hósdagur 24. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
Formaðurin í Reiðara
felagnum staðfestir,
at støðan hjá fiskiflot
anum er so vánalig, at
talan kann í mesta lagi
verða um smávegis
dagføringar, nú Fiski
mannafelagið hevur
sagt sáttmálan upp
Sáttmála
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Uttan iva er tað okkurt,
sum Fiskimannafelagið vil
hava broytt.
Viberg Sørensen, formað-
ur í Føroya Reiðarafelag,
staðfestir, at Fiskimanna-
felagið hevur sagt sáttmálan
upp til at fara úr gildi 30.
november.
Men hann staðfestir sam-
stundis, at hann hevur onki
frætt um, hvørji krøv Fiski-
mannafelagið hevur til ein
nýggjan sáttmála.
- Men tá ið sáttmálin er
sagdur upp, er tað ivaleyst,
tí at Fiskimannafelagið vil
hava onkrar broytingar.
Viberg Sørensen sigur, at
Reiðarafelagið ætlaði ikki
at siga sáttmálarnar við
manningarfeløgini upp.
Reiðarafelagið
heldur
nevniliga ikki, at hetta er
stundin til at gera nakrar
ábøtur, sum føra við sær, at
skipini fáa størri útreiðslur.
- Hetta er avgjørt ikki
stundin til at áleggja fiski-
flotanum størri útreiðslur,
staðfestir hann.
Byrja á
nullpunktinum
Hann væntar eisini, at teir í
Fiskimannafelagnum
er
greið yvir støðuna í fiski-
flotanum og tí væntar hann
heldur ikki, at felagið fer at
krevja
nakrar
stórvegis
broytingar, men at talan í
mesta lagi verður um at fáa
onkrar dagføringar.
Hinvegin
sigur
hann
eisini, at nú sáttmálin er
uppsagdur, er tað ikki bara
Fiskimannafelagið,
sum
kann seta krøv fram.
- Tá ið farið verður undir
samráðingarnar, byrja báðir
partar á null punktinum og
tá kunnu báðir partar seta
krøv.
Einaferð var tað ógvuliga
umráðandi fyri Reiðarafel-
agið, at fáa fiskimenn at
betala ein part av oljuni hjá
skipunum. Er tað hugsandi
at tað kravið verður sett
fram aftur nú.
- Nei, tað vænti eg ikki,
hóast oljan er ógvuliga
tyngjandi fyri raksturin.
Men sum eg havi sagt: Tá
ið farið verður undir samráð-
ingarnar, byrja báðir partar
við reinari talvu, so tað er
ikki til at vita, hvat kemur
upp á vegnum, sigur Viberg
Sørensen.
Reiðarar ikki ráð til kollveltandi broytingar
Hava ikki
tikið støðu
Skipara og Naviga
tørfelagið og Maskin
meistarafelagið hava
ikki tikið støðu til,
um sáttmálin við
Reiðarafelagið skal
sigast upp
Sáttmála
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvørki Skipara- og Nav-
igatørfelagið ella Maskin-
meistarafelagið, hava enn
tikið støu til, um teirra sátt-
máli við Reiðarafelagið
skal sigast upp.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðuni, er tað
greitt, at Fiskimannafelagið
hevur sagt sáttmálan upp.
Men tað verður ikki fyrr-
enn einaferð í næstu viku,
at hini bæði manningar-
feløgini fara at taka støðu
til spurningin.
Sáttmálin hjá navigatør-
unum og maskinmeistar-
unum gongur út 31. Des-
ember.
Men sum tað skilst á for-
monnunum í báðum feløg-
unum, er tað heldur ikki
greitt, um sáttmálin verður
sagdur upp.
- Vit eru greiðir yvir, at
støðan hjá fiskiflotanum
er sera vánalig, so vit
mugu gera upp við sjálvi,
hvat endamálið við at siga
sáttmálan uppm skal vera,
sigur Páll Hansen, formað-
ur í Maskinmeistarafelag-
num skal vera.
Hann er eisini greiður
yvir, at verður sáttmálin
sagdur upp, verður neyvan
talan um tær stóru ábøtur-
nar, men talan verður helst
ikki um meiri enn onkrar
dagføringar, leggur hann
afturat
Støðan er ikki serliga
góð, vilja hava nakað aftur-
at, so er hetta nokk ikki
rætta løtan
Hesum er Eyðstein Djur-
huus, formaður í Skipara-
og
Navigatørfelagnum
samdur.
- Vilja vit hava ábøtur á
sáttmálan, er hetta nokk
ikki tann frægasta løtan at
fáa semju um nakað slíkt,
sigur hann.
Vit fara at royna a
fáa reiðararnar at
góðtaka, at fiskimenn
skulu hava betri hýru,
men vit vilja eisini
hava meiri frítíð,
sigur Jan Højgaard,
nú Fiskimannafelagið
hevur sagt sáttmálan
við Reiðarafelagið upp
Sáttmála
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskimannafelagið heldur, at
fiskimenn fáa ov lítið í løn.
Tað sigur Jan Højgaard,
formaður í Fiskimannafel-
agnum.
Fiskimannafelagið hevur
sagt sáttmálan við Reiðara-
felagið upp til at fara úr
gildi tann 30. november.
Sostatt skulu samráðingar
verða um nýggjan sáttmála
í næstum.
Jan Højgaard sigur, at
enn hevur nevndin í Fiski-
mannafelagnum ikki verið
saman á fundi og sostatt
hevur felagið heldur ikki
úgreinað krøvini til Reiðara-
felagið í sambandi við tær
komandi samráðingarnar.
Men kortini staðfestir for-
maðurin í Fiskimannafelag-
num, at fiskimenn eru av
teirri áskoðan, at hýrupros-
entið er nakað lágt.
- Tí er onki at ivast í, at
nú samráðingar verða aftur,
fara vit at royna at fáa hýru-
prosentið upp, sigur hann.
Meiri frítíð
Hann leggur afturat, at eitt,
sum fer at viga tungt í sam-
ráðingunum, er, at fiski-
menn vilja hava meiri frítíð.
Í hesum sambandi fer
Fiskimannafelagið
at
krevja, at fiskimenn skulu
fáa fríð í eina tíð á jólum.
Hann ásannar, at tað
longu nú er vanligt, at tey
flestu skipini liggja á jólum
og nýggjárunum kortini.
- Tað veit eg væl, men vit
vilja hava tað staðfest í
sáttmálan, sigur hann.
Hinvegin er formaðurin í
Fiskimannafelagnum
full-
greiður yvir, at at tað eru
ringar tíðir í fiskivinnuni, so
hann veit eisini, at krøvini
kunnu ikki vera ov hørð.
Fiskimenn vilja hava
betri løn og meiri frí
Fiskimenn vilja hava
nú hava frí á jólum og
teir vilja eisini hava
hýruprosentið upp
Grønland ikki í ES
Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hevur einki ímóti at
kanna treytirnar fyri grønlendskum limaskapi í ES, soleiðis
sum Demokratarnir hava skotið upp. Men landsstýrisformað-
urin ger kortini púra greitt, at Grønland fer ikki upp í ES aft-
ur. Kuupik Kleist vísir á, at undir valstríðnum fyrr í ár segði
hann, at hann var til reiðar at kanna, um fyrimunir kundu vera
við ES-limaskapi. Men tað merkir ikki, at vit eru fyri lima-
skapi, sigur Kuupik Kleist við KNR. Í áttatiárunum gekk
flokkurin hjá Kleist, Inuit Ataqatigiit, á odda í stríðnum at fáa
Grønland úr EF. Tað hendi í 1985.
Medvedev til Danmarkar
Í sambandi við veðurlagsfundin í New York hitti Lars Løkke
Rasmussen, forsætisráðharri, russiska forsetan, Dmitrij Medvedev,
og har nýtti hann høvi til at bjóða Medvedev til Danmarkar á
almenna vitjan í apríl næsta ár. Viðurskiftini millum Danmark og
Russland kølnaðu nógv í 2002, tá Danmark sýtti fyri at útflýggja
kekenska andstøðupolitikaran Akhmed Sakajev. Lars Løkke
Rasmussen sigur við DR, at hann hevur ikki biðið Russland um
umbering, men at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti við
russar, tí Russland kann fáa stóran týdning á veðurlagsráðstevnuni
í Keypmannahavn í desember.