fríggjadagur 25. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti 23
Dámlig og fittlig
tvíhús í Hvalvík
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Húsini standa væl fyri ovast í
nýggja býlinginum í Hvalvík og
hava panoramaútsýni
Fyrsta fatanin
Tú koyrir niðan í hugnaligu og væl
skipaðu byggingina í ovasta parti
av Hvalvík. Tú sneiðir inn í gøtuna
og merkir alt fyri eitt tætta, heim-
liga og barnavinaliga umhvørvið
beint uttan fyri hurðina. Húsini
standa við blindan veg, og har er
friðarligt og veðurgott. Dagstovnur,
skúli og sparkivøllur eru tætt við.
Ljós og luft – stílur og snið
Komin inn um hurðina fært tú
somu fatan. Góðska og dygd eru
sett høgt, og litirnir eru ljósir. Fert
tú inn í stovuna, kemur tú inn í eitt
stórt rúm við stórum vindeygum og
panoramaútsýni yvir Sundalagið.
Tú kennir teg ikki innilokaðan á
nakran hátt, men tvørturímóti sum
ein part av grannalagnum, um-
hvørvinum, landslagnum, náttúruni
og stóru verð. Alt er ljóst, svalligt
og lætt. Gólvini eru úr góðum tilfari,
og køkurin er ljósur, arbeiðsligur og
handligur. Vendir tú borðinum, ber
væl til at borðreiða til fleiri fólk í
borðstovuni. Fert tú upp lætt-
gongdu trappurnar, kemur tú til
eina væl innrættaða og gangnýtta
hædd. Har er hjúnarúm, baðirúm
við brúsu og 2 kømur. Í kjallaranum
er vaskirúm / goymslurúm, og har
er góður møguleiki at gera fleiri
rúm.
Innrætting
Í miðhæddini er inngongd, durur,
baðirúm við brúsu, grovkøkur/
vaskirúm, køkur/stova og trappa
upp á ovastu hædd. Í erva er
trappugongd, hjúnarúm, baðirúm
við brúsu og 2 kømur . Í neðra er
kjallararúm/fýrrúm.
Fakta
Adressa ..............Undir Hamri 28 b,
Hvalvík
Byggiár: ..............2007
Hæddir: ...............3
Gólvvídd: .............184 m2
Grundøki: ............283 m2
Prísuppskot: ......kr. 1.400.000,00