mikudagur 30. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 186 - 30. september 2009
Skaðiligur skattur
Í Íslandi ávarar vinnulívið stjórnina ímóti at leggja nýggj
gjøld á vinnuna ella at økja verandi gjøld. Feløgini í
vinnuni vísa á, at í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010
hevur stjórnin sagt, at skal javnvág fáast aftur í tann
almenna búskapin, er neyðugt at hækka skattin ella at
skerja útreiðslurnar. Vinnufeløgini siga í skrivi, sum
fjølmiðlarnir endurgeva, at í teirra eygum er eingin ivi
um, at stjórnin eigur at velja ta seinnu loysnina.
Samstundis er neyðugt við tiltøkum, sum skapa fleiri
arbeiðspláss, skal javnvág fáast á fíggjarlógina innan trý
ár, sum IMF hevur kravt, skriva vinnufeløgini.
Obama órógvar ferðsluna
Tey, sum ætla sær inn í miðbýin í Keypmannahavn fríggjadagin,
sleppa helst skjótast vegin fram við at fara við bussi ella toki.
Tann dagin kemur Barack Obama, forseti, til Keypmannahavnar á
fund hjá olympisku nevndini IOC, og tað hevur sína ávirkan á
ferðsluna. Av trygdarorsøkum hevur løgreglan gjørt av at steingja
fleiri av megingøtunum til og í miðbýnum longu frá
morgunstundini av, soleiðis at miðbýurin er at kalla avbyrgdur,
sigur DR. Eisini flogferðslan til og úr Kastrup verður ávirkað av,
at Aie Force One kemur hagar við forsetanum.
Landsstýrismaðurin
í Heilsumálum, Aksel
V. Johannesen, er
rúkandi ósamdur við
Anfinn Kallsberg, sum
heldur at játtanin til
víðari CTD-kanningar
ikki hevur bráðskund.
– Fyri hvønn dag
sum gongur, og kann-
ingarnar ikki verða
gjørdar, er vandi fyri
at onkur doyr, sigur
landsstýrismaðurin
CTD
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyska sjúkrahúsverkið
er nú næstan klárt við møgu
leikanum fyri, at meinigi
føroyingurin kann koma
inn at fáa tikið blóðroynd
og kanna seg fyri deyðiligu
sjúkuna CTD.
Ætlanin er, at fyri eitt
ómaksgjald á 100 krónur
kunnu fólk koma inn og fáa
tikið eina blóðroynd, sum
so skal staðfesta, um tey
eru berarar av sjúkuni CTD,
ella í ringasta føri eru sjúk.
Hetta tilboðið er klárt at
seta í verk innanfyri fáar
dagar, so skjótt sum politik
ararnir geva grønt ljós fyri
tí, váttar Sigurð Vang, stjóri
á Ílegusavninum, sum hevur
hjálpt til við at stovnseta til
boðið og fáa alt tað prakt
iska upp á pláss.
Lívsneyðug játtan
Men enn er hetta tilboðið
ikki sett í verk. Orsøkin er at
játtanin ikki er fingin til
vega. Í gjár segði Anfinn
Kallsberg, at fíggjarnevndar
skjalið,
sum
Aksel
V.
Johannesen, landsstýrismað
ur í Heilsumálum, hevði giv
ið fíggjarnevndini, har hann
bað um at fáa eykajáttan til
CTD kanningar, ikki varð
viðgjørt, tí at landsstýrismað
urin longu hevði sett eina
kunngerð í verk, og at eyka
játtanin tí ikki hevði bráð
skund. Men hesum er Aksel
V.
Johannesen
rúkandi
ósamdur í.
Eg eri ósamdur við An
finn Kallsberg í, at málið
ikki hevur bráðskund. Tað
hevur veruliga bráðskund at
fáa hesa játtanina, tí fyri
hvønn dag sum gongur,
kann tað jú henda at onkur
doyr, greiðir hann frá.
Bílig undanførsla
At Fíggjarnevndin hjá Løg
tinginum ikki vil viðgera
skjalið, orsakað av at lands
stýrismaðurin longu hevði
sett eina kunngerð í verk, og
at málið tí ikki hevði bráð
skund,
kallar
Aksel
V.
Johannesen
eina
bíliga
undanførslu.
Kunngerðin gevur bara
landsstýrismanninum heim
ild at taka eitt ómaksgjald
fyri at gera kanningarnar,
men hetta ómaksgjaldið á
100 krónur dekkar ikki tað,
sum tað kostar at geva hetta
tilboðið, vísir landsstýris
maðurin í Heilsumálum á.
Sigurð Vang vísir á, at
hesar 100 krónurnar í veru
leikanum bert dekka tað,
sum tað kostar at senda
royndina
til
kanning
í
útlandinum.
Meira enn bara
blóðroyndir
Neyðuga
eykajáttanin
til
sjúkrahúsverkið til økta virk
semið í samband við CTD
kanningar fevnir víðari enn
bara um blóðroyndirnar.
Umbønin inniber eisini
pening til at seta á stovn eina
klinisk genetiska ráðgeving
á Landssjúkrahúsinum, har
ætlanin er at fáa eina avtalu
við serfrøðingar uttanlands
um at koma oftari til Føroyar
at ráðgeva um genetiskar
kanningar.
Harumframt verður helst
eisini neyðugt at seta fleiri
fólk inn og bjóða at lata
fólk verða kannaði leygar
dagar, soleiðis at vanliga
virksemið á ambulatoriinum
ikki verður darvað.
Man kann jú vænta, at
hetta verður eitt »populert« til
boð, sum øgiliga nógv fólk
koma at taka av, og tað krevur
orku, greiðir Sigurð Vang frá.
Bíða eftir
eykafíggjarlógini
Av tí at umbønin um at fáa
eykajáttanina
bráðfeingis
ikki varð gingin á møti,
verður nú bíðað eftir at
eykajáttanarlógin
kemur
ígjøgnum.
Nær tað verður, er ilt at
gita um. Tað verður nokk
nú í oktober, men um tað
verður fyrst í oktober ella
um tað verður 20. Oktober,
tað vita vit ikki, sigur Aksel
V. Johannesen.
Inntil eykajáttanin er giv
in, stendur sjúkrahúsverkið
bara og bíðar eftir at fáa
grønt ljós, soleiðis at tey
kunnu seta tilboðið í verk.
Tá grønt ljós kemur, kann
tilboðið fara í gongd innan
fáar dagar.
Men meðan bíðað verður
eftir játtanini hendir snøgt
sagt einki.
Lívsneyðugt við eykajáttan
til CTD-kanningar
Meðan bíðað verður eftir eykajáttanarlógini, kunnu fólk ikki
fáa tikið blóðroyndir og kannað seg fyri CTD, uttan so at
tey gera tað gjøgnum kommunulæknan, sum skal meta um
kanningin er neyðug
Mynd: blogs.musc.edu
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður
í heilsumálum, er rúkandi ósamdur
við Anfinn Kallsberg og fíggjarnevndini
hjá Løgtinginum, sum heldur, at
eykajáttanin til víðari CTD-kanningar
ikki hevur bráðskund. – Fólk kunnu
doyggja, sigur landsstýrismaðurin
savnsmynd