hósdagur 24. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
Norðoya Sparikassi
rundar í dag tey 90
árini sum peninga
stovnur. Størsta
broytingin hesi níti
árini sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri, er
at sparikassin er farin
frá at vera lokalur til
landsdekkandi
Peningastovnar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tann upp til miðskeiðis í
fimmtiárunum einaráðandi
peningastovnurin í Norð
oyggjum, Norðoya Spari
kassi, hevur í dag níti ár á
baki. Stórar broytingar hava
merkt føroyska samfelagið
og heimin sum heild hesi
níti árini, men sambært
stjóranum í Norðoya Spari
kassa, Eyðfinn Reyðberg,
stendur bankin enn fyri
teimum somu grundleggj
andi virðunum – tó við eini
stórar broyting.
Upprunaliga varð Norð
oya Sparikassi settur á
stovn, tí eingin slíkur var í
Norðoyggjum um ta tíðina,
og Klaksvík var ein býur í
stórum vøkstri. Vit vóru
eisini einsamallur í býnum
inntil í fimmtiárunum, tá
bæði Sjóvinnubankin og
Føroya Banki settu deildir á
stovn í Klaksvík, greiðir
Eyðfinn Reyðberg frá.
Lokalt ikki nóg stórt
Norðoya Sparikassi varð
upprunaliga grundaður sum
ein lokalur sparikassi. Hann
hevur eisini í stóran mun
verið verandi lokalur upp
gjøgnum
tíðirnar.
Men
nýggjar tíðir krevja nýggjar
miðlar, og í 2005 og 2006
valdi sparikassin at ganga
plankan út og gjørdist lands
dekkandi.
Tað er ikki nóg stórt í
dag, bara at fokusera upp á
Norðoyggjar. Tí valdu vit at
fara til Runavíkar og Havn
ar eisini, og har hevur ging
ist eftir vild, staðfestir Eyð
finn Reyðberg.
Virksemið sum er tengt
at deildunum í Havn og í
Runavík nærkast helmingin
um av samlaða virkseminum
hjá peningastovninum.
Góður dagur hjá
kundunum
At Norðoya Sparikassi hev
ur rundan dag kemur sjálv
andi eisini kundunum til
góðar. Tað verður ikki tað
heilt stóra hátíðarhaldið,
men kundarnir fáa tó ymsar
ágóðar av hesum degi.
Vit royna at koma við
góðum tilboðum til innláns
kundarnar hjá okkum í dag.
Eitt nú hava vit ymsar kont
ur, ið vit bjóða serliga fram,
har nevnast kunnu 1’arin,
ekann og aðrar, har vit í dag
bjóða eina góða innláns
rentu. Men eisini gjøgnum
alt árið hava vit verið við til
at stuðla ymsum verkætlan
um, og har kunnu nevnast,
at vit millum annað hava
latið 150.000 krónur til
nýggju bókina um KÍsøg
una, sum Árni Dahl skrivar,
og vit hava eisini latið
150.000 krónur í stuðli til
bøkur um Leirvíkar søgu,
sum Ingvard Fjallstein skriv
ar. Vit hava eisini latið fígg
ing til bygging av nýggjari
Støkkhøll. Sjálvandi vóru
vit eisini við til at stuðla
Summar Festivalinum, sum
vit gera á hvørjum ári, greið
ir Eyðfinn Reyðberg frá.
Eru væl fyri
Seinasta árið hevur rættiligt
rumbul verið í fíggjarheim
inum, og fíggjarkreppan
hevur eisini sett síni spor í
føroyska samfelagnum og í
roknskapinum hjá Norðoya
Sparikassa.
Vit hava tað gott. Støð
an hjá bankunum avspeglar
altíð støðuna í samfelagnum,
og seinni hálvársroknskap
urin í fjør og tann fyri fyrr
hálvár í ár eru nógv merktir
av stórum niðurskrivingum,
og tí hava vit havt hall. Men
vit meta at tað ringasta er
av, og at vinnu og privat
kundarnir eru við at fóta
sær aftur og stabilisera seg,
sigur Eyðfinn Reyðberg.
Hann greiðir eisini frá, at
solvensurin hjá Norðoya
Sparikassa er góður, og at
tað er eitt tekin um at spari
kassin hevur tað gott.
Í skriftini stendur eisini
skrivað, at tað vóru sjey góð
og sjey ring ár. Í Føroyum
hava vit nú havt sjey pluss
sjey góð ár, og vit merkja nú
nøkur verri ár. Tó mugu vit
bara vóna at tað ikki verða
sjey pluss sjey rakár hóast
alt, fortelur stjórin í Norðoya
Sparikassa.
Gjalda niður heldur
enn at brúka
Eyðfinn Reyðberg sigur eis
ini, at hann heldur orsøkin
til at handlar og onnur
merkja stóra afturgongd
vera, at fólk heldur velja at
gjalda niður skuld, heldur
enn at brúka pengarnar í
handlunum.
Og hetta er jú eisini
náttúrligt, og er ikki nakað
eg, tú ella løgmaður kunnu
gera nakað við. Fólk velja
sjálvi, hvat tey nýta pengar
nar til, og nú síggja vit at
tey heldur velja at gjalda
skuld niður. Sostatt haldi eg
ikki at fólk hava minni peng
ar um hendi, men at tey
heldur velja at nýta teir
øðrvísi, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at før
oyingar eru relativt væl fyri
í mun til onnur á tí økinum.
Hjá Norðoya Sparikassa er
miðalskuldin til húsalán og
annað um 600.000 krónur,
og í hinum peningastovnun
um er miðalskuldin um
700.000 til 800.000 krónur.
Um vit samanbera hesi
tølini við tey hjá donskum
peningastovnum, so síggja
vit at føroyingar skylda í
miðal bara helvtina av tí,
sum donsku privatkundarnir
skylda. Hetta er eisini bara
gott, og sostatt eru føroying
ar sum heild væl stillaðir í
mun til fíggjarkreppuna,
sigur stjórin í Norðoya
Sparikassa.
Eru ikki so lokalir longur
Keypiorkan minkar
Keypiorkan í Íslandi minkar støðugt. Nýggj tøl hjá hagstovuni
í Reykjavík vísa, at lønarvísitalið hækkaði 0,02 prosent í
august samanborið við juli. Tað merkir, at teir seinastu tólv
mánaðirnar er lønarvísitalið hækkað 2,2 prosent. Men í sama
tíðarbili er príslegan á nýtsluvørum hækkað 10,9 prosent.
Hagstovan sigur, at samanumtikið minkaði keypiorka
íslendinga 0,5 prosent frá juuli til august, og at hon er lækkað
7,8 prosent teir seinastu tólv mánaðirnar. Í juli samdust teir
almennu arbeiðsgevararnir og fakfeløg teirra um at leingja
verandi sáttmálar og at útseta avtalaðar lønarhækkingar.
Oljufeløg bjartskygd
Kanningar av havbotninum fram við vesturgrønlendsku
strondini vísa, at har eru fleiri støð, sum sambært granskarun
um eru áhugaverd í sambandi við oljuleiting. Nú fara
oljufeløgini at kanna úrslitið av kanningunum, og gongst sum
ætlað, verður tann fyrsti borurin settur í undirgrundina í 2011,
sigur KNR. Stjórin í felagnum Nuna Oil, Hans Oil Hans
Kristian Olsen, sigur við grønlendska kringvarpið, at útlitini
fyri at finna olju við Vesturgrønland eru góð. Hann ávarar
kortini ímóti ov stórum bjartskygni og sigur, at tað er møhuligt,
at ein av tvær av teimum fyrstu tíggju boringunum úrslit.
Høvuðssætið hjá Norðoya Sparikassa
er enn á sama staði, sum tað var fyri
90 árum síðani, tá var sett á stovn
savnsmynd
Norðoya Sparikassi varð grundaður sum ein lokalur pen
ingastovnur, men í dag er tað ikki nóg stórt, og tí valdu
vit at seta deildir á stovn í Runavík og í Havn. Hetta
hevur eisini givið eitt gott avkast, og næstan helmingurin
av virkseminum hjá okkum er útfrá teimum deildunum,
sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa
Savnsmynd