fríggjadagur 25. september 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Rákið – september '09
Í dag, hin 25. September,
verður ein spildurnýggjur
endurskinsvestur frá G&G at
fáa til keyps kring alt landið
fyri bert 150 krónur.
Tað eru Tryggingarfelagið Føroya og Ráðið
fyri Ferðslutrygd, sum hava heitt á G&G um at
framleiða vestarnar, so vaksin eisini skulu tíma at
brúka endurskinsvest.
Guðrun og Guðrun hava sniðgivið vestarnar,
sum verða at fáa í svørtum og gráum fallskíggja-
toyi við einari smalari endurskinsrípu á kantinum
og tveimum smølum strípum á rygginum.
Stigtakararnir siga við Rákið, at higartil
hevur tað eydnast væl at fáa børn at brúka
gular endurskinsvestar. Men tey vaksnu gloyma
ofta seg sjálvi. Kanska tí tey halda vanligu
endurskinsvestarnar verða ljótar.
Vestarnir verða til sølu kring alt landið
frá í dag, og samstundis byrjar ein størri
herferð til frama fyri at fáa vaksin at ganga í
endurskinsvesti.
Inntøkurnar skulu brúkast til at skapa størri
tryggleika hjá børnum í ferðsluni. Eitt nú
undirvísingartilfar til barnagarðar og skúlar.
Vestarnir verða at fáa í tveimum vaknastøddum
og kosta 150 krónur.
Endurskinsvestur til føroyingin
frá Guðrun og Guðrun
––––––––––––––––––––––
Lagt til rættis: Rigmor Dam
––––––––––––––––––––––