fríggjadagur 25. september 2009síða 40
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 183 - 25. september 2009
lýsingar
Føroya Kærustovnur sóknast
eftir sjúklingaráðgevum
Sambært nýggju psykiatrilógini, sum kem
ur í gildi 1. oktober 2009, skulu sjúklinga
ráðgevar tilnevnast í øllum førum, tá ið
talan er um tvingsilsinnlegging, tvings
ilsafturhald, tvingsilsviðgerð, tvingsilsfast
spenning, nýtslu av likamligum valdi,
verjufastspenning, nýtslu av persónligum
alarm og peiliskipanum og serligum dura
lásum, persónligari vernd, ið uttan steðg
varir meira enn 24 tímar, umframt, at dyr á
deildini verða læstar.
Í hesum sambandi søkja vit eftir persónum,
sum kundu hugsað sær at verði sjúk
lingaráðgevar. Talan er ikki um fulltíðarstarv,
men um at tú verður góðkendur sum
sjúklingaráðgevi og tilnevndur, tá tørvur er
á hesum.
Uppgávur
Uppgávan hjá tær sum sjúklingaráðgevi er
at leiðbeina sjúklingin og geva honum ráð
í øllum viðurskiftum í sambandi við inn
legging, uppihald og viðgerð á psykiatrisku
deild. Tú skal somuleiðis hjálpa sjúklinginum
við at seta í verk og gjøgnumføra møguligar
kærur, og um til ber, vera hjástaddur, tá ið
kæran verður viðgjørd í sjúklingakæru
nevndini.
Førleiki
Serlig útbúgvingarkrøv eru ikki til at gerast
sjúklingaráðgevi, men ynskiligt er, at tú í
tínum starvi hevur innlit ella royndir, ið
verða mett, at vera serliga viðkomandi. Tú
arbeiðir kanska í heilsu ella sosiala økinum.
Tú ert kanska prestur, sálarfrøðingur, lærari
ella á annan hátt serliga væl skikkaður at
røkja uppgávuna sum sjúklingaráðgevi.
Eingin starvsbólkur verður tó framman
undan tikin fram um aðrar.
Løn- og setanartreytir
Føroya Kærustovnur finnur fram til og
góðkennir sjúklingaráðgevarar og kunnar
teir um psykiatrilógina og uppgávur teirra.
Eitt yvirlit yvir góðkendu sjúklingaráð
gevarnar verður síðan latið til Psykiatriska
depilin, sum tilnevnir sjúklingaráðgevarnar
í hvørjum einstøkum føri og eisini lønar
ráðgevunum.
Samsýningin verður ásett í kunngerð av
landsstýrismanninum í heilsumálum
Umsóknir
Freistin at søkja er 8. oktober 2009.
Umsóknir við prógvum, C.V. og
møguligum viðmælum skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í
samband við Beintu Festirstein, løgfrøðing
á tlf. 320585 fyri at frætta nærri.
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Innlendismálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til
Kærunevndina í almanna og heilsumálum, Skatta og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum,
Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndina og frá 1. oktober 2009 eisini til Psykiatrisku sjúklingakærunevndina.
Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og Fjølmiðlanevndini. Á stovninum starvast í
løtuni 7 fólk, stjórin, tríggir løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.