Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 183 - 25. september 2009 tíðindi - Føroyska vatnið er ógvuliga karakter- istiskt og smakkar sera væl, og tað er loynidómurin aftan fyri góða vodkaið, sigur Erling Eides- gaard, stjóri í DISM ELDVATN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er sum kunnugt ikki loyvt at bryggja sterkari enn 5,8% alkohol í Føroyum. Tí er før­ oyska framleiðslan av brenni­ víni flutt til Íslands, men vatnið er kortini føroyskt. ­ Vit hava gjørt eina avtalu við Tórshavnar kommunu um at tappa vatn úr Fransa­ kelduni á Argjum. Vit tappa vatnið eftir at tað er UV­við­ gjørt, og senda javnan royndir til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna til kanningar, sigur Erling Eidesgaard. Fransakeldan spríkur upp í tveimum støðum, og argja­ fólk hava drukkið vatn úr henni í øldir. ­ Hetta er sera gott keldu­ vatn, og tað er orsøkin til, at okkara Eldvatn er so gott sum tað er. Føroyska keldu­ vatnið hevur ein serligan karakteristiskan smakk, sigur Erling Eidesgaard. Vatnið verður tappað í bingjur og síðani flutt til Íslands. Gongur sum væntað Stjórin í DISM sigur, at tað hevur verið eitt sindur tungt at sleppa inn á marknaðin, og kappingin hevur verið serliga stór frá Aalborg Akvavit. ­ Tað hevur víst seg, at sølan av Lívsins vatni hevur gingið eitt sindur trekari. Eldvatnið, sum vodkaið eitur, tykist hinvegin at hava sligið veruliga ígjøgnum, og eg havi eina kenslu av, at tey ungu eru serliga glað fyri Eldvatn, sigur Erling Eidesgaard. Hann heldur, at samlað hevur sølan gingið nøkur­ lunda sum væntað, og teir arbeiða áhaldandi fyri at vinna inn á aðrar marknaðir eisini. Prísurin hevur verið held­ ur hægri enn hjá kappingar­ neytunum, men tann bágin er nú fingin av vegnum. Og eisini á øðrum økjum byrjar at síggja frægari út. ­ Tey byrja at selja okkara sløg í íslendsku Rúsuni nú í oktober mánað, og vit hava umboðsmenn niðri í Dan­ mark, sum royna at selja føroyska brennivínið, sigur Erling Eidesgaard. Vatnið ger munin Meðan Lívsins Vatn gongur eitt sindur tregt at selja, tykjast tey ungu at dáma sera væl Eldvatn, sum føroyska vodkaið eitur Vaksina ímóti HIV Royndir í Teilandi við einari nýggjari vaksinu vísa, fólk, sum er vaksinerað, eru í munandi minni vanda fyri at verða smittað við HIV enn tey, sum ikki eru vaksinerað. Sambært granskarunum minkar smittuvandin 31 prosent, um fólk verða vaksinerað, og hetta er fyrstu ferð, at royndir við nýggjari HIV­vaksinu hava víst seg at forða smittu. Tann nýggja vaksinan er roynd í einum sam­ starvi millum teilendsku myndugleikarnar og tann amerikanska nherin, og 16.000 fólk hava verið við í royndunum. Hetta er einki minni enn ein søguligur varði, sigur stjórin í AIDS Vaccine Advocacy Coalition, Mitchell Warren, við fjølmiðlarnar. Burtur við kjarnorku- vápnunum Sviin Hans Blix, sum var vápnaeftirlitsmaður hjá ST í Irak undan inn­ rásini har, er fegin um ætlanina hjá Barack Obama, forseta at beina fyri øllum kjarnorkuvápnum í heiminum. Hann heldur, at USA eigur at byrja átakið við at taka øll síni kjarnorkuvápn úr Evropa, samstundis sum Russland skal flyta síni kjarnorkuvápn burtur frá sínum evropeiska marki. Við Sydsvenska Dagbladet sigur Hans Blix, at USA eigur eisini at ógilda avtaluna, sum landið hevur við Týskland, Belgia, Niðurlond og Italia um at hava kjarnorkuvápn umborð á teirra flogførum. Hann heldur, at landsstýrið skuldi havt gjørt sær størri ómak at funnið semju um fíggjarlógina fyri næsta ár FíggjArLógiN 2010 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg haldi, at landsstýrið hevur gjørt alt ov lítið fyri at finna semju í samgonguni um uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár. Tað sigur Bjørn Kalsø, løg­ tingsmaður og umboð fyri samgonguna í fíggjarnevnd­ ini. Sostatt er dregur hann somu línu, sum Anfinn Kalls­ berg, formaður í fíggjar­ nevndini, tá ið hann aðra­ staðni í blaðnum staðfestir, at tað er landsstýrið einsamalt, sum eigur uppskotið til fíggjarlóg, sum verður lagt fyri tingið í næstu viku, tí tinglimirnir hava yvirhøvur ikki verið við í arbeiðnum. Í næstu viku fer Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ maður í fíggjarmálum at leggja uppskot fyri Løgting­ ið um fíggjarlógina fyri næsta ár. Men longu nú, áðrenn uppskotið er lagt fram, kann staðfestast, at tað er ongin semja í samgonguni um uppskotið Og Bjørn Kalsø dylir ikki fyri, at hann er ónøgdur við arbeiðsháttin hjá landsstýr­ inum. Hann heldur, at serliga átti landsstýrið at gjørt meiri fyri at funnið semju um íløgurnar, tí raksturin kann tað vera tórført at meta um, sigur hann. Hann sigur, at tað einasta, hann hevur fingið at vita, eru nøkur høvuðstøl fyri hvørt aðalráðið sær. ­ Vit vit ongar smálutir fingið at vita sum kann gera okkum før fyri at gera okkum eina greiða mynd av fíggjarlógini og enn minni før fyri at meta um avleiðing­ arnar av henni. Tað einasta hann hevur fingið at vita, var týsdagin, tá ið meirilutin í fíggjar­ nevndini var kallað á fund. Men tað var ein kunnandi fundur burtur av, har tað ikki bar til at gera nakrar broytingar, sigur sambands­ tingmaðurin. Og tá var lansstýrið held­ ur ikki blivið samt um íløg­ urnar, leggur hann afturat. Hann sigur, at betri upp­ skotið er gjøgnumarbeitt, áðrenn landsstýrið leggur tað fram, tess minni er vand­ in fyri at tað verður gjøgn­ umgatað í fíggjarnevndini, sum tað hendi seinast. ­Tað er ilt at siga, hvørja lagnu hetta uppskotið fær, tí vit mugu síggja tað fyrst, leggur hann afturat. Hvørki Jóannes Eides­ gaard ella Kaj Leo Johanne­ sen hava nakra viðmerking til fíggjarlógarviðgerðina yvirhøvur. Bjørn Kalsø ónøgdur við mannagongdina Bjørn Kalsø er ónøgdur við arbeiðsháttin í landsstýrinum