fríggjadagur 25. september 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti
26
Eitt endurreist ríki
Tann, sum í hesum døgum,
nú Týskland fer á val, spákar
í landsins býum, sær eitt fólk,
hvørs einstøku borgarar tykjast
nøgdir, fegnir um sítt lív og sítt
arbeiði og ídnir eftir at greiða
gerandisdagsins praktisku, ítøki
ligu spurningar. Yvir andlitunum
hvílir ró, samljóð og ikki sjáldan
umhugsni, og summi strála av
gleði og innankæti. Er skúlin nóg
góður? Hvussu fái eg mítt barn
inn á eina vøggustovu? Sleppi eg
at varðveita mítt arbeiði?
Tað merkiliga og hugtakandi
við hesum bílæti fata bara tey,
sum síggja nútíðina úr fortíðar
per spektivi. Tað nýggja Týskland
varð til í 1871, savnað eftir trý
preussisk kríggj, móti Danmark,
Eysturríki og Fraklandi. Tann mikli
savnarin var Bismarck, jarn kansl
arin, vísasti og fram skygd asti
statsmaður, landið hevur havt.
Árini 1890 til 1945 eydnaðist
tað amatørunum Wilhelmi II og
Adolf Hitler at forkoma hansara
verki. Í 1989 bleiv ríkið aftur
savn að, og í dag heldur verkið
hjá Bismarck fram, við tí muni, at
á odda í dag stendur, ikki nakar
strangur jarnmaður, men ein blíð,
varislig og mjúkorðað kvinna.
Í morgin, leygardagin tann 27.
september, fara ríkisins borgarar á
val. Tá skulu avrikini hjá Merkel og
hennara stjórn standa sína roynd.
Lehman Brothers
Á Bismarcks døgum hevði Týsk
land ein stóran trupulleika, sum
var geostrategiskur og kom av,
at land ið var girt inni millum tvey
stór veldir. Í dag, takkað veri ES og
múrsins falli, eru slík geostrategisk
áhuga mál ikki, fyribils í hvussu er,
longur á skránni. Men nú í 21. øld
hava nýggir trupul leikar sum vit
ser stak liga kunnu hefta at tveim um
døgum, tí 11. september 2001 og tí
15. sep tember 2008 víst síni grimu
andlit.
Henda seinna hendingin, tá ið
Lehman Brothers í USA fóru á
heysin, avdúkaði ein kapital, sum
var fúsur at eta sín egna kropp á
svaðasvørði, og eina bankastætt,
sum var fús, í sínum ódugnaskapi,
grammleika og amorali, at taka
sjálvt grundstøðið bæði undan
sínum egnu stovnum og undan
veldugum ríkjum.
Prestadóttir
Tann politiska samansetingin
er í Týsklandi í løtuni tann,
at í landinum valdar ein stór
samgonga, sum hetta verður
rópt, millum teir báðar gomlu
høvuðsflokkarnar, mótpólarnar
CDU (samgonguna CDUCSU) og
SPD, tann týska javnaðarflokkin.
Á odda fyri hesi samgongu
stendur Angela Merkel,
prestadóttir, protestantur, fødd
í 1954 í Hamburg, uppvaksin í
býnum Templin í tí, sum tá æt
DDR (Eysturtýskland). Hon er
útbúgvin alisfrøðingur, dugir
russiskt sera væl og hevur ein
serligan tokka til teir russisku
rithøvundarnar Tolstoj og
Dostojevskij.
Angela Merkel tók við sum
kanslari í november 2005,
eftir javnaðarmannin Gerhard
Schröder. Hon er, um vit brúka
ein fortugdan samanburð, alt
tað, sum Margaret Thatcher ikki
var, rólig, blíð, fólkalig, sjáldan
áleypandi, men trek at taka
avgerðir. Hyggur ein at hennara
flokki, so hevur CDU festi í
Vestur og Suðurtýsklandi, meðan
CSU er gróðursett í tí katólska
Bayern. At norðurtýskarin,
protestanturin og kvinnan Angela
Merkel hevur megnað at koma
sær fram á oddan í hesum flokki
er eitt bragd.
Hon hevur havt stóra ávirkan
á tann afturhaldsflokkin, hon
umboðar, brýnt og nútíðargjørt
hann við m.a. at føra ein
virknan familjupolitikk, har fleiri
vøggustovur, stuðul til fólk við
børnum og foreldrafarloyvi hava
staðið á skránni. Av teimum 16
limunum í hennara stjórn vóru frá
byrjan seks kvinnur.
Hólmgongan
Angela Merkel hevur av hesi
grund fingið vaksandi undirtøku
frá týskum kvinnum, kanska
serliga teimum norðanfyri.
Men hennara viðburður kann
eisini koma av, at hennara
Tann mildi kanslarin
Politisk kronikk
Hanus Kamban
Viðburðurin hjá Angelu Merkel kemur av, at
hon er spøk, varin og lítið áleypandi. Hetta er
samstundis hennara stóri veikleiki
Angela Merkel – prestadóttirin, sum kom sær á odda í CDU og gjørdist Týsklands fyrsti kvinnuligi kanslari