fríggjadagur 25. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 183 - 25. september 2009
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo
KontaKtpersónur
Søkt verður eftir kontaktpersóni til 11 ára gamlan
drong. Talan er um 10 tímar um vikuna eftir skúlatíð/
vikuskifti.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur viðkom-
andi royndir innan økið.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og KAF.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, Barna-
verndartænastan, Postboks 32, 110 Tórshavn, í
seinasta lagi fríggjadagin 16. oktober 2009.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Barnaverndar-
tænastuna á telefon 30 20 60.
sKrivstovufólK
Tórshavnar kommuna søkir vegna Tjarnargarð eftir
skrivstovufólki.
Starvið umfatar lønarroknskap og annað fyrifallandi
skrivstovuarbeiði.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Førleikakrøv
skrivstovuútbúgving og arbeiðsroyndir av líknandi
slag. Kunnleiki til sáttmálar hjá heilsustarvsfólki er
ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevara-
felag Føroya.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Hensiu Einarsson,
leiðara, telefon 30 20 75 ella 21 40 75.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving
og royndum skal vera hjá Tórshavnar kommunu,
postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin
12. oktober 2009.
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt.
Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
TF-Holding, sum m.a. eigur Tryggingarfelagið
Føroyar P/F og Betri pensjón P/F, skal liva upp
til herd roknskaparkrøv í samband við nýggja
tryggingarlóggávu og er í hesum sambandi í
holt við at styrkja um fíggjarligu stýringina og
stýringina av virkseminum.
Fyri at lúka herdu og øktu krøvini hava vit tørv á einum
controllara/roknskaparfólki, sum skal vera við til at byggja
víðari á og viðlíkahalda hesa rapportering.
Vit kundu hugsa okkum at tú
Hevur roknskaparførleika og førleika at arbeiða við
fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum og/ella
hægri útbúgving sum t.d. HD-R, Cand. Merc. ella líknandi.
Og harumframt hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:
> Góðan førleika í Excel rokniarki
> Góðan KT førleika
> Góð samstarvs – og samskiftisevni
> Áræði
> Nátúrligan myndugleika
> Analytisk evnir
> Broytingarsinni
> Kann arbeiða sjálvstøðugt
> Góð/ur at halda freistir
Vit kunnu bjóða tær
Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku,
sum er í stórari menning. Eitt starv í eini fyritøku við
greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum
arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við fimm ítøkiligum
kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða
heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðar-
hugsjón og eru broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við
kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum
arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleika-
menning, har viðkomandi sjálvur/sjálv verður við til at
byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga ávirka
uppgávuinnhaldið.
Lønar-og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið
Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í
Føroyum.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið,
kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen, deildarstjóra
á tel 34 56 00 ella far. tel 21 57 09.
Umsóknarfreistin er 30. september 2009 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
Nýtt spennandi starv sum
controllari/roknskaparfólk í TF-Holding
lýsingar