týsdagur 29. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 185 - 29. september 2009
Fyrilestrahaldararnir
Faroexpo verður
í Runavík
19. – 21. oktober
Altjóða Vinnustevnan
Faroexpo, sum verður
hildin í Runavík frá
19.-22. oktober, hevur
nógv áhugavert at bjóða
luttakarunum. Umframt
partenari atið, sum
verður í ítróttarhøllini í
Runavík, verður eisini ein
almenn ráðstevna í nýggja
mentanarhúsinum Løkshøll
í Runavík
Tíðindaskriv
Faroexpo Ráðstevnan 2009
Almenna Faroexpo Ráð stev nan
verð ur hildin miku dagin 21. ok
tobe r kl. 13.0016.30. Heitið á ráð
stevnuni í ár er Nútímans leiðsla.
Fýra fyrilestrahaldarar, fara at
mynda ráðstevnuna.
Mennandi leiðsla í verki
Eitt av evnunum á ráðstevn uni er
Mennandi leiðsla í verki. Fyri
lestrahaldari er Hákun Djurhuus,
stjóri á SEV. Hákun varð útbúgvin
civilverkfrøðingur í 1986. Síðani
lokna útbúgving, hevur hann m.a.
arbeitt sum ráðgevi í byggivinnuni
198693 og sum leiðslu ráð gevi í
NFCS
(Northern
Fish
Cold
Storage) 199396. Í 1996 byrjaði
hann í van ligum starvi hjá Dansk
Shell, her starvaðist hann í 1 ár.
Síðani tók hann við stjórastarvi á
Føroya Shell og arbeiddi har í 10
ár. Í 2007 byrjaði hann í sínum
núverandi starvi sum stjóri á SEV.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um
tær royndir Hákun hevur gjørt sær
gjøg num árini sum stjóri. Víst
verð ur m.a. á tey am boð, hann
hevur brúkt fyri at røkka málum,
og týdn ingin av at seta sær mál.
Hvussu møta vit
avbjóðingum
Næsti fyrilestrahaldarin er Jógvan
Fríðrikson, sum fer at halda ein
fyrilestur undir heitinum Hvussu
møta vit avbjóðingum. Jógvan er
føddur í 1957 og uppvaksin á
Strondum. Gudfrøðingur frá uni
versi tetinum í Århus 1985. Hevur
virkað sum prest ur síðani 1986 og
gjørdist biskupur í 2007.
Jógvan er kendur fyri fyrilestrar
um sosial etisk evnir. Hevur tikið
virknan lut í almennum orðaskifti
um samfelagsmál og tað menn
iskjansliga tilfeingið í privatari og
almennari vinnu. Fyrilestrarnir eru
mangan skeivir vinklar inn á til
veruna / lívið / stovnin / fyritøk
una.
Vanliga eru fyrilestrarnir ein
faldir og lættir at lurta eftir. Tó,
viðhvørt er hug myndafrøðin flúgv
andi ástøði og heimspeki og nem ur
evnir, har lurtarin sjálv ur má hugsa,
um fyri lesturin skal siga nakað.
Fyrilestrarnir verða hildnir, men
tað sagda er altíð ósagt. Niðurstøðan
er lutur lurtarans.
Á Faroexpo Ráðstevnuni verður
roynt verður at lýsa evnið, Hvussu
møta vit avbjóðingum, úr ymiskum
sjónarhorni, t.d. avbjóðing í mun
til hvat / hvønn?, av bjóðing sum
innan menn iskjansligt fyribrigdi,
av bjóðing sum rák í tíðini, av bjóð
ing sum fyribrigdi, avbjóðing sum
persónligur og vinnuligur fyri
munur, avbjóðingin sum vøkunátt í
hugsan, avbjóðingin gagn lig fram
eftir.
Hin skeivi fyrilesturin
(undirhald við innihaldi)
Triði fyrilesturin á ráð stevnuni
verður Hin skeivi fyrilesturin.
Jákup Veyhe heldur hendan spenn
andi fyrilestur. Jákup er sjálv lærdur
og hevur fingist við sjónleik og
film í fleiri ár. Hann hevur egið
lýsinga r virki og hevur javnan leik
lutir í skemtiligum lýsingum fyri
eitt nú tryggingum og flogferðum.
Jákup gjørdist kendur um allar
Føroyar, tá hann saman við Sjúrði
Skaale gjørdi skemtisendingarnar
Pipar & Salt. Seinnu árini hevur
hann verið aktivur í um hvørv inum
kring films verkstaðin Klippfisk,
har hann er virkandi leiðari. Jákup
skrivaði dialogin í sangleikinum
"Skeyk", og hevur seinnu árini
gjørt hoyrispøl til barnaútvarpið og
satiruinnsløg til út varpið.
Hvat eyðkennir
rættar avgerðir
Niels Christian Nolsøe held ur
seinasta fyrilesturin á ráðstevnuni.
Niels Christ ian varð útbúgvin
civilverk frøðingur í 1986. Síðani
lokna útbúgving hevur hann m.a.
arbeitt sum process verkfrøðingur
hjá Dansk Stålvalseværk A/S frá
19861990, og sum ráðgevi hjá
Peter Mathiassen A/S frá 1990
1995. Í 1995 byrjaði hann í sínum
núverandi starvi sum stjóri á Elek
tron.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um
tær royndir sum Niels Christian
hevur gjørt sær gjøgnum árini sum
stjóri. Nakrir av teimum spurn
ingunum hann fer at royna at svara
eru: Ber tað altíð til at analysera
seg fram til røttu avgerðina?, Kann
ein avgerð bert sigast at vera røtt
um hon førir til ætlaða úrslitið?,
Eru dømir um at feilir eru meira
áhugaverdir enn tilætlaði úrslit?,
kann tað í ávínum førum vera
meira týdning ar mikið at seta eina
kós er enn at hava røttu kósina?
Ráðstevnan er almenn
Fyrilestrarnir eru viðkom andi bæði
hjá eintaklingum og virkjum.
Kunn ing og tilmelding á www.
faroexpo.fo. Til ber eisini at ringja
til VRG tlf. 666600.
Eitt av evnunum á ráðstevn uni er »Mennandi leiðsla í verki«.
Fyrilestrahaldari er Hákun Djurhuus, stjóri á SEV
Jógvan Fríðrikson fer at halda fyrilestur undir heitinum »Hvussu
møta vit avbjóðingum«
Jákup Veyhe heldur spennandi fyrilestur »Hin skeivi
fyrilesturin«
Fyrilesturin hjá Niels Christian Nolsøe fer at snúgva seg um
tær royndir, hann hevur gjørt sær gjøgnum árini sum stjóri
Fastir, lágir prísir
175/70-13 økonomidekk .........................540,-
175/65-14 økonomidekk .........................620,-
185/60-14 økonomidekk .........................675,-
185/65-14 økonomidekk .........................750,-
195/50-15 Bridgestone ER300 ...............790,-
195/50-15 økonomidekk .........................675,-
195/55-15 økonomidekk .........................775,-
195/60-15 økonomidekk .........................870,-
195/65-15 økonomidekk .........................795,-
205/55-16 økonomidekk .........................890,-
205/55-16 Michelin Primacy ...............1.290,-
205/40-17 økonomidekk .........................965,-
205/50-17 Continental SC2 .................1.590,-
225/45-17 økonomidekk .........................995,-
225/40-18 økonomidekk .....................1.290,-
235/35-19 økonomidekk .....................1.710,-
Vit hava øll
tey kendu
merkini, sum
t.d. Goodyear,
Michelin,
Continental,
Bridgestone,
Fulda v.m.
w w w . d e k k m a s t e r . f o | i n f o @ d e k k m a s t e r . f o | t e l 2 2 7 0 0 0
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!