mánadagur 28. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 184 - 28. september 2009
Eftir togarí í fleiri ár,
er tað nú greitt, at ein
bóndi noyðist at flyta
eina bingjum hann
hevur havt í haganum
at goyma hoyggj í
Bingjustríð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eitt áralangt stríð um eina
gamla bingju, fær nú loks
ins ein enda
Talan er um eina 40 fót
bingju sum ein bóndi hevur
brúkt at goyma hoyggj í
Men tað hevur tikið útvið
20 ár at fáa enda á sakini og
nú má bóndin taka bingjuna
burtur ella í minsta lagi
flyta hana einar 100 metrar.
Áðrenn hann setti bingj
una upp, spurdi hann bæði
kommununa og Landsverk,
men haðani var ongin við
merking.
Bingjan stendur einar
200 metrar frá eini á og tað
er ólógligt, tí av tí, at áin er
meiri enn fýra metrar breið,
krevur náttúrufriðingarlóg
in, at hon er minst 300 metr
ar burtur frá.
Tí varð málið tikið upp
og síðani hevur tað reikað
runt í skipanini, har bæði
friðingarmyndugleikar,
kommunustýri og Føroya
Rættur hava verið upp í
leikinum.
Men nú fær tað ein enda.
Føroya Rættur dømdi nakað
síðani bóndan at fáa bingj
una burtur av staðnum, men
hann hevur ikki aktað.
Bóndin skilir nevnliga
ikki, hví akkurát hansara
bingja skal takast burtur úr
rúgvuni, tí tað stendur eitt
ótal av bingjum og sløðist í
haganum.
Trupulleikin er, at hansara
bingja stendur nærri enn 300
metrar frá eini á, sum er
minst fýra metrar breið og
tað er munurin á hansara
bingjum og øðrum bingjum.
Tí er hann einaferð enn
drigin í rættin, har ákærin
vil áleggja honum at betala
bót fyri at sýta at gera eftir
boðum. Men harafturat skal
bóndin hava tvingsilsbøtur,
til bingja er burtur.
Og har varð enn einaferð
staðfest, at bingjan skal
flytast. Men av tí, at hon er
full av hoyggi, fær bóndin
freist til 1. juni.
Samstundis
fær
hann
3000 krónur í bót fyri ikki
at hava aktað tann dómin
um, at bingjan skal burtur.
Og aktar hann heldur ikki
hesuferð, so at hann hevur
beint bingjuna burtur í sein
asta lagi, 1. juni, fær hann
aðrar 3000 krónur í bót um
mánaðin, til hann hevur
gjørt eftir boðunum.
Bóndin boðaði rættinum
frá, at hann er sinnaður at
akta boðini og tí má hann í
minsta lagiflyta bingjuna
einar 100 metrar.
Føroya Rættur hevur
gjørt av, at umstrídda
lýsingaskeltið í
rundkoyringini í
Kollafjarðardali skal
ikki takast niður aftur
LýsingaskeLti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Lýsingaskelti, sum stendur
í rundkoyringini í Kolla
fjarðardali,
sleppur
at
standa í friði.
Tað hevur Føroya Rættur
nú gjørt av.
Fútin hevði annars ákært
Fjarðahús, sum eigur skelt
ið, fyri brot á náttúrufriðing
arlógina og kravt, at skeltið
verður tikið niður.
Fútin kravdi eisini, at verð
ur skeltið ikki niðurtikið
eftir eina hóskandi freist,
skal Fjarðahús hava tvings
ilsbøtur, til skeltið er burtur.
Skeltið hevur staðið uppi
í eini fýra ella fimm ár og
tað var rættiliga skjótt, at
røringur kom í og at mynd
ugleikar av ymsum slagi
fóru at gera vart við seg.
Tað endaði við at friðingar
myndugleikarnir komu upp í
og tá varð málið latið fútan
um, tí mett var, at tað var brot
á náttúrufriðingarlógina at
seta skeltið upp har.
Sostatt
ákærdi
fútin
Fjarðahús fyri at bróta nátt
úrufriðingarlógina.
Og nú er málið so viðgjørt
í rættinum, men úrslitið var,
at fútin fekk ikki viðhald í
síni ákæru.
Tvørtur ímóti fekk Fjarða
hús viðhald í, at skeltið skal
hava loyvi at standa.
Tætt bygt ella ikki
Tann stóri spurningurin í
hesum sambandi er, um
rundkoyringin, har skeltið
stendur, er at rokna sum
tætt bygt øki ella ikki.
Í Føroyum er tað nevniliga
ikki loyvt at hava útilýsingar
á gøtum, vegum og plássum
burtur frá tætt bygdum øki.
Ákærin helt ikki, at nakar
ivi kundi vera um, at rund
koyringin í Kollafjarðadali
lá uttanfyri tætt bygt øki.
Hann førdi fram, at er
hetta skelti lógligt, fara
skelti at skjóta upp sum
hundalond runt umkring, tí
verður
rundkoyringin
í
Kollafjarðardali talt upp í
tætt bygt øki, er tað tætt
bygt allastaðni.
Tí vildi hann hava skeltið
burtur.
Hetta er fyrsta mál av hes
um slagnum í Føroyum og
fútin helt, at ein bót upp á
3000 krónur var hóskandi,
men so skuldi tey á Fjarða
húsi eisini betala 3000 krón
ur í bót um mánaðin, til
skeltið er tikið burtur.
Ongin munur
Verjin hjá Fjarðahúsi var alt
annað enn samdur.
Hann dróg fram eina
ørgrynnu av dømum um lýs
ingaskelti, sum eftir hansara
tykki, standa í minst líka
bygdum ella óbygdum øki,
sum hetta skelti. Hann
nevndi eisini fleiri dømi um
skelti ymsastaðni í Havnini.
Verjin vísti eisini á, at
lógin gjørdi ikki mun á leys
um lýsingaskeltum og lýs
ingum, sum vóru málaðar á
húsaveggir.
Í hesum sambandi sipaði
hann til stóru lýsingina fyri
Jolly Cola, sum hevur stað
ið málað á endaveggin á
kappróðrarneystinum í Hós
vík í minst 16 ár, uttan at
nakar hevur talað at.
Og hann helt, at hetta
drálið eigur at koma lýsar
anum til góðar.
Fríkendur
Dómarin tók undir við verj
anum og sotatt vóru tey í
Fjarðahúsi fríkend.
Í hesum sambandi leggur
dómarin dent á, at skeltið
stendur innangarðs, har tað
ikki krevst loyvi frá friðingar
myndugleikunum at byggja.
Hann meinti eisini, at
rundkoyringin er eitt fram
hald av Kollafjarðar bygd,
sum sjálvandi má roknast
sum fjølbygd øki.
Fyri at styðja uppundir
hesa, nevnir dómarin eisini,
at, at hús standa ymsastaðni
rundan um rundkoyringina
og samstundis er gongu
breytin
løgd
ígjøgnum
gongubreytina og einar 100
metrar longur inn í dalin.
Dómarin leggur afturat,
at í hesum føri hevur tað
ongan týdning, at húsini
kring rundkoyringina eru
yvir 100 metrar burtur og at
rundkoyringin er í øki, har
tað er loyvt at koyra 80 kilo
metrar um tíman.
Nú skal so Fútin gera av
um málið skal skjótast inn
fyri landsrættin.
Hetta lýsingaskelti við rundkoyringina í Kollafjarðardali, hevur foragað nógv, men nú hevur Føroya Rættur gjørt av, at tað sleppur
at blíva standandi. Myndian tók Jens Kristian Vang
Skeltið í Kollafirði sleppur at standa
Fær sjey mánaðir at akta lógina
Týskland borgarligt
Aftan á valið í gjár kann CDU/CSU skipa samgongu saman
við Fríu Demokratunum ístaðin fyri sosialdemokratunum,
sum fingu ein dyggan frammaná í gjár. CDU og systir
flokkurin CSU fingu 33,8 prosent av atkvøðunum. Tað er
1,4 prosentstig minni enn á valinum í 2005. Harafturímóti
fekk tann lítli borgarligi flokkurin FDP 14,6 prosen, og kann
tryggja Angelu Merkel eina brgarliga stjórn. Sosialdemo
kratiski flokkurin SPD var tann stóri taparin og fekk 23,0
prosent ímóti 34,2 prosentum á valinum í 2005. Tey Grønu
fingu 10,7 prosent, og sosialistaflokkkurin Die Linke fekk
11,9 prosent.
Ung einki at gera
Hagtøj hjá OECD vísa, at ungfólk í stórum tali eru hvørki
til arbeiðis ella í skúla, men ganga fyri einki. Støðan er
tann sama í Danmark, og sambært JyllandsPostinum hava
10.000 donsk ungfólk einki at fara upp til. Tað kemur fram
í einari kanning, sum danska arbeiðsgevarafelagið hevur
gjørt. Hon vísir, at 21.000 ung millum 15 og 17 ár eru
hvørki í skúla ella í læru, og at 10.000 teirra hava heldur
einki arbeiði. Bertel Haarder, skúlamálaráðharri, ásannar
fyri blaðnum, at talan er um ein stóran trupulleika, sum
lutvíst stendst av altjóða fíggjarkreppuni. Stjórnin fer at
taka neyðug stig nú, sigur hann.