fríggjadagur 25. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti 19
sum tað so ofta er hjá Steffani
Danielsen, sum lýsir hendingina
uttanífrá í stórari frástøðu til
hendingina. Málihátturin er
slættur og radikalt foreinklaður
sum í popplistini hjá David
Hockney; (hann málaði í 1967
kenda verkið “A bigger splash”,
sum hetta minnir um). Men
er myndamálið einfalt, hevur
myndin fleiri innihaldslig løg á
sama hátt sum vit kenna tað í
ævintýrunum hjá H.C.Andersen,
sum kunnu lesast beinleiðis í
barnahædd, men sum eisini
innihalda djúpari tilveruligar og
listarligar tulkingarmøguleikar.
Í fyrsta lagi lýsir myndin eina
spennandi løtu hjá børnunum,
sum standa kring bálið og fylgja
við í virkseminum kring eitt
nýggjársbál. Men av tí, at myrkrið
fyllir so nógv og frástøðan er so
stór, gerst huglagið alt fyri eitt
heldur dapurt. Avbyrgingin og
einsemi gerst onkursvegna dupult
í hesi myndini, har málarin tykist
útihýstur bæði úr húsunum og
frá uttandura hendingini. Tað
er møguligt, at hann útihýsir
seg sjálvan, men óansæð er
einsemiskenslan sterk í myndini,
eisini orsakað av, at myndaliðirnir
fyri tað mesta upptraðka í pørum
– hetta kann væl hanga saman
við harmonisku myndakenslu
málarans og hansara lyndi til at
síggja dekorativ mynstur í øllum
– men vit síggja altso tvey og
tvey hús, tveir pelar, tveir tráðir
og tvey børn, sum vísir á ein
grundleggjandi felagsskap, sum
áskoðarins saman við málaranum
eru útihýst frá. Um vit hyggja at
bygnaðinum, er hann statiskur
burtur sæð frá kyndlinum, sum
skapar dynamikk og dramatikk
í monumentalu heildini. Hetta
hevði verið ein øgiliga tung mynd,
var tað ikki fyri smágentuni í
reyðu troyggjuni, sum ikki er
heilt so anonymiserað sum
hini pinnafólkini á myndini.
Gentan fær stóran myndaligan
týdning bæði við fokuseraðu
staðsetingini og við heita reyða
litinum, sum er komplementererur
til blágrønu heildin. Gentan er
eisini staðsett eitt sindur nærri
okkum og málaranum; hon dregur
eygað inn í myndina, hon fjálgar
myndarúmið og skapar hita og
møguleika fyri identifikatión hjá
áskoðaranum.
Ikki so góðvarin
Eftir at hava viðgjørt Nólsoya
rmálaran var Kinna Poulsin
sera bilsin av at síggja, hvussu
raffineraðar myndir hann málaði.
Hann er serstakur, men
kanska ikki heilt so góðvarin,
sum hann hevur verið hildin at
verið, staðfesti Kinna og vísti til
metingina hjá Bárði Jákupsson í
bók síni um Mikines, at Steffan
Danielsen í onkran mun hevur
verið hugkveiktur av Mikines. Í
bókini skrivar Bárður Jákupsson
soleiðis:
“Ingálvur greiðir frá, at einaferð
teir fyrireikaðu eina Ólavsøku
framsýning – hetta var í 1951 ella
52 – tá kemur Steffan Danielsen
úr Nólsoy inn, undir ørmunum
hevur hann rullur við málningum
og báðar hendur fullar við. Hann
setti teir frá sær og fór beint yvir
til Mikines, fór at greiða frá stóru
framsýningini, Mikines hevði
havt í 1938. Hann greiddi gjølla
frá hvørjari einstakari mynd,
portrettmálningum, landsløgum,
dugdi at siga, hvar hvør mynd
hekk. Alt hevði hann varðveitt í
minninum...”.
Sambært Kinnu kundi
hesin tilburður kundi bent á,
at Steffan Danielsen, sum í
1938 var sekstan ára gamal,
veruliga hevði eyguni við sær á
listaframsýningum, at hann longu
blaðungur hevði eitt ómetaliga
gott visuelt minni.
Tað, sum onnur ikki
varnaðust
Viðgerðin hjá Kinnu Poulsen tekur
støði í lýsingini, sum William
Heinesen hevur av Steffani
Danielsen í bókini “Føroysk
list”, men harumframt hevur
hon eisini fingið góða hjálp frá
ymiskum fólki, ið hava kent
Nólsoyarmálaran.
Eg havi til dømis fingið hjálp
frá listafólkum sum Zacharias
Heinesen, sum jú minnist tá
Steffan á fysta sinni kom við
sínum myndum, tá teir vóru við
at hanga Ólavsøkuframsýningina
upp. Tað er fantastiskt at hava
tílík professionel fólk at taka
til – tey eru jú livandi keldur
til okkara listasøgu og eg eri
sera takksom fyri samrøðuna,
Zacharias. Eg náddi eisini at
gera eitt áhugavert viðtal við
Janus Kamban sála; ein klókur
maður, ið dugdi væl at orða seg.
Steffan Danielsen segði hann
– “var ógviliga merkiligur maður,
sum hevði eyga fyri teimum
løgnastu myndevnunum. Hvagar
hann fór, fann hann myndevni,
sum eingin annar sá, í Nólsoy, í
Havn og tá hann so fór niður til
Danmarkar, gjørdi hann tað sama
har. Hann málaði enntá myndir úr
flogfarinum”.
Tey løgnu og eyðmjúku
myndevnini, sum at síggja til
ikki høvdu nógv uppá seg – ein
húsatoft, ein varði, hegnpelar,
elsteyrar og tílíkt, vit vanliga
ikki leggja til merkis, gjørdist
hjá Steffani Danielsen høvið
til at skapa sonn meistaraverk.
Hann dugdi at síggja nakað,
har eingin annar tímdi at
hyggja og bar við sínum málaðu
tulkingum fram eina poesi, sum
stendur sterk, eisini fyri nútíðar
áskoðaran. Hetta eru myndir,
ið tola tíðarinnar tonn og sum
hava ein serligan nútíðarligan
dám, sum eyðkennir modernaða
dygdarverkið.
Ein gáva
At enda nýtti Kinna Polsen høvið
at takka Emil Thomsen, soni
hansara Bjørn og versoninum
John fyri álitið og legði afturat
Nú skal eg lata vera við
at ummæla meg sjálva, men
allíkavæl tori eg at halda uppá,
at hendan bókin er ein gáva
til okkum øll við teimum gott
hundrað Steffansmyndunum, sum
vit nú kunnu fara heim og hvør í
sínum lagi njóta og granska.
At Steffan Danielsen var so egin, sum listamálari, hekk uttan iva eisini saman við at hann var sjálvlærdur, segið John
Dalsgarð, sum hevur lagt bókina til rættis.
Óvanliga nógv fólk høvdu leitað sær oman í hølini hjá Steinprent til framløguna av bókini um Steffan Danielsen
Meir enn 100 myndir
eru við í bókini um
Steffan Danielsen, sum
Emil Juul Thomsen
hevur tikið stig til
og Kinna Poulsen,
listaummælari, hevur
skrivað tekstin til