fríggjadagur 25. september 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Rákið – september '09
Alt hevur sína sjarmu. Hvør
aldur á børnunum, hvørt eitt
lívsskeið og hvør einasta árstíð.
Eisini heystið, við myrkri, regni
og ruski. Tá geari eg
heilt niður og fari eitt sindur í
dvala. Elski hesar løturnar, tá
húsið hvílir, øll hava frí, klæðini
eru løgd saman og køkurin er
greiddur. Háli gardinurnar fyri
og balli meg innast í hornasofuni.
Byggi mær eitt reiður við øllum tí besta fyri hondina:
ein heitan temunn, fartelduna og -telefoninina, stokkar,
eina góða bók, snack, fjarstýraran til sjónvarpið, iPoddin,
tjúkkar avísir og lekkur bløð. Har siti eg so og hugni mær,
onkra løtu við sambandi við umheimin, aðrar løtur inni í
mær sjálvari.
Lesi, durvi, tosi í telefon, skrivi, bindi, zappi, droymi
og leggi ætlanir. Kanska avbrotin av einum fótbað ella
av at nippa hár úr andlitinum við einari pinsett og einum
megaforstørrandi spegli. Hesar dýrabaru løtur eru alt
ov sjáldsamar og gerast sjáldan drúgvar, hóast tær eru
tiltrongdar í einum strongdum gerandisdegi, har tímarnir
eta hvønn annan, við dukandi deadlines, skurslaðum
barnaknøum, og seingjarklæðum, sum áttu at verið skift
nógv oftari.
Um heystið er tað loyvt at fara eitt sindur í dvala. Hagin
fær frið fyri mínum gummiskóm, og fyri alt tað kunnu
caféirnar í býnum lata aftur, til tað lýsnar aftur til várs.
Akkurát hetta er stóra sjarman við heystinum.
Jensinusa: Klumma og poesibók ..…………… S. 4
Móti: Endurskinsvestur frá G&G ........………… S. 6
Kynslív: One night stands ..................……… S. 8
Móti: Frískt og blómandi cerise ………………… S. 12
Portrett: Mótapar í 33 ár…………............. S. 14
Rák: Grønt er mega-trend ……………........... S. 20
Heimið: Hvør býr í stovuni? ......................... S. 24
Matur og drekka: Oyn hoytan drekkamunn .. S. 28
Ferðing: Forelskað í Barcelona .........……… S. 30
Rørsla: Keyp renniskógvar við fótunum ……… S. 34
Móti: Autumn ’09..............................……… S. 36
Móti: Heit og lekkur í heyst ...............……… S. 40
Innihald
Sjarman við heystinum
Rigmor
RÁKIÐ – HEYSTIÐ 2009
Postbox 76, 110 Tórshavn
post@sosialurin.fo
REDAKTØRUR
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
BLAÐFÓLK
Inna Tørnroos
Rigmor Dam
Anna Ellingsgaard
Jensina Olsen
MYNDIR
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
LÝSINGAR
Marknaðardeildin
lysing@sosialurin.fo
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin
PERMUMYND
Permumynd: Ada Joensen
Hár og smyrsl: Royal á Landavegnum
Myndatøka: Jens Kristian Vang
• • •
S. 18