hósdagur 24. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
Íløgan í SHEFA-
2 varð gjørd fyri
uppá sikt at tryggja
Føroyum eitt gott
fjarskiftissamband.
Men kaðalin er eisini
at meta sum ein
lopfjøl út á aðrar
marknaðin, eitt
nú oljuvinnuna og
oyggjasamfeløgini út
fyri Skotland.
Nýggir markNaðir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hjá Føroya Tele síggja tey
tørvin hjá hetlendingum á
fjarskiftisøkinum sum ein
góðan
og
upplagdan
møguleika at koma út um
landoddarnar við vørum og
tænastum. Tá oljuboripallar
vestan fyri Hetland í fjør
vórðu knýttir upp í SHEFA-
2 brúkti Sosialurin m.a.
yvirskriftina:
“SHEFA-2
leggur gullegg”. Hóast hann
altíð er varin og ikki tekur
munnin ov fullan, so dylur
tann
fryntligi
og
professionelli leiðarin á FT
Net, Páll Vesturbúð ikki
fyri, at myndamálið við
gulleggunum er júst tað,
sum Føroya Tele hevur havt
í kvittanum, tá henda stóra
íløga varð gjørd. Fyrst og
fremst er hon gjørd fyri at
tryggja Føroyum gott
samband. Harnæst kemur
øll hjáveiðan. Og har er tað
so
ein
sannroynd,
at
risastórar
fyritøkur
í
oljuvinnuni
longu
hava
bitið á. Nú verður so farið
eitt stig víðari. Í land í
Hetlandi.
Føroya
Tele
kemur inn í myndina sum
ráðgevi og veitari umvegis
SHEFA-2.
- Føroya Tele sær Hetland
sum ein nýggjan marknað,
har felagið kann arbeiða í
framtíðini. Eg ivist heldur
ikki í, at ein KT risi sum
British Telecom sær positivt
uppá, at eitt felag sum
Føroya Tele kemur inn á
marknaðinum og kann vera
við til at loysa nakrar av
teimum uppgávum, sum
liggja fyri framman.
Páll Vesturbúð vísir á, at
Føroya Tele hevur í eina tíð
samstarvað við Shetland
Island Council í sambandi
við Shefakaðalin, sum fer í
land í Hetlandi, uttan tó at
tann
møguleikin
hevur
verið troyttur í Hetlandi
enn.
-Hetta er so ein nýggjur
marknaður fyri okkum. Í
fyrsta umfari er ætlanin at
kanna møguleikarnar og
vita, hvat skal gerast fyri at
lata upp fyri kaðalinum.
Sjálvandi ynskja vit at
selja meira kapasitet her.
Men hetta er eisini ein
marknaður, har BT stendur
sera sterkt. Tað er tí eisini
umráðandi fyri hetlendingar,
at okkara virksemi har ikki
hevur við sær, at BT gevst
við at gera íløgur har í
framtíðini.
Kaðal til Lervick
Arbeitt verður nú við at
kanna, hvussu sambandið
kann
flytast
inn
móti
Lervickøkinum. Tað verður
so fyrst og fremst okkara
vitan innan fjarskifti, sum
vit fara at bjóða teimum.
Íløgurnar verða í fyrsta
umfari
gjørdar
av
hetlendingum
sjálvum.
Shefakaðalin fer uppá land
í Hetlandi til eina kaðalstøð
har, men í dag er einki
samband millum hana og
restina
av
verandi
infrakervi.
Páll
Vesturbúð
sigur
víðari, at hetta væl kann
útvikla seg til nakað stórt
og serstakliga um hetta
eisini verður gjørt í
samstarvi við BT. Hetta er
tað sum Føroya Tele helst
vil.
Støðan í dag er tann, at
Hetland hevur eitt rættiliga
stórt útboð av tænastum,
men man hevur ikki tað
infrakervi, sum kann bera
allar hesar tænastur út til
kundarnar.
Føroya Tele fylgir eisini
væl gongdini á olju- og
gassleiðunum vestan fyri
Hetland. –Har eru nýggj
øki, sum verða latin upp
fyri
boringum
komandi
árini. Vit hyggja tí eisini
eftir møguleikum.
Shefakaðalin, sum fer á
land í bæði Hetlandi og
Orknoyggjum,
kann
í
framtíðini eisini koma væl
við hjá oljuvinnuni í landi.
Her
finnast
stórir
oljuterminalar, sum taka
ímóti olju og gassi frá
leiðunum
vestan
fyri
Hetland.
Páll Vesturbúð vísir á,
SHEFA-2 kaðalin var ein
neyðug íløga uppá sikt fyri
at tryggja altjóða sambandið
hjá Føroyum. Og Shefa er
ein íløga, sum skal vara
nógv ár fram og sum er
tung at lyfta. Føroya Tele
roynir tí eisini at fáa
inntøkur av Shefa á øðrum
marknaðum og her er tann
hetlendski ein av hesum
nýggju marknaðum.
ya Tele um hjálp
Føroya Tele hyggur út í heim
ar beitt við at leggja eina
æt lan fyri hesa menning.
Í fyrsta umfari verður
brúk fyri ráðgeving og øðr-
um KT tænastum og verður
hetta gjørt í tøttum sam-
starvi millum Føroya Tele,
Shetland Island Council og
helst eisini BT, sum helst
sær tað sum eina skilagóða
loysn, at eitt felag á tí stødd
sum Føroya Tele hevur kann
átaka sær umrøddu upp-
gávu. BT er júst farið und ir
at
nútímansgera
fjarskiftiskervið í Bretlandi.
Byrjað verður í London og
Manchester fyri síðani um
kanska fleiri ár at enda í
He t landi og hinum oyggju-
num.
Føroya Tele
rætta felagið
-Hetta hava vit als ikki tíð
til at bíða eftir og eftir at
hava fylgt gongdini í Før-
oyum
og
sæð,
hvussu
dugna ligir tit hava verið á
hes um øki hevur lands-
parta ting okkara gjørt av at
heita á Føroya Tele um at
loysa upp fyri hesi fyri okk-
um so týðandi uppgávu sig-
ur Marvin Smith.
-Eg eri komin til Føroya
fyri at kanna, um føroyingar
eru áhugaðir í at hjálpa
okkum at byggja út eitt
undir støðukervi. Talan er jú
um oyggjasamfeløg, sum
liggja fjarskotin frá megin-
landi num og sum vit hava
skilt, so hava tit megnað at
útbyggja eitt sera fram kom-
ið fjarskiftiskervi, og vit
halda avgjørt, at vit hava
nakað at læra av tykkum.
Tit hava nakað at lata okk-
um, sum kann tryggja, at
okkara oyggjasamfelag ikki
verð ur heilt afturútsiglt í
mun til eitt nú restina av
Bret landi.
Marvin sigur víðari, at í
nógvum førum er Hetland
framman fyri onnur út jað-
ara øki í Bretland, men skal
Het land, sum liggur fjar-
skot ið, kunna fylgja við
menn ing ini, so er neyðugt
at menna fjarskiftiskervið,
ikki minst nú internet og
breiðband eru vorðin ein
so týðandi partur av lívinum
hjá fólki í dag. Skulu vit
varðveita arbeiðsplássini og
fáa fólk at støðast í Hetlandi,
so má KT tøknin og fjar-
sam skifti verða partur av
menn ingini. Sum er standa
vit langt aftanfyri býar um-
h vørvini í Bretlandi. Tí
vilja vit nú gera alt fyri fáa
gagn av fibur kaðal menn-
ing ini, og vit eru í teirri
hep nu støðu, at SHEFA-2
longu hevur gjørt land-
gongd.
Marvin Smith heldur tað
vera ein stórur fyrimunur
fyri teir at kunna samstarva
við eina meðalstóra fjar-
skiftis fyritøku sum Føroya
Tele, tí kommandovegirnir
eru nógv skjótari. -BT er so
mik ið stórt, at tú hevur ilt
við at koma á tal við teir,
með an vit bara kunnu taka
tele fonina og ringja til Før-
oya Tele og tosa út um ting-
ini - og so hendir nakað.
SHEFA-2 kaðalin millum Føroyar og Skotland kemur uppá land í Hetlandi. Nú skal brúk gerast
av honum. Oljuvinnan brúkar sum er kaðalin
SHEFA-2 kaðalin
verpur gullegg
Vilja hava danska hjálp
Níggju norðurkoreanar komu í morgun inn á donsku
sendistovuna í vietnamesiska høvuðsstaðnum Hanoi og
bóðu um danska hjálp, so tey kundu sleppa frá at fara
aftur til Norðurkorea. Danski sendiharrin í Vietnam, Peter
Hansen, váttaði fyrrapartin, at nakrir norðurkoreanar vóru
á sendistovuni, men hann vildi ikki siga, hvørji ørindi tey
høvdu har. Danskir fjølmiðlar gita, at norðurkoreanarnir
vilja hava hjálp frá dønum til at flyta til eitt annað land í
Asia. Tað sama hendi í 2007, tá Danmark hjálpti nøkrum
norðurkoreanum, sum vildu sleppa til Suðurkorea at
búseta seg. Tað sluppu teir.
Ymiskar kanningar
Sunnudagin er val í Týsklandi, men hóast
meiningakanningarnar upp undir valið eru fleiri, er u
úrslitini sum ymisk, at tað er ilt at gera sær eina mynd av,
hvussu endin verður. Tvæpr av teimum seinastu
kanningunum vísa, at Angela Merkel væntandi fer at skipa
stjórn saman við Fríu Demokratunum (FDP). Teir flokkarnir
fáa eftir kanningini 48 prosent. Men sambært einari aðrari
kannign er tað mest líkt til, at Sosialdemokratarnir fara at
skipa stjórn saman við Teimum Grønu og sosialista-
flokkinum Die Linke. Hendan kanningin gevur hesum
trimum flokkunum 49 prosent.