Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 182 - 24. september 2009 lýsingar KFUM-skótarnir við Løkin (Fyrr á Glyvrum) byrja nú aftur aftaná summarsteðgin! Eins og undanfarin ár, vilja vit bjóða øllum áhugaðum børnum og ungum at gerast úlvur/ skóti. Vit eru flutt í ”nýggj” hølir á Mýruvegi 22 í Runavík, haðani vit í skótaárinum 2009 - 2010 savnast eina ferð um vikuna, til “gamans og álvara”. Vit fara at gera tað, ið skótalívið er kent fyri; við hópin av spennandi og stuttligum virksemi. Vit byrjað leygardagin 26. sept. 2009 kl. 10.00 við einum tiltaki, har vit m.a. fara at hugna okkum við: • ymiskum skótavirksemi • grilla • vørutombola • loppumarkaði tiltakið endar umleið kl. 14.00. Vit taka við tøkk ímóti lutum til loppu-marknaðin og til vørutombola fríggja-kvøldið 25. sept. frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!