Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 182 - 24. september 2009 Sagex tímir heldur ikki Sagex Petroleum og Lindir Exploration hava nú tikið aftur felags umsóknina um at sleppa at leita eftir olju og gassi á Drekaleiðini, sum er í landnyrðingnorðan úr Íslandi. Fyrr í summar tók Aker Exploration eisini sína umsókn aftur, so nú er eingin umsókn eftir á borðinum hjá Orkustovninum í Reykjavík. Freistin at søkja um leitiloyvi á Drekaleiðini var úti tann 15. mai, og Aker Exploration, Sagex Petroleum og Lindir Exploration vóru einastu umsøkjarar, tó soleiðis at tey bæði seinnu søktu í felag. Orkustovnurin sigur, at soleiðis sum støðan er, verður einki leitingarloyvi latið í hesum árinum. Stríð um mjólk Um fjúrtan dagar hittast landbúnaðarmálaráðharrarnir í ES-londunum í Bruxelles at tosa um kravið frá bóndrunum, sum vilja hava meiri fyri mjólkina. Fíggjarkreppan hevur gjørt, at fólk keypa ikki so nógva mjólk nú sum fyrr, og tað hevur trýst mjólkarprísin langt niður. Tað vilja bóndurnir ikki góðtaka, og sum lið í mótmælinum hava teir stoytt fleiri milliónir litrar av mjólk burtur í seinastuni. Samstundis nokta aðrir bøndur at lata mjólkarvirkjunum mjólk, og tann avgerðin stendur við, til bóndurnir hava fingið politiskt lyfti um betri prís. TÓNLEIKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mynd: Rólant Waag Dam Ein lítlan tíma ella so mundi konsertin vera seinkað, men tá Høgni endiliga fór í gongd, var ikki so nógv roks. Ongir umskyldningar ella undanførslur. Nei, soleiðis var tað bara og so koyrdi hann og bólkurin á. Ei heldur tosaði høvuðs- persónurin nógv sjálvur millum sangirnar. Hann takkaði tó fyri, at so mong – og tað vóru nógv fólk – vóru komin at lurta. Burtur- sæð frá hesum var tað ikki nógv, ið hoyrdist til Høgna millum sangirnar. Sjálvandi ber til at lata tónleikin tala, men til eina útgávukonsert hoyra onkursvegna frágreið- ingar til um ymsu sangirnar og hvussu fløgan hevur tik- ið skap. Lagið Burstin’ Bubble er skrivað um fíggjarkreppuna og hesum greiddi Høgni eis- ini frá, men tað skuldi verið fleiri frágreiðingar av hes- um slagnum, eins og Høgni áður hevur greitt frá á kon- sertum sínum. Tí hóast størsti parturin av áhoyrara- fjøldini mundi telja føroy- ingar, so er tað ikki víst at donsku áhoyrararnir kenna samanhangin og søguna aft- anfyri fløguna og einstaka sangin. Orkan skal út Hinvegin minnast teir helst framførsluna, Høgni hevði týskvøldið. Hóast hon ikki taldist millum tær allarbestu hjá Høgna, so var hon góð og eigur Høgni rós og heið- ur uppiborið fyri – saman við hinum báðum í bólkin- um – at megna at skapa eina so rúgvusmikla og umfatandi ljóðmynd. Somu- leiðis er tað altíð stuttligt at eygleiða Høgna á pallinum, tí hansara alskur til tónleikin lýsir av honum. – Mær dámar væl at upp- traðka við gittara, men tað er minni fysiskt enn at spæla trummur, sum tú kanst smildra sundur. Tað kanst tú ikki við einum gitt- ara, og tá eg so heldur ikki dansi vanligt so smittar tað kanska á framførsluna, har eg má fáa orkuna út á onkr- an hátt, fortelur Høgni, tá hann skal greiða frá sínum ógvuliga livandi framførslu- hátti. Tey næstu, sum fáa gleð- ina av at hoyra og uppliva Høgna eru íslendingar. 14. oktober skal hann og bólk- urin spæla á Iceland Airwav- es, har Høgni áður hevur spælt sum einstaklingur. – Nú verður tað við bólki, at eg fari at royna meg, sig- ur Høgni og vísir samstundis á, at bólkurin ikki telur fleiri enn teir tríggjar, ið spældu týskvøldið. Høvuðs- orsøkin til, at bólkurin ikki telur fleiri fólk er fíggjar- lig. – Tað loysir seg ikki øko- nomiskt at vera meir enn ein trio, tá tú ferðast runt við tónleikinum, sigur Høgni, sum harvið ikki vil spreingja bløðruna, hann sjálvur syngur um. Fløga í fýra londum Høgni hevur fyrr í ár havt útgávukonsert í Føroyum. Týskvøldið hevði hann útgávukonsert í Danmark, men harumframt hevur hann eisini útgivið fløguna í Íslandi og Noreg. Hetta er ein marknaður, tað ikki er lætt at koma inn í, ásannar Høgni. – Tað er sera trupult at koma inn á Skandinaviska marknaðin. Tey hava nokk við at hoyra sín egna tón- leik, og tað sum verður inn- flutt aðrastaðni frá, eru tey heilt, heilt stóru nøvnini, sigur Høgni, sum kortini ikki metir tað vera vónleyst, nú hann hevur útgivið fløg- una í fýra av Norðurlondun- um. Høgni á donskum Rættiliga nógv fólk vóru á Jolene í gjárkvøldi – størsti parturin taldi tó føroyingar Í gjárkvøldi sluppu danir at uppliva orkumikla Høgna og í næstum verður tað íslendingar Føroyskan tónleik, føroyskar bjór og føroyska presissheit. Hetta sluppu danir at royna á Jolene barr í Keypmannahavn í týskvøldið, tá Høgni hevði útgávukonsert