Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnudagurin '09 Nr. 182 - 24. september 2009 Foreign Direct Investment – hví ikki eisini í Føroyum? Henda spurning setur Ragnar Johannesen á Vinnudegnum seinni í mánaðinum Ragnar Johannesen er havnarmaður. Hann hevur verið búsitandi uttanlands í fleiri ár, millum annað í Frankaríki, Týsklandi og Onglandi, har hann er útbúgvin løgfrøðingur. Síðan 2003 hevur hann starvast hjá advokatfyritøkuni Herbert Smith, hesi síðstu árini á deildini í Moskva. Hann er serfrøðingur innan fígging – lánsfígging og kapitalveitingar – og M&A samanleggingar. Eisini fæst hann við at skráseta russiskar fyritøkur á børsum í Evropu. Fyrr í ár var Ragnar útlæntur til oljufyritøkuna BP í London í seks mánaðir í sambandi við verkætlanir í Kasakstan og Miðasiu. Á Vinnudegnum 25. september fer Ragnar at greiða frá hugtakinum Foreign Direct Investment og fer at umrøða, um hetta eisini er ein møguleiki í Føroyum. Hvat hendi í Íslandi? Á Vinnudegnum komandi fríggjadag fer formaðurin í íslendska arbeiðsgevarafelagnum at halda fyrilestur, har hann hyggur eftir støðuni í Íslandi og eftir, hvussu framtíðarútlitini eru Vilmundur Jósefsson er búskaparfrøðingur og stjóri í matvørufyritøkuni Gæðafæði. Hann er virkandi formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, har hann hevur sitið í nevndini síðan 2002. Eisini hevur hann verið formaður í íslendska ídnaðarfelagnum, Samtøk Iðnaðarins, frá 2000 til 2006. Vit vænta okkum á Vinnudegnum at fáa eina góða og objektiva mynd av, hvat hendi í Íslandi, hvussu støðan er nú og eitt boð uppá, hvat framtíðin hevur at bjóða. Árligi vinnudagurin, sum Vinnuhúsið skiar fyri, verður í Norðurlandahúsinum í morgin. Millum annað verður Ársins átak og Ársins virki kosið VINNUDAGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 10. árið á rað skipar Vinnuhúsið fyri vinn­ udegi. Dagurin verður hildin í Norðurlanda­ húsinum og byrjar við skráseting klokkan 12.45. Sjálv skráin byrjar 13.15, tá Jóhan Páll Joensen bjóðar vælkomin, áðrenn Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setir vinnnudagin. Síðani verða fyrilestrar á skránni, og tað verður Liselotte Lyngsø sum leggur fyri við »Innovation í krisetider«. Síðani heldur Ragnar Johannesen ein fyrilestur, sum hann kallar »Foreign Direct Investment – hví ikki eisini í Føroyum?«. So verður ein stuttur steðgur áðrenn íslendingurin, Vilmundur Jósefsson fer at tosa um »Iceland in turbulent times – with good future prospects«. Seinastur í røðini verður Páll Isholm við fyrilestrinum »Lærdómur er lættur at bera – ella er hann?«. Eftir stuttan steðg verður so Ársins átak kosið og seinast á skránni í Norður­ landahúsinum verður Ársins virki kosið. Dagurin endar við veitslu á Hotel Føroyum klokkan 19. Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur í innovatión og futurologi. Frá 1996-2003 var hon granskingarleiðari á Institut for Fremtidsforskning, var síðani stjóri í hugskotsmenningarfyritøkuni, Fahrenheit 212, og er nú partnari í ráðgevingarfyritøkuni Future Navigatior Ragnar Johannesen er løgfrøðingur á stóru bretsku advokatskrivstovuni Herbert Smith, og arbeiðir í løtuni í Moskva. Hann er serfrøðingur innan fígging, serstakliga lánsfígging. Eisini hevur hann verið útlæntur til oljufyritø. kuna BP í London í sambandi við verkætlanir í Kasakstan og Miðasiu Vilmundur Jósefsson er búskaparfrøðingur og virkandi formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, har hann hevur sitið í nevndini síðani 2002. Hann er stjóri í matvørufyritøkuni Gæðafæði og var formaður í íslendska ídnaðarfelagnum, Samtøk Iðnaðarins, frá 2000-2006 Páll Isholm hevur verið leiðari á Føroya Handilosskúla á Kambsdali síðani 2002. Hann er útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum, samskifti og samfelagsfrøði. Hevur verið borgarstjóri og bygdaráðslimur í Gøtu kommunu og skrivari í Amnesty International Føroya Deild Fyrilestrahaldarar á Vinnudegnum