fríggjadagur 25. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti 27
persónsmenska á
onkran ófrásigiligan
hátt tykist ekkóa í
nútíðarinnar týska
lyndi, har varsemi,
kurteisi og medvit um
gerandisdagsins mál
eru sjónsk.
Tað minniligasta
kapitlið higartil í tí
týska valstríðnum var
sjálv hólmgongan,
sum fór fram sunnu
kvøldið tann 13. sep
tember, millum tann
kvinnuliga kanslar an
og hitt kanslaraevnið,
SPDoddamannin og
uttanríkis ráðharran
FrankWalter Stein
meier. Fjølmiðlarnir
høvdu frammanundan
spátt, at hetta orða
skiftið fór at vera
deyd ligt, keðiligt og holdleyst.
Og rætt er tað, teir fingu ikki
tað kegl, tað brigsl ella ta øsing,
teir høvdu ynskt sær, men
hólmgongan var hvørki keðilig
ella innihaldsleys.
Kjarnorka og
minstaløn
Kanslarin og uttanríkisráðharrin
umrøddu nøkur høvuðsmál, m.a.
búskapin, bankabjargingarnar,
orkupolitikk, útbúgving, umhvørvi
og kríggið í Afghanistan. Tey
fegnaðust um eitt samstarv, sum
higartil, at síggja til, hevur ført
Týskland snikkaleyst ígjøgnum
ta verstu peningakreppuna síðan
tríatiárini.
Men semja var ikki um øll
mál. Merkel vildi ganga við til
við lóg at leggja loft á lønir og
viðbøtur hjá bankastjórum og
virkisleiðarum, men var ímóti
tí minstuløn fyri arbeiðandi
fólk, sum Steinmeier hevur á
skránni. Javnaðarflokkurin hevur
á skránni, at Týskland longu
nú skal fara at byggja upp ein
alternativan orkupolitikk, Merkel
hinvegin heldur uppá kjarnorku í
rúma tíð aftrat.
Steinmeier
Serliga áhugavert er, hvat slag
av samgongu Týskland fær eftir
valið. Ein stór samgonga sum
tann, ið hevur sitið árini 20059,
er skapt av neyðsyn, av tí einføldu
grund, at høvuðsflokkarnir ikki
hava fingið nóg stóra undirtøku til
at kunna samstarva við onkran av
teimum minnu flokkunum, eitt nú
FDP (t.e. Teir Fríu Demokratarnar),
Teir Grønu ella vinstraflokkin hjá
Oskar Lafontaine.
Angela Merkel og hennara
mótvalevni ynskja sær, hvør sær,
slíkan viðgang, at tey kunnu
slíta samstarvið, og tað bleiv
greitt á hólmgonguni, at CDU
CSU fegnast samstarvar við FDP,
javnaðarflokkurin hinvegin við
Teir Grønu, men ikki við Die Linke
hjá Lafontaine.
Sum framførsla var hesin fund
urin als ikki nøkur hólm gonga,
tí bæði kanslarin og Stein meier
vóru saklig, mentað, róliga próv
grundandi og fólkalig. Týsk bløð
hava funnist at hesum mjúka
tóna, men ein hevur hug at venda
bílætinum og siga, at týskurin kann
vera errin av at hava so mentað
og siðilig oddafólk. Stein meier
hevði einar tværtríggjar ferðir hug
at vísa klørnar, hetta kom óvart á
eygleiðarar, og hann varð tí hildin
at vera við yvirlutan í orðaskiftinum.
Angela Merkel kendist hinvegin,
púra óáleypandi sum hon var, á
onkran merkiligan hátt dámlig og
samstundis eitt sindur verjuleys,
sum eitt kløkkað dádýr.
Russland
Eitt týðandi uttanríkismál, sum
als ikki var nevnt, er samstarvið
við Russland. Hesin spurningur
var nógv frammi í fjør, fyrst og
fremst av teirri orsøk, at kríggj
var eitt stutt skifti millum Georgia
og Russland. Stjórnin hjá Bush
vardi Georgia, og av fjølmiðlunum
vestanfyri var skapt eitt serligt
bílæti, har eitt lítið sakleyst land
varð álopið og knúskað av einum
stórveldi.
Sum ikki eina ferð var henda
svarthvíta myndin alt ov einføld.
Tí í fyrsta lagi hevur tann ágang
andi, imperiali politikkurin hjá
Bush gjørt russarar erkvisnar, og í
øðrum lagi kom tvídrátturin lutvís
av, at nationalistar í Georgia vildu
kúga eitt uppaftur minni land, tað
loysingarhugaða Suðurossetia,
sum søkti sær hjálp í Russlandi.
Støðan hjá Angelu Merkel
var torfør, tí øðrumegin er hon
talskvinna fyri frælsi og fólka
ræði, hinumegin vita øll, at
Týsk land fær ein stóran part
av síni orku frá tí russisku
risa fyri tøkuni Gazprom. Sum
heild tykjast Angela Merkel
og FrankWalter Steinmeier,
kanslarin og uttanríksráðharrin
við, sipandi til Putin, at halda
fast um manna rættindir, við at
finnast at Georgia og við at røkja
sam starvið við Russland at hava
verið við til forða fyri, at kreppan
endaði í einum stórkríggi. Tey
vístu dugnaskap og skynsemi.
Kalifatsins andlit
Bardagin í Afghanistan hevur
verið nógv frammi undir valstríð
num av teirri grund, at týski
herurin fyri stuttum, við býin
Kunduz, framdi eitt álop á tvey
tangalasttok hjá Taliban, sum
kostaði ikki fáum sivilfólkum lívið.
Hetta var sama slag av mistaki,
sum USA undir Bush hevur gjørt
ferð eftir ferð, munurin er bara,
at nú finnast amerikanarar at
Týsklandi.
Málið er ógvuliga viðkvæmt, tí
hvørt einasta mistak verður brúkt
av fíggindanum til at øsa fólk upp
ímóti Karzaistjórnini og hennara
vesturlendsku stuðlum.
Sum heild eru bæði CDU
CSU, SPD og FDP, men ikki
vinstra flokkurin hjá Lafontaine,
fyri at verja ta unga, trilvandi
fólkaræðið í Afghanistan við
vápnamegi. Men Karzaistjórnin
er ikki lýtaleys, og eingin veit í
grundini, hvussu hesin leikur fer
at enda. Hinvegin eru líkindini
til, at Taliban fara at sigra, fyrst í
Afghanistan og síðani í Pakistan,
seta kalifatið á stovn, nokta
gentum skúlagongd og fáa ræði
á kjarnorkuvápnum, millum tey
mest ræðandi í heiminum í dag.
Tað er søgunnar speisemi, at
Angela Merkel í 2003, áðrenn
hon bleiv kanslari, tók undir
við krígnum móti Irak, sum
George W. Bush ein politiskur
amatørur, sum ikki dugdi at skyna
á muninum millum shia og
sunnimuslimar setti í verk.
Bankakervið
Hetta kríggið bant niður ta
hern aðarorku, ið átti at farið
til stríðið móti Taliban, og ta
sosialu og peningaligu orku, ið
kundi farið til vegir, skúlar og
sjúkrahús og annars alt siviløkið
í Afghanistan. Irakkríggið
verður av serfrøðingum hildið
at vera ein høvuðsgrund til, at
tann víðgongda sunnirørslan har
eysturi, sum Taliban umboðar, nú
hevur fingið fótin fyri seg aftur.
Men høvuðsmálið í Týsklandi
beint nú er búskapurin. Arbeiðs
loysið var nógv minkað, ríkis
skuldin somuleiðis, tá ið
amerikanskir bankar, orsakað av
grammleika og ódugnaskapi, komu
sær sjálvum í óføri og tóku bæði
sítt egna land og ein stóran part
av heiminum sum gísla. Stjórnin
hjá Merkel var við til, saman við
henni hjá Gordon Brown og henni
hjá Sarkozy, at bjarga bankum og
fyritøkum og lata tann meiniga
mannin rinda skuldina.
Í Týsklandi tykist standa væl til,
í løtuni og sæð á skræðuni. Men
eingin veit, hvussu hesin leikur
fer at enda. Í Le Monde skrivar
búskaparfrøðingurin Paul Jorion,
at tann deyðiliga búskaparliga
virussjúkan framvegis er virkin,
og at tær fyritreytir, sum gjørdu,
at Lehman Brothers fóru á heysin,
framvegis eru til staðar.
Trótandi fastleiki
Um leiklutin hjá Angelu Merkel
skrivar Spiegel
blaðstjórin Dirk
Kurbjuweit (í bókini
Angela Merkel – Die
Kanzlerin für alle?),
at hon ikki hevur
víst fastleika og
leiðaraevnir, at hon
ikki hevur staðið á
brúnni, men hevur latið
Brown og Sarkozy taka
avgerðirnar og halda
um stýrisvølin. Og,
fyrst og fremst, at hon
ikki hevur megnað at
tala til sítt fólk, sum
ein Helmut Schmidt
hevði gjørt, peika á
vegin yvir um kreppuna
og gera greitt, hvør
hevur ábyrgdina, hvør
skal gjalda og hvørjar
treytirnar verða.
Hetta seinasta er
kanska, tá ið samanum kemur,
tað sum telur mest. Tann vanligi
borgarin, sum hevur goldið fyri
ábyrgdarloysið, grammleikan
og tað fakliga dugnaloysið hjá
bankastjórum og fíggjarbarónum,
bæði í USA, Íslandi, Týsklandi og
mongum øðrum londum, fer, so
skjótt sum avleiðingarnar sansa
at, at krevja rættvísi.
Skattur á fíggjar
marknaðin
SPD hevur tí skotið upp, við lóg
at áleggja ein skatt, sum teir
rópa, við einum longum orði,
Finanzmarktsteuer (fíggjar
marknaðarskattur). Bankar og
fíggjarstovnar skulu sjálvir í
framtíðini rinda fyri síni mistøk!
Hesum vil Angela Merkel ikki
vita av. Kanska hevur hon ikki,
líka so lítið sum okkara heimligi
fólkaflokkur, fatað, at tíðin hjá
Friedman og nýliberalismuni
er av, og at bæði umhvørvislig,
orkupolitisk, búskaparlig og
moralsk atlit rópa eftir einum
paradigmuskifti.
Paradoksið er, at júst í hesum,
tí varisliga og vingluta, tí ov
kámu politisku andlitsgreinini,
finna vit grundina til, at Angela
Merkel er so væl umtókt. Hon
hevur megnað at vinna sær tokka
hjá øllum, kvinnum og monnum,
høgra og vinstra, at gleiva yvir
um miðjuna. At hon, sum fyrsti
kvinnuligi kanslari í Týsklandi,
hevur skrivað søgu, um tað er
eingin ivi.
Men skal henda søgan fáa
lit og hold og varandi pláss í
eftirtíðar skjølum, krevur hon at
fáa ein møguleika aftrat. Hvørt
hon fær henda møguleika, tað
gera týskir veljarar av í morgin.
Ursula van der Leyen, úr CDU, er familju- og ungdómsmálaráðharri
í stjórnini hjá Angelu Merkel
Frank-Walter Steinmeier, uttanríkisráðharri og SPD-oddamaður, skjýtur
upp at leggja skatt á fíggjarmarknaðin