fríggjadagur 25. september 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Rákið – september '09
S
veittandi, eftir at hava súkklað við tveimum
FAKTA-posum, skuldi eg inn til mín
lokala pakistanara eftir eini vikublaðsdosis
av uppskriftum, sum eg aldrin fari at royna,
kostráðum sum eg kvalist av og obligatorisku
greinini “Min hest fik mig til at elske livet”, við
eini mynd av eini smílandi permanentaðari konu
í vesti á einum hesti.
Meðan eg pakkaði tað óvæntaða keypið av
TIDENS KVINDER í taskuna, við yvirskriftunum
“Det mener han i virkeligheden om din krop” og
“Er du en vildkat?”, kom ein somaliari inn og
skuldi hava tveir elefantar. Tvær krónur restaðu í.
“Nå, så jeg tager kun den ene elefant.”
“Nej ”segði eg, tí mítt gestablíða hjarta
vaknaði alt fyri eitt. “Du kan få to kroner.”
Glaður og bilsin segði hann:
“Jeg kan se på dine øjne, at du er en god
menneske.”
Bangin fyri at læra hann at kenna, svaraði
eg:
“Nå, det var bare to kroner!”
Beinanvegin svaraði hann mær:
“Nej, du er en meget god menneske. Hvis
jeg kende dig, jeg invitere til mad.”
Enn meira bangin fyri at hann var ein
óútrokniligur somaliari við ljótum baktankum,
svaraði eg:
“Nej, det skal du ikke tænke på, det var bare
to kroner.”
“Nej, du er en god menneske” bleiv hann
við “jeg får din telefonnummer, så jeg ringe og
invitere mad.”
B
angin fyri at hann var úti upp á okkurt, fór at
ganga aftan á mær ella vildi giftast, svaraði
eg:
“Nej, nej, det skal du ikke tænke på, jeg,
eller vi rejser på mandag og skal giftes.”
Við stórum smíli svarar hann:
“Så jeg får din nummer og sige tillykke, når
I komme hjem, og invitere hele dine familie til
mad!”
Fyri at sleppa av við hann, svaraði eg:
“Vi mødes nok igen, jeg bor lige her i
nærheden.”
“Tak for det, du er en god menneske, og held
og lykke med din brullopp.”
Hann fór við elefantunum. Eg misti
innkeypsposan á vegin.
Kiwifruktirnar spjaddust á tí keypmannahavnsku
gongubreytini.
Kundi kanska
verið hugnaligt
at smakkað
somaliskan mat,
hitt familjuna hjá
honum, men eg
ræðist hann so
illa, tí hann er
innvandrari, júst
sum eg.
“Í mínum arbeiði ber ikki
til at leggja seg sjúka.
So tá eg blívi sjúk, ilskist
eg eitt sindur inn á
arbeiðið, skrivar
sjónleikarinnan, Marita
Dalsgaard, ið júst hevur
spælt við í Dollars.fo.
Hon hevði sín fyrsta
yrkisleiklut í 1989, og
hevur spælt alt millum
himmal og jørð í 20 ár.
Hvat gert tú, tá tú slappar av?
– Mediteri. Eri saman við familjuni. Fari í bað.
Lesi eina bók. Fari til sjónleik. Drekki te. Hugni
mær við eini vinkonu. Hyggi eftir einum filmi.
Sovi. Orðni havan. Í Føroyum gangi eg ein túr í
fjøllunum. Mær dámar best at gera okkurt.
Hvat er títt mest óhepna karaktertrekk?
– Fyri meg sjálva: mín naivitetur. Fyri onnur: mítt
sjálvsrættvísi.
Hvat heldur tú vera mest umráðandi at duga?
– At lurta. Tá uppliva vit nærveru.
Hvat elskar tú at gera?
– At lurta eftir stemmingum, kenslum, litum, eftir
børnunum, viðleikarum, teksti, tónleki, gólvinum,
tá ið eg skúri tað. Bara at lurta. Tað elski eg. At
spæla sjónleik er fyrst og fremst at lurta. Eg elski
at spæla sjónleik og eg elski at lurta. Fram um
ALT elski eg míni børn. Tey gera meg so rasandi
lukkuliga, at eg næstan ikki fái andað.
Tín størsti brølari?
– Einaferð var eg ill við ein leikstjóra, ið ikki kom
til generalprøva. Til frumsýninginga kom hann
og ynskti góða eydnu. Hevði avgjørt ikki at siga
nakað, bara senda honum eitt kalt og lættara
arrogant eygnabrá. Tað eydnaðist. Men so fór
eg út á vesi, har eingin hoyrdi meg. Og har
LOYSTI eg av við eiðum og forbannilsum.. inntil
eg varðnaðist, at mikroportarin á blusuni var
tendraður. Leikstjórin og øll hini høvdu hoyrt hvørt
orð í hátalaranum úti í salinum. Men tey hoyrdu
meg ikki pissa. Tað er altíð nakað.
Hvussu er lagið beint nú?
– Eg havi simpulthen so ilt í høvdinum. Havi
spýggisjúku og skal á tourné í kvøld. Í mínum
arbeiði ber nærum ikki til at leggja seg sjúka. So
tá eg eri sjúk, blívi eg
eitt sindur ørg inn á mítt
arbeiði.
Hvønn sært tú upp til í
veruliga lívinum?
– Í løtuni havi eg hug
at svara Per Ramsdal,
prestin í Brorson kirkjuni á Nørrebro.
Hann tekur støðu og vísir ábyrgd í
nærumhvørvinum, hann er partur av.
Nær fært tú kensluna “tey skilja meg
slettis ikki”?
– Ha, ha, ofta í mínum
arbeiði..minst einaferð
um vikuna.
Tað síðsta tingið tú keypti?
– Eina superfeita
indigobláa Kronan
súkklu til mín stjúkson.
Og 4 GB eyka ram
til telduna og eitt nýtt
internt optiskt drev til
mín sjálva.
Spælir tú nakað ljóðføri/syngur?
– Eg eri sjónleikari, so mitt instrument eri eg. Mín
rødd, kroppur, kenslur, psyka, intellekt, søga osfr.
Um tú serliga hugsar um tónleik, so dámar mær
væl at syngja.
Hvat høvdu onnur ikki trúð um teg?
– Tey, sum hava kent meg leingi siga, at eg eri
óvanliga tolin. Kanska er tað nakað, sum er
komið við aldrinum. Og at eg eri heimahugnari
um ein háls. Um eg ikki NOYÐIST út, eri eg
næstan ikki til at dríva út.
Eitt motto?
– Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Um tú gevur góð ráð, hvussu gert tú so?
– Ofta eri eg upptikin av EINUM evni í senn.
So snúgva ráðini seg um hettar, sum hevur míni
aktuella áhuga. Annars velst um støðuna. Er onkur
í iva ella í einari truplari støðu, royni eg at lurta,
og at orða meg viðurkennandi.
Hvussu sær eydnan út?
– Eyðnan er mamma, sum við sær ber eitt fleyr av
sælu. Mamma eitur Eydna..
Er okkurt listaverk, sum hevur
fest seg í títt minni?
– Á Museum of Modern
Art í New York hongur
ein gittari av Picasso. Tú
sært hann, tá tú kemur
um hornið, í tí tú kemur
upp trappurnar. Tá ið eg
sá hann, fór ein rembing
ígjøgnum meg, sum eg
illa kann lýsa í orðum.
Eg fór at tútbrøla og stóð
bara og græt og græt
... veit ikki, hví hann rakti meg soleiðis. Hann er
sterkur og viðkvæmur, perfektur og heilt skeivur og
andskræmuligur.
Um tú slapp at siga nakað hart við Føroyar, so hevði tú
sagt:
– Bannið klandri millum politikarar!!!!!
Ein somaliari, tveir elefantar
og ein gestablíður føroyingur
JENSINUSA
Jensina Olsen
jensina_olsen@hotmail.com
Klumman
Havi spýggisjúku og skal á tourné í kvøld
Marita Dalsgaard
Poesibók