Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2001 15 Fyri tveimum árum síðani var Páll Vang á Tvøroyri kendur politikari og ein virk- in maður á nógvum økjum. Nú situr hann gloymdur í eini lítlari sjúkrastovu í eini barakk í Havn, og kann onki gera. Í Før- oyum er so so lítil hjálp at fáa at nú vil hann bara sleppa til Danmarkar, til um- støðurnar í Føroyum verða betri. EIN SJÚKRALAGNA Áki Bertholdsen – Eg biðið ikki um so nógv. Hevði eg bara kunnað verið heima og havt ein bil, so eg slapp ein lítlan túr viðhvørt, hevði eg verið glaður. Men tað nyttar alt onki. Páll Vang á Tvøroyri hev- ur langt síðani ásannað, at Føroyar er onki blívandi stað og nú vil hann bara sleppa aftur til Danmarkar. Fyri tveimum árum síð- ani kollvelti hervilig sjúka alt hansara lív og tilveruna hjá øllum húski hansara. Til fyri tveimum árum síðani var hann kendur politikari og ógvuliga virkin á nógvum økjum. Frá 1981-1985 var hann landsstýrismaður fyri fólkaflokkin. Í 1984 varð hann valdur í Tvøroyrar Býráð. Har kom hann beinanvegin í samgongu og tær báðar seinastu seturnar var hann býráðsformaður. Somuleiðis hevur hann verið uppstillaður til Løg- tingsvalið fyri fólkaflokkin øll hesi árini og á seinasta val í 1998, kundi atkvøð- urnar teljast á aðrari hond- ini sum honum restaði í fyri at blíva valdur. Sostatt var tað Páll Vang, sum stóð við róðrið á Tvør- oyri, tá ið ringasta kreppan í søguni legði alt landið lamið. Í politikki skerst ikki burtur, at tann skeiva gongdin í Suðuroynni, og í útjaðaranum í Føroyum sum heild, bæði vinnuliga og í fólkatalinum nívdi hann almikið og hann gjørdi tað til sítt hjartamál at fáa vent gongdini. Tað dylist heldur ikki, at hann sá tað komandi oljuvinnuna sum fremsta møguleikan at fáa vent gongdini í Suðuroynni og hann legði tí eitt stórt arbeiði í at fáa oljuvinnuna til Suðuroyar. Stóri ansur hansara fyri útjaðaranum í Føroyum gjørdi hann næstan sjálv- skrivaðan til formann í Býarfelagnum, sum seks tær størstu kommunurnar skipaðu og tað var í hansara formanstíð, at kommunali veðhaldsgrunnurin kom, sum hevur lætt munandi um skuldina hjá teimum ringast staddu komm- ununum og hevur gjørt tær førar fyri at koma víðari. Hann sigur, at í bý- ráðnum hevði hann sera gott samstarv við allar aðr- ar politikarar og serliga tey fólkini, sum sótu í umsitingini. Tey hava eisini stuðlað honum ótroyttiliga, síðani hann varð sjúkur. Í frítíðini var tað serliga seyður og seyðahald, sum hevði hansara stóra áhuga og hann hevur nógvan seyð sjálvur. Ein bráðan enda Tollaksmessudag 1999 fekk alt hetta ein bráðan enda. Kona hansara, Elin minn- ist, at Páll Vang var í sera góðum hýri hendan dagin. Ikki minst fegnaðist hann um, art skattaprosentið lok- sins varð lækkað 0.25%. Men um náttina bleiv hann illa sjúkur og fór á Suðuroyar Sjúkrahús, hað- ani hann beinanvegin varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð 3. jóladag. Sjálva nýggjarsnátt, tá ið heimurin trein inn í nýggju øldina, versnaði sjúkan aftur. Hesa løtuna stóð so illa til, at læknarnir fyrireikaðu konu og børn hansara upp á tað ringasta og ongin vænt- aði, at hann fór at klára tað. Men hann gav ikki skarv- in yvir og sjey dagar aftaná, vaknaði hann aftur. Aftaná kundi staðfestast, at heila- bløðingin, hann hevði havt, hevði gjørt so mikið stóran skaða, at hann als onki kundi. Páll Vang var so ómeta- liga heppin at sleppa á ta sera framkomnu venjingar- miðstøðina Dianalund, sum hevur ment ein nýggj- an hátt at venja illa heila- skadd fólk upp aftur. Fyri at fáa nakað burturúr hesum venjingum, er tað av størsta týdningi, at bak- landið hjá sjúklinginum er ílagi. – Tað hevur tað sanniliga verið, sigur Páll Vang. Um- framt konuna, hava eisini allar tær fýra døturnar frá fyrsta degi stuðlað, lyft og gonguvant við mær. Somu- leiðis hava skyldfólk og vinfólk í Føroyum og í Danmark stuðlað ótroytt- iliga. Saman við venjingini á Dianalund er tað orsøkin til, at hann hóast alt er so væl fyri nú, sum hann er. Sleppur ikki heim Fyri at Páll Vang skal kunna mennast og koma enn meiri fyri seg aftur, er áhaldandi neyðugt at venja og stinbra bæði kropp og heila. Men í Føroyum er ikki pláss fyri fólkum, sum Páll Vang. Tað eru nú fýra mánaðir síðani, at hann kom heim til Føroyar, men síðani hevur hann verið noyddur at búgva á einum lítlum kam- ari í einari av barakkunum hjá Landssjúkrahúsinum. Hann hevur onki at fýlast á starvsfólkið í Heilsi- verkinum – Tey eru sera vælút- búgvin, sera dugnalig og fitt og tey leggja nógv fyri, fyri at hjálpa. Men tey hava so syndarliga vánaligar umstøður og tey gera, hvat tey kunnu. – Eg eri ikki meiri enn 50 ára gamalur og tað er so mangt, eg kundi havt gjørt enn, bleiv eg so frægur. Men fyri at blíva so frægur, noyðist eg av land- inum. Í Føroyum er sera trupult at fáa tær venjingar, sum skulu til. Á Lands- sjúkrahúsinum eru eitt nú ikki umstøður at geva honum gonguvenjingar, sum kanska eru tær mest grundleggjandi. Á Suður- oyar sjúkrahúsi hava tey umstøður at geva gongu- venjingar, men ikki aðrar venjingar. Í løtuni fær hann ikki gjørt so nógv. Hann fær ikki gingið, annar armurin er lamin og sjónin er eisini farin so av lagi, at hann fær heldur ikki lisið. Hann heldur ikki, at tað er so ómetaliga nógv, hann biðjur um. Hann sigur, at honum leingist ómetaliga illa heim til Tvøroyrar, men tað er ikki hugsingur um. – Líka síðani eg varð sjúkur, hava vit roynt at fáa stuðul til at fáa húsini broytt, so at eg kann vera í teimum. Vit hava eisini roynt at fingið ein bil, so eg kundi sloppið ein lítlan túr av og á. Tað er eisini ein grund- leggjandi tørvur á, at heimarøktin fær eina døgn- tænastu, tí Páll Vang hevur eisini brúk á stuðuli um næturnar. –Meiri biði eg ikki um. Hevði eg kunna fingið tað, hevði eg verið glaður. Men hann er farin at ásanna, at tað er ómetaliga tungt og gongur long tíð at fáa nakrar sømdir – Tað hendir púra onki og øll skumpa trupulleikan frá sær og soleiðis gongur frá stovni til stovn. Tosa vit við ein stovn, er tað ein annar, sum hevur ábyrgdina og soleiðis er tað allan vegin, so hóast tað eru tvey ár síðani, at eg varð sjúkur, eru viðurskiftini ikki greið enn. Aftur til Danmarkar Tað er ikki mannsømiligt at bjóða fólki, sum Páll Vang, at tey skulu verða búgvandi á Sjúkrahúsi restina av lívinum. Á Landssjúkrahúsinum eru umstøðurnar eisini vánaligar hjá fólki, sum honum. Men, fyrrenn tað verður skipað so fyri, at hann kann fáa stuðul heima, er ikki hugsingar um at hann kann flyta heimaftur. Páll Vang hevur tí ásannað, at einasti máti at koma víðari í lívinum, er at fara niður aftur til umstøðurnar í Føroyum eru blivnar betri, so at hann kann fáa stuðul heima. – Ein dóttir, sum býr niðri, kemur heim at halda jól. Hevði eg eisini kunnað sloppið suður á Tvøroyri at hildið jól, so alt húski fekk nakrar dagar saman, hevði eg verið fegin, Men aftaná jól er onki at gera, uttan at fara niður aftur á Diana- lund, har tey hava játtað at taka meg aftur. Har skal hann so fáa venjingar í at ganga, at fáa rørslu aftur í armin og at fáa sjónina í rættlag. Ætlanin er so, at hann skal vera í Danmark, til umstøðurnar eru blivar so frægar í Føroyum, at hann kann sleppa heim til sín sjálvs at vera. Men tað kann so ikki, fyrrenn húsini eru broytt, bilurin er komin og lógin er broytt, so at hann kann fáa stuðul heima og fyrrenn hann annars kann fáa tær venjingar, sum eru neyðugar. Gloymdur Páll vang sigur, at síðani hann bleiv sjúkur, hevur hann fingið eyguni upp fyri mongum, sum hann ikki hugsaði so nógv um áðrenn. – Eg vildi aldrin trúð, at tað var so ringt at blíva álvarsliga sjúkur í Føroyum og at heilsu- og almanna- verkið ikki kunnu veita nakra sjálp og at skipanin er so stirvin at onki hendur. Men tað ringasta er næstan, at øll skumpa ábyrgdina undan sær. Tað, sum nívur hann mest er kortini tað, at nú tykist tað, sum um øll hava gloymt hann. Hann hevur roynt at hildið skansan hjá fólka- flokkinum í yvir 20 ár í sjálvari háborgini hjá javnaðarflokkinum og tað hevur ikki altíð verið tespuligt. –Fólkafloksmenn sótu javnan onkuntíð gott inni hjá mær á Tvøroyri. Men síðani eg varð sjúkur, hava teir gloymt meg full- komiliga. Ongin hevur spurt eftir mær og tað er bara ein fyrrverandi ting- maður, sum hevur vitjað meg. Heldur ikki tað hálvt- annað árið, eg lá sjúkur í Danmark, sá eg nakran, heldur ikki so frægt sum fólkatingsmannin úr minum egna flokki. – Politikarar hugsa bara um teg og meg, tá ið teir hava havt brúk fyri at- kvøðuni. Hann dylir heldur ikki fyri, at alt tað, sum er farið fram, hevur gjørt, at hann fullkomiliga hevur mist áhugan fyri partapolitikki og tað fer hann ikki uppí aftur. – Verði eg so frægur, havi eg ein dreym um at kunna gera okkurt, sum kundi gjørt umstøðurnar frægari hjá teimum, ið koma í somu støðu sum eg. Akkurat hvussu, veit eg ikki enn, men tað er nógv, sum liggur á láni. Hann sigur, at tað, sum nú liggur fremst fyri, er at fáa sjónuna og hendurnar so frægar, at hann fær skriva á teldu, umframt gonguvenjingarnar, sjálv- andi. So tá ið flúgvarin eina- ferð eftir nýggjár lættir sær úr Vágum, er Páll Vang eitt av ferðafólkunum, tí í Før- oyum, her hann hevur livað og virkað alt sítt lív, er ikki pláss fyri honum, nú hann bleiv sjúkur. Tað er ikki pláss fyri Páll Vang í Føroyum Páll Vang situr nú leinkjaður og burturgloymdur í einum rullustóli í eini barakk á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur nú verið noyddur at ásanna, at tað eru ikki pláss fyri fólki sum honum í Føroyum og tí fer hann nú av landinum aftur, til hann fær umstøður at vera heima. 15 14 Nr. 224 - 20. november 2001 Føroyska heilsuverkið hevur verið forsømt seinastu 30 árini, men tað hava vit gjørt nakað við, og vit fara framhaldandi at rað- festa hetta økið høgt, sigur Høgni Hoydal POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Blokkstuðulin er eingin trygd fyri, at vit hava eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk. Seinastu 30 árini hava vit havt eitt sokallað heilsuverk, sum hevur staðið í stað. Og støðan hjá Páll Vang er eitt av mongum dømum um, hvussu støðan er á hesum øki. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldis- flokkinum. – Hóast vit nú minka blokkstuðulin, seta vit nógv fleiri pengar av til almanna- og heilsuøki, og alt trivn- aðarøkið skal raðfestast fram um annað komandi árini, sigur hann. – Eg havi eisini havt hesar trupulleikar inn at lívinum, tí onkur í familjuni hevur havt hjálp fyri neyðini. Tí veit eg, at tað kann verða eitt stórt tak at fáa neyðugu hjálpina. Danskir pengar eingin trygd Høgni Hoydal heldur, at tað er eingin grund til at sam- antvinna fullveldi við hesar trupulleikar. – Vit hava seinastu 30 árini forsømt heilsuverkið, og tað hava vit gjørt, sam- stundis sum vit hava fingið pengar úr Danmark. Nú gera vit nakað við støðuna, og seinastu 2-3 árini eru fleiri pengar settir av til trivnaðarøkið, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur ikki, at tað bara er ein spurningur um pengar fyri at fáa heilsu- verkið at virka. Tað er eisini spurningur um samskipan og raðfestingar. – Einar sjálvstøðugar Føroyar skulu hava eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk, og hóast vit verða sjálvstøðugt land, so skulu vit eisini samstarva við onnur lond á hesum øki, sigur hann. – Næstu árini skal trivn- aðarøkið raðfestast hægst, so vit fáa gjørt enn fleiri betringar á hesum øki, sigur Høgni Hoydal. – Tað er ótrúliga keði- ligt, at ein persónur kennir seg noyddan til at fara av land- inum fyri at fáa neyð- uga hjálp, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum POLITIKKUR Eyðun Klakstein Landsstýrismaðurin við heilsumálum heldur, at tað er sera óheppið, at ein persónur fer av landinum fyri at fáa neyðugu hjálp- ina. – Eg kenni eitt sindur til hetta málið, og tað, sum eg havi fingið at vita um trupulleikan, so er tað, at tað ber ikki til at lata hjálp í heiminum. Hetta hava vit ikki havt heimild til, men eitt uppskot um at broyta pensjónslógina er í ting- inum, og verður hon sam- tykt, sum tað sær út til í løt- uni, so kunnu vit í fram- tíðini veita hjálp í heim- inum eisini, sigur Sámal Petur í Grund. – Tað er ótrúliga keðiligt, at ein persónur kennir seg noyddan til at fara av landinum fyri at fáa neyðuga hjálp. Rokningin kemur til Føroya fyri hetta, og tí eiga vit at hava sama tilboð í Føroyum. – Tað sum eg kenni til hetta málið, so er tað hjálpin í heiminum, sum hevur verið trupulleikin, og tað kunnu vit loysa, tá tingið gevur okkum hei- mild til tað, sigur Sámal Petur í Grund. Høgni Hoydal: Danskir pengar eingin trygd Sámal Petur í Grund: – Broytingar verða gjørdar Lisbeth L. Petersen heldur, at trupulleik- in skyldast vantandi vilja og skeiva rað- festing. Alt prát um, at trupulleikin skyldast blokkinum, heldur hon vera púrasta burturvið POLITIKKUR Heri á Rógvi Lisbeth L. Petersen sigur seg væl skilja sjonarmiðini hjá Pálli, og hon gevur honum rætt í, at tað er sera trupult at vera álvarsliga sjúkur í Føroyum. -Tað er ikki fyrr enn vit sjálvi uppliva tað, at vit sanna, hvussu ring støðan er, sigur Lisbeth L. Peter- sen. Forkvinnan í Sambands- flokkinum kallar støðuna fyri út av lagi vánaliga. Lisbeth heldur, at støðan hevur als einki við blokk- stuðulin at gera. -Tað er skeivt tá ið loys- ingarsinnaðir politikarar tosa um, at vánaliga støðan á heilsuverkinum skyldast blokkstuðulinum, sigur Lisbeth L. Petersen. Hon vísir á, at við gomlu refusjónsskipanini, so var heilsuverkið tryggja betri enn tað er nú, tá ið blokk- urin ikki verður nýttur til tað rætta endamál. -Tað er í síðsta enda ein spurningur um raðfesting og vilja, sigur Lisbeth L. Petersen, sum leggur dent á, at hetta er nakað, ið hennara flokkur hevur sett sær ovast á dagsskránna. Í sambandi við, at vit í dag hava eitt niðurslitið heilsuverk, so heldur Lis- beth L. Petersen ikki nógv um ætlaninar við at skerja og blokkin, tí tað er heilsu- verkið, ið í síðsta enda kemur at merkja hetta, og harvið tey veikastu, sigur forkvinnan í Sambands- flokkinum. – Tað er ikki nóg gott, um ein persónur flyt- ir av landinum, tí hann ikki kann búgva her, men er talan um eitt heilsutilboð, sum varðar ávísa tíð, so kunnu tað verða fyri- munir í eitt nú Dan- mark, sigur løgmaður POLITIKKUR Eyðun Klakstein Anfinn Kallsberg hevur ikki hug at gera viðmerk- ingar til ítøkiliga málið við Páll Vang, tí hann sigur seg ikki kenna nóg mikið til hetta mál. – Men eg kann siga, at um ein persónur kann fáa eitt gott heilsutilboð í eitt nú Danmark, sum vit ikki kunnu lata í Føroyum, so kann tað verða fyrimunur við at brúka hetta tilboð, sigur hann. – Vit senda ymiskar sjúk- lingar av landinum til við- gerðar, og tað kann vera fyrimunur at gera tað. Er tað hinvegin talan um, at ein persónur ikki kann búgva her í landinum orsaka av síni heilsustøðu, so er tað nakað heilt annað, og so er tað samstundis nakað, sum vit skulu gera nakað við, sigur løgmaður. Hann heldur, at munur er á, um talan er um eitt heilsutilboð í styttri tíð ella talan er um varandi flyting. Anfinn Kallsberg Kunnu verða fyrimunir í útlandinum – Tað eru nógv dømi um, at fólk, sum koma illa fyri, kenna seg svikin av føroyska samfelagnum, og tað er stór skomm, sigur Jóannes Eidesgaard POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Tað harmar meg almikið, at Páll Vang skal fara av landinum fyri at leita sær hjálp. Hetta er tíverri bert eitt dømi um, at fólk, sum koma illa fyri, kenna seg svikin av føroyska sam- felagnum, og tað er stór skomm. Tað sigur Jóannes Eides- gaard, formaður í Javnaðar- flokkinum. – Føroyska heilsuverkið er afturúrsiglt, og hetta vís- ir, at samgongan ikki røkir tær skyldur, sum hon hevur mótvegis borgarunum. Vit skulu brúka pengarnar til at bøta um støðuna hjá slíkum fólki og ikki leggja teir síðis fyri at spara upp til fullveldi. Blokkurin týðandi leiklut Men vísir hendan søgan ikki, at danskir pengar nevniliga ikki eru nøkur trygd undir heilsuverkin- um? – Vit fáa eina blokkstuðul úr Danmark, men tað eru teir føroysku politikararnir sum gera av, hvat hesir pengar verða brúktir til. Tjóðveldisflokkurin hevur erpað sær av, at hann hevur ikki brúkt allan blokkin, men sett hann í Lands- bankan. Støðan hjá Páll Vang er eitt úrslit av hesum skilaleysa politikki. Hvat heldur tú er loysnin? – Vit skulu raðfesta heilsuverkið nógv hægri, og vit mugu viðurkenna, at blokkstuðulin framhald- andi hevur ein týðandi leik- lut, um vit skulu veita okk- ara borgarum eina tænastu, sum er virðilig og sum onn- ur lond hava. Ynskja vit ikki tað, ja, so kunnu vit halda fram við hesum ó- forsvarliga og óskiljandi politikkinum hjá samgong- uni. Jóannes Eidesgaard: – Hetta er stór skomm – Tað er ræðuligt, at ein maður skal leita sær av landinum fyri at fáa neyðuga hjálp, heldur Jenis av Rana POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Støðan hjá Páll Vang er eitt av mongum dømum um, at støðan í heilsuverk- inum er kaotisk. Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. – Fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt upp- skot til viðgerðar í ting- inum, sum snúði seg um at lata hjálp til fólk, sum búgva heima. Tá spurdi eg, um tað fór at bera til at lata fakfólk veita hjálp í heiminum, og tað kundi landsstýrismaðurin ikki svara. – Eg heitti á Trivnaðar- nevndina um fáa greiði á, um tað fer at bera til at fáa fakfólk at hjálpa fólki í heiminum. Um sjúklingar hava hug at vera heima, so skulu teir eisini hava møgu- leikan til tað. Tað má ikki henda, at fólk fara av land- inum fyri at leita hjálp. Miðflokkurin legði her- fyri uppskot fyri tingið, har flokkurin mælti til eina fólkaatkvøðu um mink- ingina av blokkinum. – Vit kundu gjørt nógv fyri at bøtt um støðuna í samfelagnum fyri tær 367 milliónirnar, sum vit nú senda aftur til Danmarkar. Hetta eru pengar, sum vit hava rætt til, og sum áttu at verið brúktir her í land- inum, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana: Ruðuleiki í heilsuverkinum Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin: Ein spurningur um raðfesting og vilja C M Y K 14