Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindi Nr. 183 - 25. september 2009 Tíverri ber ikki til at tosa fornuft við Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkin Ríkisveitingin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru til reiðar at søpla einar 250-300 milliónir í berari fáfongd. Tað staðfestir Johan Peter- sen, formaður í Samhaldi, sum er lokalfelagið hjá Sam- bandsflokkinum í Eysturoy. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna í Sambandsflokkinum hesa seinastu vikuna í sambandi við orðaskiftið ríkisveiting- ina úr Danmark. Hann vísir á, at Føroyar eru í undantaksstøðu, tí væl- ferðartænastur verða skerd- ar inn á bein. - Sostatt eru vit í eini støðu, sum vit ikki sleppa undan at taka upp og tí er tað gott, at vit hava politik- arar sum Edmund Joensen, Magna Laksáfoss og Alfred Olsen, sum reisa spurningin í samgonguni og vísa á, at í ríkisveitingini liggur ein inntøkumøguleiki, sum ikki verður troyttur. Formaðurin í lokalfelag- num hjá Sambandinum í Eysturoy sigur, at tað er í hesum ljósinum, at remb- ingarnar seinastu dagarnar skulu síggjast. Hinvegin heldur hann eisini, at formaðurin í Sam- bandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, er í eini serlig- ari støðu. - Hann er eisini leiðari fyri alla samgonguna og tað má hann taka atlit til, sama hvussu tápuligir hinir sam- gonguflokkarnir eru og tað uppávuna megnar hann væl. Hinvegin eru einstakir tinglimir í eini øðrvísi støðu, tí teir eru frælsari at føra síni egnu sjónarmið fram. Kortini viðgongur hann, at hann hevði nokk lagt sær orðini øðrvísi, enn Edmund Joensen hevur gjørt. 250-300 milliónir um árið Johan Petersen vísir á, at verður prístalsreguleringin av blokkinum tikin av, fer tað at føra til eina eyka inn- tøku upp á góðar 100 milli- ónir um árið. Men vinningurin fyri búskapin verður nógv størri enn so. - Verða góðar 100 milliónir settar í umfar í Føroyum, kasta tær 250-300 milliónir krónur av sær í skattum, av- gjøldum og ymsum virksemi. - Í veruleikanum er tað hendan upphæddin, sum Fólkaflokkurin og Javnað- arflokkurin hava sagt frá sær í berari fáfongd. Hann staðfestir samstund- is, at tað er ikki brot á sam- gonguskalið at prístalsvið- gerðin verður strikað. Tað stendur í samgongu- skjalinum, at ríkisveitingin skal minka 15% av veruliga búskaparvøkstrinum. Men tað merkir so aftur, at tá ið búskaparvøksturin er negativur, skal minkingin í ríkisveitingin eisini vera negativ. Ella sagt við øðrum orðum: Tá ið búskapurin minkar, eigur ríkisveitingin at veksa. - Tí er tað als ikki brot á samgonguskjalið at tosa um at hækka ríkisveitingina í hesum tíðum. Tvørturímóti er tað brot á samgonguskjalið at lata vera. Men støðan er tíverri tann, at tað er onki alternativ til ABC samgonguna og tí mestsum noyðist hon at halda fram. Johan Petersen sigur, at av- leiðingin av stívrendu støð- uni hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum verður, at fólk rýma av landinum. Edmund Joensen er rættiliga óloyalur ímóti sínum egna for­ manni og orðalagið hjá honum má verða ringt hjá Kaj Leo Johannesen at svølgja sambands­ flokkuRin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta má vera ein beiskur biti hjá løgmanni at svølgja. John William Joensen, formaður í Norðoya Sam- bandsfelag, er ikki fegin um framferðina hjá floks- felaginum, Edmundi Joen- sen, seinastu dagarnar. Skjóta eftir hvørjum øðrum Sambandsflokkurin er kom- in í stríð við seg sjálvan um ríkisveitingina úr Danmark. Í farnu viku kom tingmann- ingin hjá Sambandsflokki- num til ta niðurstøðu, at samgongan eigur at bera so í bandi, at ríkisveitingin úr Danmark verður hækkað. Nakrar dagar seinni sendi Edmund Joensen, tingmað- ur og fólkatingsmaður út sokallað tíðindaskriv um tað sama sum um at hetta var nakað, hann sjálvur hevði funnið upp á. Tað fekk Kaj Leo Johanne- sen, løgmann og formann Sambandsfloksins at tala at og hann helt, at tað átti at verið óneyðugt hjá einum einstakum tingmanni at sent tíðindaskriv út um nakað, sum øll tingmanningin var vorðin samd um nakrar dagar frammanundan. Hann gjørdi eisini greitt, at hann fór ikki at seta samgonguni krøv, sum eru i stríð við samgongskjalið. Edmund Joensen kvitter- aði við einum heilt óvan- ligum nefsi til sín egna for- mann í lesarabrævi í miku- kvøldið, har hann hvassorð- aður kunngjørdi fyri Føroya fólki, at ”tey, sum í næstum fara at kenna sviðan av spar- ingunum á fíggjarlógini, eiga at senda oddafiskunum í ABC-samgonguni ein tanka”. Sostatt ábyrgdaði hann eisini sín egna formann, Kaj Leo Johannesen, fyri skerj- ingar, sum hann staðfestir, at tað ikki slepst undan at gera í vælferðartænastunum næsta ár Samstundis á fólk, sum verða rakt av sparing- unum um at senda Kaj Leo Johannesen ein tanka, tá ið skerjingarnar raka. Edmund farin ov langt Og nú heldur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag, at Edmund Joensen er farin út um mark. Hann viðurkennur fult út rættin hjá einstøkum politik- arum at siga sína hugsan. Og hann heldur eisini, at tað er onki løgið, at orða- skiftið verður óvanligt í sam- felagsliga spentum tíðum, sum hesum, vit nú eru í. - Men orðavalið, sum hev- ur verið brúkt ímillum floks- felagar í Sambandsflokkin- um seinastu dagarnar, hevur ikki verið heppið, sum hann málber seg. John William Joensen heldur, at tað skal vera eitt mark og hann heldur, at hetta síðsta útspælið hjá Edmundi Joensen fór út um mark. - So spurningurin um hann fær eitt nefs frá floks- leiðsluni. Hann staðfestir, at enda- málið hjá leiðsluni er at halda einum livandi flokki saman. - Men spurningurin er nær einstakir politikarar svinga seg framum leiðsl- una og tað er ikki heppið. Spurningurin er eisini, at hvussu savnandi floksfor- maðurin kann vera, tá ið hann verður niðurgjørdur á slíkan hátt, sigur John William Joensen. Hann heldur nevniliga, at Edmund Joensen er rætti- liga óloyalur. - Orðalagið hjá Edmundi Joensen, má verða tungt hjá teimum at fáa út yvir seg, sum sita við samráðingar- borðið og at fáa eitt úrslit burtur úr. Hetta má vera ein beiskur biti hjá Kaj Leo Johannesen at svølgja og hetta má eisini verða tórført at góðtaka hjá restini av tingmanningini, sum stendur leiðsluni við lið, leggur hann afturat. Hann fæst kortini ikki at siga beinleiðis, um hann heldur, at løgtingsmaðurin eigur at fáa eitt nefs frá floksleiðsluni. Annars heldur hann, at Kaj Leo Johannesen hevur dugað rættiliga væl at takkla hesa støðuna og sjálvur er hann sera væl nøgdur við leiðsluna í flokkinum. Ein beiskur biti hjá løgmanni at svølgja Søpla 300 milliónir burtur Edmund Joensen er óloyalur og er farin út um mark, heldur John William Joensen, formaður í sambandsflokkinum í Norðoyggjum Vápnasmugling avdúkað Danska løgreglan hevur avdúkað eitt umfatandi vápnasmuglarakervi, sum hevur smuglað vápn ímillum fleiri lond í Evropa. Talan er um nútímans vápn og eldri vápn, sum smuglararnir hava sett í stand. TV2 segði í morgun, at løgreglan hevði lagt hald á 480 ymisk skotvápn, og at ee fólk eru tikin og sett í varðhald. Tey flestu eru tikin í Norður- og Eysturjyllandi, og teirra millum eru menn, sum hava verið í teirri sokallaðu heimaverjuni. Sambært TV2 kom løgreglan fram á smuglarakervið í fjør, og í desember byrjaði sjálvt avdúkingararbeiðið. Heldur livandi fisk Norðmenn kanna nú, um tað ber til at goyma fisk livandi í ringum, tá prísurin er vánaligur, so hann kann takast og seljast, tá prísurin er batnaður aftur. Á tann hátt slepst undan ov stórum sveiggi í prísunum, og fiskurin verður meiri verdur. Kanningar, sum eru gjørdar fyrr, vístu, at virðið á toskakvotunum hækkaði meiri enn 35 prosent, um veiðan bleiv seld livandi, skrivar Aftenbladet. Nú hava myndugleikarnir gjørt av at skipa fyri einari granskingarverkætlan, sum skal kanna ymsar spurningar í sambandi við fóður- og veiðitøkni.