Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Rákið – september '09 nú íslendskum keramikki, leðurvørum og øðrum. Síðan gekk tað slag í slag. Í november 1977 læt SMS upp, og har var Skotið líka til 1984 millum teir allarkulastu mótahandlarnar. Síðani varð flutt oman í Bringsnagøtu aftur, men hesaferð longri niðri í gøtuni hjá Klett, og í 1990 varð flutt fyri seinastu ferð. Nú er handilin í Tróndargøtu 29 og eitur 29, sum leiðir tankarnar á ”nýggj og tjúgu”. Allir handlarnir við sínum heilt egna, serliga stíli. Onkur við útlendskum avísum á veggunum, svart/hvítum strípum á veggunum, lágum podium og højglans málaðum bjálkum í knallreyðum. Fyrstu árini var kundaskarin úr øllum landinum, tí ofta varð lýst í bløðunum við nýggjastu klæðunum, sum fólk so kundu bíleggja sum postordrar. – Vit fingu øll modellini sendandi heim sum strikutekningar, sum vit so settu í bløðini. Hjá føstu kundunum kendu vit bæði stíl og stødd, fortelur Jan, sum millum annað hevði ein kvinnuligan kunda í Norðdepli, sum ofta ringdi og bað hann senda sær okkurt smart. – Eg kendi hennara stødd og litir og sendi henni ofta pakkar. Hóast eg ongantíð hevði sæð hana, kom onki retur, minnist hann. Genturnar hjá Skotinum Eitt, sum eyðkendi tey í Skotinum, vóru mótasýningarnar í bygdarhúsum, ítróttarhallum, hotellum, umborð á Norrønu og enntá umborð á einum fiskiskipi einaferð. Altíð við tí allarnýggjasta og við teimum flottastu modellunum í landinum. Anna Lisa Kurberg, Ingrid Jensen og Haldis Poulsen vóru millum føstu genturnar, og enn verður Haldis ofta nevnd Haldis í Skotinum. – Tær vóru heilt fantastiskar og myndaðu handilin úteftir í nógv ár. Dugnaligar, flottar og søgdu ongantíð nei. Enn í dag eru tær sum døtur av húsinum, tí tær hjálptu okkum so væl. Ein kundi sagt, at vit gjørdu tær kendar, men tær hava sanniliga eisini gjørt okkum kend, sigur Elsuba. Og Jan leggur skemtandi afturat, at hin løgnasta framsýningin helst var umborð á Sólborg hjá Eileri Jacobsen. Hann og konan Beinta hava altíð verið góð vinfólk hjá Elsubu og Jan, og tí hevur Jan ofta fingið góðan kjans sum kokkur umborð á einum av skipunum, tá tørvur var á tí. – Tá teir fara niður at landa, eru konurnar ofta við umborð. Hesa einu ferðina vóru vit eisini umborð, vit høvdu verið niðri og keypt inn til handilin. Konurnar vóru so spentar eftir klæðunum í pakkunum, at vit skipaðu eina mótasýning umborð, fortelur hann, og leggur afturat, at hetta helst er fyrstu ferð, at mótasýning hevur verið umborð á einum trolara. Men tað fall so í góða jørð, og øll hugnaðu sær óført. ein Stór familja í SmS Elsuba og Jan eru samd um, at tann allarbesta tíðin var, tá SMS lat upp 1977. – Tað var ein heilt serlig pionerond yvir øllum, tí alt var so spildurnýtt og avbjóðandi. Vit svóvu kanska tríggjar tímar hvørja nátt, og samanhaldið millum øll í húsinum var fantastiskt, forklára tey. Skipað varð fyri Hendan myndin, frá allarfyrstu tíðini, hevur hingið á kassanum øll árini Myndir: Jens Kristian Vang