mikudagur 23. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 181 - 23. september 2009
Mánakvøldið segði
Alfred Olsen, at
útspælið hjá Sam
bandsflokkinum um
at tiðna blokkin var
eitt krav. Men tey
orðini tekur hann í
seg aftur
Ríkisveiting
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Alfred Olsen tosaði um eitt
“krav”. Kaj Leo Johannesen
tosaði um eitt “ynski”.
Spurningurin er so, hvørjum
av hesum báðum sambands
monnunum vit skulu trúgva.
Formanninum í tingbólki
Sambandsfloksins?
Ella
løgmanni og samgonguleið
ara?
Tá Jóannes Eidesgaard í
gjár boðaði danska fíggjar
málaráðharranum frá, at
blokkurin verður verandi á
sama støði, hingu orðini hjá
Alfredi Olsen í Degi og
Viku mánakvøldið fram
vegis í luftini. Formaðurin í
tingbólkinum hjá Sambands
flokkinum svaraði nevniliga
játtandi, tá hann varð spurd
ur, um útspælið hjá Sam
bandsflokkinum um at tiðna
blokkin var eitt krav.
Um orðini hjá Alfred eru
galdandi, so átti ABC sam
gongan nú at verið í eini
stjórnarkreppu. Men tað er
hon ikki, tí Alfred meinti
eftir øllum at døma ikki tað,
sum hann segði við sjón
varpið mánakvøldið.
Í politikki er ongantíð
klókt at seta ultimatum.
Tingmanningin hjá Sam
bandsflokkinum er komin
við sínum ynski um at tiðna
blokkin, men tað fingu vit
so ikki ígjøgnum, sigur
Alfred Olsen.
Men var kravið so ikki
eitt krav kortini?
Nú hanga tit journalistar
tykkum í hatta einstaka orð
ið. Nei, talan var ikki um
nakað
ultimatum,
sigur
Alfred Olsen.
Við útspælinum
um at tiðna blokkin
og fáa umleið 110
milliónir eyka krónur
í landskassan økir
Sambandið um
trýstið á Eidesgaard,
sum skal verja stóru
skerjingarnar á
komandi fíggjarlóg.
Fíggjarmálaráðharrin
kennir seg bakbitnan
av Edmundi Joensen
og kompaní
Ríkisveiting
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Eg kenni hetta sum eitt
bakbit frá Sambandsflokk
inum.
So greiður er fíggjarmála
ráðharrin, sum í gjár boðaði
sínum danska starvsbróðuri
frá, at árliga ríkisveitingin
verður verandi óbroytt. Frá
boðanin kom í Degi og
Viku týskvøldið eftir hart
samgongustríð seinastu dag
arnar, tí Sambandsflokkurin
fyrr í vikuni boðaði frá, at
ríkisveitingin skuldi verið
prístalsregulerað, soleiðis
at hon fylgdi prísvøkstrinum
í samfelagnum annars. Við
afturvirkandi megi, tað vil
siga um roknað verður aftur
til 2002, tá fullveldissam
gongan fastfrysti blokkin,
kundi ein tílík prístalsregul
ering vunnið landskassanum
um 110 milliónir krónur.
Bakbit
Tann fyrra ABC samgongan
varð samd um at varðveita
hesa fastfrysting í 2004.
Sambandsflokkurin hevur
alla tíðina viljað tiðnað
blokkin, men tað hava Javn
aðarflokkurin og Fólka
flokkurin ikki viljað. Báðir
flokkarnir hava meldað út,
at loysnin á trongu búskap
arliga støðuni ikki er at
biðja danir um størri blokk
stuðul, og at útspælið frá
Sambandsflokkinum haraft
urat er í stríð við samgongu
skjalið.
Nú stendur samgongan
yvir fyri einum halli á kom
andi fíggjarlóg, sum fer at
tátta í milliardina. Og stóra
avbjóðingin hjá samgonguni
verður at verja stóru skerj
ingarnar, ikki minst á væl
ferðarøkinum.
Tí harmast fíggjarmálaráð
harrin og formaðurin í
Javnaðarflokkinum
um
framferðarháttin hjá sínum
samgongufeløgum í Sam
bandsflokkinum.
Jóannes
Eidesgaard brúkar orð sum
“bakbit” og undrast serliga
á “timingina”, tá hann skal
seta orð á ósemjuna.
At Sambandið velur at
koma við hesum útspæli,
beint áðrenn fíggjarlógin
verður løgd fram, og at
Edmund nú fer solo klokkan
fimm minuttir í tólv, hevur
gjørt samgonguna veikari,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Trýstið økist
Javnaðarflokkurin er í tung
um sjógvi í veljarakanning
unum og fekk einans 14% í
Gallup kanning fyri fáum
vikum síðani. Flokkurin
situr við fíggjarmálum, og
nú stórar sparingar eru fyri
framman, sum skulu verjast
yvir fyri veljarunum, kann
trýstið á flokkin økjast. Og
við útspælinum frá Sam
bandsflokkinum kann Eid
esgaard koma at standa
meiri einsamallur, tá ákoyr
ingarnar um skerda vælferð
fara at skola oman yvir sam
gonguflokkarnar í komandi
tíðum. Jóannes ásannar, at
Javnaðarflokkurin stendur
yvir fyri eini stórari avbjóð
ing.
Lat meg siga tað soleið
is, at hetta hevur í øllum
førum ikki linkað um trýstið
á Javnaðarflokkin. Men hin
vegin verður hallið somikið
stórt, umleið 800 milliónir
krónur, at ein prístalsregul
ering av blokkinum als ikki
loysir teir trupulleikar, sum
føroyska samfelagið stendur
yvir fyri, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Skeiv tøl
Fíggjarmálaráðharrin undr
ast eisini á, at Sambandið
uttan at blunka tosar um
110 milliónir eyka krónur í
landskassan, um blokkurin
varð tiðnaður. Men hendan
upphæddin er einans røtt,
um danir vóru sinnaðir at
prístalsregulera blokkin við
afturvirkandi megi heilt
aftur til 2002, tá blokkurin
varð frystur. Tað hevði ver
ið ein samráðingarspurning
ur, og tað væntar fíggjar
málaráðharrin ikki, at danir
høvdu verið sinnaðir til.
Danir hava sjálvir eitt
undirskot á 86 milliardir
krónur og høvdu neyvan
givið okkum meiri pengar,
um vit nú boðaðu frá, at
semjan frá 2004 skal broyt
ast.
Eidesgaard: Bakbit frá Sambandinum
Alfred etur orðini í seg aftur
Við útspælinum frá Sambandsflokkinum um at tiðna blokkin og vinna landskassanum 110
milliónir krónur økist trýstið á fíggjarmálaráðharran og javnaðarformannin Jóannes Eidesgaard,
sum í komandi tíðum skal verja stóru sparingarnar yvir fyri veljarunum
At Sambandsflokkurin og Edmund Joen
sen nú fara solo klokkan fimm minuttir í
tólv, hevur gjørt samgonguna veikari
Bilasølan steðgað
Danska bilasølan er nú minkað so nógv, at bilasølurnar hava
ikki selt so fáar bilar síðani 2003. Tøl hjá innflytarafelagnum
vísa, at persónbilasølan minkaði 31 prosent í august
samanborið við sama mánað í fjør. Hjá teimum, sum selja
vøruvognar, gekk uppaftur verri, tí tann sølan var heili 59
prosent minni enn í august í 2008. Tær donsku bilasølurnar
ugga seg tó við, at tølini eru frægari nú enn fyrr í ár, tí tá
keyptu danir næstan ongar bilar. Men glottarnir eru smáir, tí
bilamarknaðurin er framvegis undir stórum trýsti orsakað av
arbeiðsloysi og fíggjarkreppuni annars, sigur felagið.
Ov nógvir tinglimir
Fyrradagin kunngjørdu Demokratarnir í Grønlandi, at teir
vilja hava landsstýrið at kanna treytirnar fyri grønlendskum
limaskapi í ES. Í gjár komu teir aftur við einum uppskoti,
og hesaferð mælti flokkurin til at skerja tingmannatalið í
Inatsisartut ella Landstinginum. Eftir galdandi skipan
hevur Landstingið 31 limir, men Demokratarnir halda, at
25 hevði verið nóg mikið, og tað hevði eisini spart
landskassanum einar tríggjar milliónir krónur um árið,
sigur flokkurin sambært blaðnum Sermitsiaq.