyrluna 30 kilometrar frá ránsstaðnum, men hvørki ránsmenn ella fongur vóru at síggja, skrivar TT. Løgreglan sigur, at ránið var sera væl fyriskipað. Ránsmenninir høvdu stroytt sokallaðar partisan­ seymir eftir vegnum til savningarstøðina fyri at darva løgregl­ uni. Eisini vísti tað seg, at onkur hevði pilkað við tyrluna, sum løgreglan hevur, soleiðis at hon slapp ikki á flog.