fríggjadagur 25. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti
20
Seinastu nógvu árini er orðið
spinndoktari nýtt øgi liga nógv.
Tony Blair hevði nokk ongantíð
komið til valdið, um hann ikki
hevði sín. Í Danmark ganga teir
upp á skift millum ymiskar politik
arar og í Føroyum eru eisini nøkur,
sum virka sum spinndoktarar,
men maðurin beint aftanfyri Kaj
Leo Johannesen, sær ikki seg
sjálvan sum nakran spinndoktara.
– Eg eri ikki spinndoktari hjá
Kaj Leo. Eg eri kunn ingarráðgevi
hjá løgmanni. Heitið verður
van liga nýtt um persónligar
ráð gevar hjá politikarum, sum
eru partapolitisk settir og sum
koma og fara við tí einstaka
ministaranum. Orsøkin til, at eg
ikki er spinndoktari, er tí eg fylgi
við løgmansem bætinum og ikki
við per sóninum. Eg skal sum
øll onnur embætisfólk í lands
fyrisitingini vera parta polit isk
óheftur í mínum starvi. Hetta
merkir millum annað, at tá Kaj
Leo Johannesen er floksformaður
og ikki løg maður, tá havi eg onki
við hann at gera. Eg skal for
midla politikk, ikki skapa hann,
staðfestir Páll Nolsøe, sum
eis ini var ráðgevi hjá Jóannes
Eidesgaard í eina tíð, áðrenn eitt
ávíst lás á eini ávísari hurð kom
upp í leikin.
Avmarkað stýring
Páll Nolsøe staðfestir eisini, at
tað ikki er hansara upp gáva at
beinleiðis stýra løg manni.
– Eg eri nógv meira ein sparr
ingspartnari, so løg maður fær
møguleika at tosað um nøkur
ting, áðrenn hann fer víðari við
teimum, greiðir ráðgevin frá.
Men tað er eftir hondini almenn
fatan, at Kaj Leo Johannesen
dugir betur at tosa í dag, enn fyri
einum ári síðan, men hetta heldur
Páll Nolsøe seg ikki hava havt
beinleiðis ávirkan á.
– Løgmaður dugir helst betur
í dag. Tað hoyrir mann fólk siga,
men eg haldi ikki tað er nakað
vit beinleiðis hava gjørt, men
sjálvandi verður hann ílatin
fakliga. Vit kunnu ikki geva
hon um eitt manuskript, tí tað
høvdu øll lagt til merkis, men vit
kunnu gera annað. Tá vit tosa
saman, so er tað um vinkulin,
hvussu løgmaður kundi hugsast
at svara, tí ein fyrireiking verður
altíð gjørd. Viðvíkjandi úttalils
unum haldi eg, at tað mest eru
royndirnar, sum gera mun fyri
løgmann í dag, sigur Páll Nolsøe.
Víðari greiðir hann frá, at hann
ongantíð hevur følt, at Kaj Leo
Johannesen hevur verið pínligur.
– Tað er meira soleiðis, at eg
onkuntíð havi hugsað, at tingini
kundu verið søgd eitt sindur
øðrvísi. Men so leiðis vil tað
altíð verða. Øll menniskju kunnu
orða seg illa ella skeivt, eisini
politikarar. Og tað er heldur
ikki vist, at tað gongur út yvir
trúvirðið, heldur tvørturímóti,
heldur Páll Nolsøe
– Politisk kommunikatión er
sjálvdan spektakuler og ikki sum
ein fótbóltsdystur, sum kann
avgerast eftir ein um sekundi við
einum skoti. Politisk kommunika
tión er meira sum súkklu kapping
við sum Tour de France har tað
snýr seg meira um at leggja
eina ætlan, vera áhaldin og seta
spurtin inn røttu løtuna, sigur
ráðgevin.
Løgmaður avger
Ráðgevin hjá løgmanni staðfestir
eisini, at tað ikki er hann, sum
avger, um og hvussu løgmaður
úttalar seg til miðlarnar.
– Hinvegin verði eg brúkt ur at
tosa við, áðrenn løgmaður sigur
nakað, um hann ivast, greiðir Páll
Nolsøe frá.
– Kaj Leo vil næstan altíð
úttala seg, og tað blandi eg meg
sum so ikki uppí. Politikarar eiga
at úttala seg, ella sum fyrrverandi
spinndoktarin hjá Anders Fogh
Rasmussen orðað tað: Hvad der
ikke kan forklares – kan ikke
forsvares.
Víðari greiðir hann frá, at
tað einaferð um vikuna eru
støðufundir á løgmans skriv
stovuni, og har gongur tað fyri
seg á sama hátt. Løgmaður hevur
seinasta orðið.
– Men tað merkir tó ikki, at
eg ikki onkuntíð priki løgmann á
ryggin, um eg til dømis haldi, at
hann eigur at fara í miðlarnar við
ein um máli, tí sum embætisfólk
skalt tú vera loyalur móti politisku
leiðsluni og tað merkir, at tú eigur
at gera vart við tíni fakligu sjónar
mið, sigur Páll Nolsøe.
Fittur fýrur
Tað fyrsta Páll Nolsøe sigur,
tá spurt verður um, hvussu
løgmaður er, liggur tætt saman
við háttinum, vit onnur kenna
løgmann.
– Hann er ein fittur fýrur. Eisini
er hann bjartskygdur av lyndi, og í
hesum tíðum er tað er ikki neiligt
útfrá einum samskiftisligum
sjón arhorni, heldur nærm asti
ráðgevin.
Tó leggur hann afturat.
– Eg havi hoyrt frá onkr um, at
mann bara einaferð kemur ov
seint til ein fund við Kaj Leo, men
tað havi eg ikki roynt, vísir Páll
Nolsøe á.
Munur á løgmonnum
Páll Nolsøe hevur verið ráðgevi
hjá bæði Jóannes Eidesgaard, tá
hann var løgmaður, og hjá Kaj Leo
Johannesen, sum er løg maður í
dag.
– Tað er munur á teimum
báðum. Jóannes Eidesgaard
hevði eina rúgvu av roynd um
úr landsstýrinum og hevði sitið
í fleiri ymiskum lands stýris
mannasessum, áðrenn eg byrjaði
at arbeiða saman við honum. Kaj
Leo Johannesen hevði ikki sitið
í landsstýrinum fyrr, greiðir Páll
Nolsøe frá.
Hann leggur afturat, at teir
báðir løgmenninir hava stóran
áhuga í ítrótti, har Kaj Leo
Johannesen serliga hevur áhuga
fyri fótbólti, meðan Jóannes
Eidesgaard heldur nýtir kappróður
til sínar myndir.
– Hatta vita fólk helst, tí teir
brúka ítróttirnar í mál inum, heldur
Páll Nolsøe.
Ítróttarmál
Felags fyri Kaj Leo Jo hanne
sen og Páll Nolsøe er, at teir
báðir brúka sera nógvar ítróttar
vendingar.
– Fólk halda, at løgmaður nýtur
fleiri ítróttarvendingar enn onnur,
men tað haldi eg ikki bilar. Tí
ítróttar vend ingar eru ofta góðar
ein fald ar myndir um veru leikan.
Tað er eisini soleiðis løgmaður
vil vera. Hann nýtir rættiligt
gerandismál og tann stýlin
klæðir hann eisini væl, metir Páll
Nolsøe.
Alt endurtakast
Kunningarráðgevi løgmans
má eisini ansa væl eftir, hvat
hann sigur, tá hann tos ar við
fjølmiðlarnar, tí hvørt einasta
orð, ið ráð gevin nýtir, skal kunna
endurgevast.
– Óansæð hvønn eg tosi við,
so royni eg at ansa eftir, at
Hjálpt Kaj Leo
í eitt ár
Eg eri ikki spinn doktari hjá Kaj Leo. Eg eri kunn inga rráðgevi hjá løg
manni. Soleiðis greiðir nærmasti ráð gevi løgmans frá sínum starvi.
Tú kennir helst ikki navnið, men Páll Nolsøe hevur á nógv um
myndum staðið beint aftanfyri Kaj Leo Johannesen, sum í morgin
hevur verið løgmaður í eitt ár
– Óansæð hvønn eg tosi við, má eg ansa eftir, at
eg ikki sigi nakað, sum ikki kann endurtakast alment
Embætisfólk
Eirikur
í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Navn: Páll Nolsøe
Útbúgving: Cand com. Søgu
samskifti á RUC
Føðidagur: 26. novembur
1976
Foreldur: Axel H. Nolsøe og
Lena Nolsøe
Føðistaður: Keypmannahavn
Unnusta: Barbara S. Berg
Børn: Vera 2006 og Ella 2008
Fakta
– Fólk halda, at løgmaður nýtur fleiri ítróttar
vend ingar enn onnur, men tað haldi eg ikki bilar.
Hinvegin eru ítróttarvendingar ofta góðar einfaldar
myndir um veruleikan