mánadagur 28. september 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 184 - 28. september 2009
tíðindi
- Vit fingu eina
ítøkiliga avtalu við
danskt felag, sum
ætlar sær til Føroya
við ferðafólki. Hvussu
mong fara at tekna
seg til Føroyaferðina,
vita vit ikki, men
vit hava gjørt avtalu
um koyring, sigur
Hans Jákup Kollslíð,
sum eigur og rekur
HK-Bussar, ið hevur
tætt samstarv við
Bussferðir hjá Hilduri
Jensdóttir
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hans Jákup Kollslíð hevur
fyritøkuna HK-Bussar, og
hann var eisini millum før-
oysku útbjóðararnar á Vest-
norden Travel Mart í Keyp-
mannahavn.
- Eg eri útbúgvin bakari
hjá Frans Restorff í miðbýn-
um í Havn, men havi fingist
lítið við hetta yrki. Saman
við lærutíðini, sum tók fýra
ár, havi eg kanska arbeitt í
fimm ár innan hesa vinnu-
grein.
Hann fór í læru sum 16
ára gamal, og tá hann var
liðugur fýra ár seinni, loysti
hann av í SMS, og eitt skifti
var hann eisini umborð á
Norrønu.
Bussførari
Hans Jákup hevur arbeitt
sum bussførari tað mesta av
sínum arbeiðslívi, tá pápin,
Berint Justinussen, longu
fyrrpartin í sekstiárunum
hevði buss og serligs koyrdi
við posti. Berint byrjaði at
koyra við posti fyri Arnold
Joensen, sum hevði post-
húsið í Hvalvík.
Seinast í áttatiárunum
yvirtók Hans Jakup fyritøk-
una hjá pápanum, sum tá
hevði einar tveir bussar.
Hann koyrdi tá leið 400,
umframt skúlanæmingar til
og úr skúlanum á Oyrar-
bakka, eins og hann koyrdi
næmingar
úr
Hósvíkar
skúla og Hvalvíkar skúla til
Oyrarbakka at svimja.
Hans Jákup Kollslíð hev-
ur í dag einar níggju bussar,
5 stórar og fýra smáar, og
fyritøkan hjá honum við
navninum HK-Bussar er
stovnað í ár 2000.
Hann sigur, at umframt
fleiri fastar rutur, sum felag-
ið koyrir á 200-leiðunum,
koyrir hann eisini skúla-
næmingar til og úr Kambs-
dali.
Minking í ár
- Vit koyra nógv ferðafólk
um sumrarnar. Hetta eru
serliga fólk, sum koma í
bólkum við flogfari og
steðga í Føroyum í nakrar
dagar, men vit hava eisini
nakað av koyring við fólki,
sum koma til landið við
Norrønu. Aftrat hesum er
nakað av koyring við ferða-
fólki, sum koma higar við
ferðamannaskipum,
men
hetta er bara ein lítil partur
av virkseminum.
Hann sigur, at tá sep-
tember mánaði er liðugur,
er ikki nógv koyring við
ferðafólki eftir, og tá kemur
tað væl við, at tú hevur aðra
koyring, sigur hann.
Hans Jákup Kollslíð vísir
á, at stór minking hevur ver-
ið við koyring av útlendsk-
um ferðafólki í ár.
- Árið í fjør var gott, men
í ár hava vit merkt eina mun-
andi minking, leggur hann
aftrat.
Feløg samstarva
Meðan vit í góðveðrinum
práta
uttanfyri
Scandic
Copenhagen, har ferðavinnu-
stevnan er, hitta vit eisini
Hildur Jensdóttir, sum hev-
ur eitt annað felag, Buss-
ferðir.
Hon sigur, at HK-Bussar
og Bussferðir eru í tøttum
samstarvi, har Hans Jákup
Kollslíð líka sum stýrir og
hevur yvirtikið koyringina
við stóru bussunum hjá
Bussferðum.
- Hesin parturin av feløg-
unum er meira ella minni
lagdur saman. Vit halda, at
tað er lættari við samstarvi,
enn tá feløg, sum reka somu
vinnu, mótarbeiða hvørjum
øðrum.
Hildur Jensdóttir sigur, at
Bussferðir er gamalt felag,
sum stavar heilt aftur til
1982, tá pápi hennara eitt
nú koyrdi við ferðafólki.
- Tað var pápi mín, Jens
Andreson, sum byrjaði fyri-
tøkuna, og í sínari tíð hevði
hann eisini bókabilin, sum
koyrdi kring landið, sigur
hon.
Ítøkiliga avtalu
Vit venda nú aftur til Hans
Jákup Kollslíð, sum sigur,
at HK-Bussar fingu eina
ítøkiliga avtalu á ferða-
vinnustevnuni í Keypmanna-
havn.
- Vit hava fingið samband
við eitt danskt felag, sum
ætlar sær til Føroya við
nøkrum bólkum komandi
summar. Nú vita vit sjálv-
sagt ikki, hvussu mong fara
at tekna seg til hesar ferðir,
men vit hava so gjørt avtalu
um, at vit skulu koyra hesi
ferðafólkini, tá tey koma,
sigur Hans Jákup Kollslíð.
Bakari rekur stóra
ferðafólkavinnu
Meira tilfar Travel Mart
Sosialurin hevur havt fleiri greinar um ferðavinnustevnuna Vestnorden Travel Mart,
sum var í Keypmannahavn herfyri.
Enn liggur okkurt tilfar eftir, sum vit fara at venda aftur til í øðrum blað.
Tey koyra bæði við ferðafólki og eru í tøttum samstarvi. – Tað er betri at samarbeiða enn at mótarbeiða – eisini í somu vinnu, sigur Hildur Jensdóttir, sum eigur
Bussferðir
Mynd: Vilmund Jacobsen