fríggjadagur 25. september 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Rákið – september '09
Ráð til tín sum skal keypa renniskógvar
•
Hav altíð tínar gomlu renniskógvar við. Slitið sigur nógv um tín rennistíl
•
Gev tær góðar stundir og lurta eftir, um seljarin tosar um tínar føtur. Um ikki, so keyp
skógvarnar onkra aðrastaðni
•
Gandar seljarin »superskógvin« til júst tín fram alt fyri eitt, so slepp tær avstað. Seljarin
skal spyrja um, hvørjum undirlag, tú rennur á, hvussu langt og hvussu ofta.
•
Keyp renniskógvar út á seinnapartin ella eftir at tú hevur runnið – so hevur fóturin
víðkað seg
•
Royn altíð nýggju skógvarnar á einum rennibandi
•
Royn skógvar frá fleiri ymsum merkjum
•
Skógvurin skal hóska bæði til tín fót og tín rennistíl
•
Bind lissurnar, soleiðis at skógvurin situr væl um hælin
•
Ansa eftir at 0,5 til 1,5 sentimetur av luft er frammanfyri tærnar, men fóturin má ikki
skreiða inni í skógvinum
•
Ofta skulu renniskógvar vera upp til hálvtannað nummar størri enn tínir vanligu skógvar
•
Gakk einar tveir tímar í skónum, aðrenn tú fert út at renna
•
Vaska skógvarnar við bust og mildari sápu og ongantíð í vaskimaskinuni
•
Turka ongantíð skógvarnar á raditatorinum
•
Keyp ongantíð renniskógvar, bara tí teir eru uppá tilboð
•
Ansa eftir, um tú ætlar at keypa eina nýggjari útgávu av tínum gomlu renniskóm. Tað
verður ikki sami skógvur
•
Ansa eftir seymum, sum kunnu gnaga og illa polstraðum tungum.
við fótunum
1. Men har var onki at rafla um. Eg
skuldi upp á rennibandið í mínum gomlu, súru
renniskóm, so sølumaðurin kundi meta um
slitmynstrið undir botninum og mín rennistíl. Veit
ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men á einum
flatskíggja dagaði okkurt fram, sum mest minti
um kálvakníggjakiksaðan stíl, um nakað eitur
so ...
2. Hmm ... tú pronerar, staðfesti
sølumaðurin, og hugdi álvarsliga at
skíggjanum. Javel, stunaði eg á rennibandinum
og beit alla skomm í meg og spurdi tivandi
“Hvat betýðir tað”. Tað merkir at fóturin hevur
lyndi til at koppa inneftir, og tað kann geva
skaðar. - Yvirpronatión kalla vit tað, lat hann
meg vita
3. So fyri at kanna »yvirpronatiónina«
nærri, mátti eg nú úr skónum og sokkunum og
upp aftur á rennibandið. Hesuferð skuldi eg
trampa fótin púra flatt niður á bandið. Tey sum
yvirpronera eru nevniliga sum oftast plattfótað,
sært tú, og tað sæst best, tá man rennur
berføttur.
4. Og meðan mínar beru bibbir fóru
spelandi avstað á skíggjanum, sást týðiligt,
at svangin undir fótinum mátti hava serligan
stuðul, sum skuldi forða fótinum, at glíða
inneftir, staðfesti sølumaðurin og fann einar
grønstríputar Adidas fram. Eg føldi, hvussu
hjartað hoknaði, tí í huganum hevði eg longu
keypt einar lekrar reyðar Nike skógvar, sum eg
hevði sæð, í tí eg kom inn í handilin
5. Ney, ney, risti maðurin við høvdinum.
Man keypir ikki renniskógvar við eygunum.
Men eg VIIL hava teir reyðu, hugsaði eg, í tí
eg treisk snørdi teir uppá og hoppaði uppá
rennibandið. Tveir minuttir seinni stóð eg lot
aftur á gólvinum sum ein onnur ónd systir í
Øskufíu. Hetta vóru ikki mínir skógvar...
6. Um tað var vónbrotið í mínum eygum,
veit eg ikki, men næstu løtu hevði sølumaðurin
víðkað úrvalið av renniskóm til mín munandi.
Eftir eini fýra túrar á rennibandinum og líka nógv
ymisk skógvamerki vóru teir eisni har - einir gulir
Adidas adistar Salvation sum sótu, sum høvdu
teir bara bíðað, til eg stakk fótin í teir.
7. Skuldi tað víst seg, at eg kortini ikki var
nøgd við mínar nýggju renniskógvar, bjóðaði
fryntligi sølumaðurin mær at koma aftur við
teimum innan fýra dagar - um eg also ikki
hevði verið úti og runnið í teimum.
Nakað eftir at eg hevði keypt skógvarnar,
varnaðist eg at Adidas adistar Salvation var
millum merkini, sum fingu bestu viðmæli í eini
stórari kanning, sum brúkarablaðið Tænk
hevur gjørt av 17 merkjum av renniskóm.
Kanningin umfataði:
Haldbæri
Slit á stoffið omaná og innanvert í skónum
smidleiki í sollanum sum bleiv boygdur 30.000
ferðir møguligir skaðar á skónum
Stoytdoyving og trýstbýti
Tveir ortopedar hava mett um komfort, snið,
hælstyttu, smidleika og hvussu skógarnar styðja.
Renniroyndir
20 royndir, manligir rennarar, sum viga á leið
76 kilo og brúka somu skógvastødd hava
runnið fimm kilometrar í hvørjum skógvapari á
ymsum undirløgum og mett um snið, komfort,
stoytdoyving, smidleika og tak á undirlagnum.
Adidas skarar framúr
Adidas adiStar Salvation skógvarnir til
yvirproneraðar rennarar klárar seg sera væl
í týðandi parametrum. Skógvurin styðjar, har
hann skal, og stoytdoyvingin er sera góð.
Trýstið fellur javnt á bæði hæli og forfóti.
Skógvurin er ein av teimum best umtóktu hjá
royndarrennararnum, og teknisku royndirnar
undirbyggja góðu úrslitini. Skógvurin hóskar til
miðal og tungar rennarar.
Adidas Supernova Glide klárar seg best í
kanningini av skóm til neutralar rennarar.
Skógvurin hevur framúr góða stoytdoyving og
sera gott trýstbýti umframt at hann styðjar nakað.
Aðrir góðir skógvar
Asics GT-2140 til yvirproneraðar rennararhevur
sera góða javnvág millum styttu og
stoytdoyving. Skógvurin hevur gott snið og
styðjar væl um hælin.
New Balance 1062 til neutralar rennarar
hevur eitt sindur lítla stoytdoyving, men styðjar
rímiliga væl. Skógvurin dandar væl, og
hælurin styðjar eisni væl.
Kanning av renniskóm