fríggjadagur 25. september 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Rákið – september '09
Tí eru merkjavørur so dýrar
Hví er so stórur munur á prísinum á merkjavørum og ikki-merkjavørum?
Geir Ivar Nordli, stjóri á norska designskúlanum Esmod, sigur við tb.no, at orsøkin bæði er at finna í
marknaðarføringini og í góðskuni á vørunum.
”Tilfar, yvirflatuviðgerð, seyming og mynstursamanseting er ofta betri dygd hjá europeisku
mótahúsunum sum Prada og Gucci. Eisini verða klæðini ofta framleidd í Europa, ið sum kunnugt er
dýrari enn Asia, har bíligu klæðini verða seymað, sigur norski designskúlastjórin.
Hann greiðir frá, at Gucci-handlarnir taka tríggjar ferðir tað fyri vøruna, sum tey fáa hana inn fyri.
Sotatt verður eitt turriklæði, sum hendilin keypir fyri 400 krónur, selt út fyri 1.200 krónur. Upprunaliga
kostaði tað 133 krónur at framleiða. Hjá lágpríshandilsketunum verður ein vøra, sum kostar 100 krónur
at framleiðs, seld út aftur fyri 500 krónur.
Men, sum Geir Ivar Nordli sigur, so hava merkjavøruhúsini eisini aðrar útreiðslur, sum bíligu keturnar
ikki hava. Eitt nú kann tað lættliga kosta omanfyri 8 milliónir krónur at skipa fyri einari mótasýning.
Bohemian Luksus
Skræddir nylonsokkar
Kate Moss fyri TopShop A/W 2009/2010
Gucci, Naeem Khan og Anna Sui
Loewe, Hermes, Hussein Chalayan og Louis Vuitton
Stivlar upp um knæ
Kápur av
øllum slag