hósdagur 24. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 182 - 24. september 2009
vinnudagurin '09
íðardagur
ARTICON
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er Niclas Joensen,
fíggj arstjóri í Articon, sum
vegna vinnuna er við í
dóms nevndini, sum velur
ársins virki.
Tað er ógvuliga positivt
fyri økkum øll, ikki bara
leiðslu, men fyri øll starvs
fólkini, at fáa eitt slíkt
herðaklapp, sigur Niclas
Joensen um heiðurin, ið fall
Articon í lut, tá teir í fjør
vórðu valdir til ársins virki.
Vinnandi virkið fær ein
lim í dómsnevndina árið
eft ir, og sostatt verður
Articon gjøgnum Niclas
Joen sen við til at kjósa
ársins virki í ár.
Tað kom rættiliga óvart
á, at vit vórðu valdir til
ársins virki í fjør. Hinvegin
forpliktar tað eisini. Vit
kenna tað sum eina ábyrgd
at liva upp álitið, ið var
vísst okkum, ikki minst út
frá teimum kriterium, sum
verða sett fyri kjósan av
ársins virki, sigur Niclas
Joensen.
Hann heldur, at Vinnu
dagurin er eitt sera gott
tiltak hjá Vinnuhúsinum.
Mær dámar dagin væl, og
eg havi verið við síðani tað
byrjaði. Dagurin er eitt gott
høvi at hitta fólk í vinnuni
undir avslappandi umstøð
um, har tú kanst tosa um
leyst og fast, sigur Niclas
Joensen.
Burtursæð frá Leiðslu
degnum,
sum
Synergi
skipar fyri, er Vinnudagurin
einasta høvi hjá vinnuni at
hittast. Og tað eru ikki bara
avslappandi umstøðurnar,
sum draga vinnufólk til
dagin.
Fyrilestrarnir plaga at
vera ógvuliga áhugaverdir
og viðkomandi. Tað er
óført, at tað eru føroyiskir
fyrilestrahaldarar við, tí
vanliga eru vit føroyingar
ikki góðir at selja okkum
sjálvi. At tað so eisini eru
útlendskir kapasitetir eisini,
sum halda fyrilestrar, er í
fínasta lagi, sigur Niclas
Joensen.
Ársins virkir higartil:
2000
Havsbrún
2001
Tórshavnar Skipasmiðja
2002
Vónin
2003
Vaðhorn
2004
Reyni Service
2005
Faroe Marine Products
2006
Thor
2007
Eik Banki
2008
ArtiCon
Ársins átøk higartil:
2000
Ikki valt
2001
North Atlantic Fish Fair
2002
Teitur Lassen
2003
Total View, Formula.fo
2004
Atlantic Airways, sáttmálin við Aker Stord
2005
Fariga Seafood
2006
Vinnuvitan
2007
Ikki valt
2008
Decision3
Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum,
sum skipar fyri
Vinnudegnum
Mynd: Jens Kristian Vang
ikki nakað um, hvørt eitt
virki kann veljast fleiri til
hendan heiður, men Martia
Rasmussen heldur, at tað
skuldi einki verið í vegin
fyri tí, um nøækur ár ganga
ímillum.
Men tað skal sjálvandi
ikki verða so, at eitt virki
kann veljast ár undan ári.
Tað hevði tikið broddin av
degnum. Hinvegin er tað
einki, ið forðar fyri, at ein
fyritøka kann veljast til
ársins virki meiri enn eina
ferð, sigur Marita Rasmus
sen.
Vinnudagurin byrjar í
morgin klokkan gott eitt í
Norðurlandahúsinum,
og
endar á Hotel Føroyum við
døgurða og dansi.
Førir ábyrgd við sær
Articon fekk heiðurin av at verða kosið ársins virki í fjør. Jón Danielsen og Niclas Joensen tóku
móti sjónliga prógvinum