Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 186 - 30. september 2009 Næsta ár verður hallið á fíggjarlógini 767 milliónir og tað er áleið tað sama sum í ár Fíggjarlógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað stóra takið hevur verið at tálma hallinum á fíggjarlógini, uttan at økja umarbeiðsloysið. Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ið hann beint fyri døgverða í dag almannakunngjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri í ár. Hann staðfesti, at næsta ár verður hallið á fíggjarlógini 767 milliónir krónur og tað er tað sama, sum hall­ ið verður í ár, tá ið avtornar. Útreiðslur í stað Hann staðfesti, at hetta er eitt ótrúliga stórt tal. Hinvegin legði hann dent á, at sjálvur raksturin er bara vaksin 0,3% og tá ið lønarhækk­ ingin upp 3% á almenna arbeiðs­ marknaðinum roknaður upp í. Og hann helt, at tað mann vera langt síðani at so lítil hækking hevur verið. Inntøkurnar eru mettar til góðar 3,9 milliardir í inntøku. Av teimum er sløk 1,7 milliard í inntøku av skatti, inntøkan av avgjøldum er slakar 1,6 milliard og danska ríkis­ veitingin er 635, tá ið alt er talt við. Ùtreiðslurnar eru slakar 4,7 milli­ ardir og harav vera útreiðslurnar til rakstur slakar 4,3 milliardir og 317 milliónir eru settar av til íløgur. Inntøkurnar minka Tá ið hallið er so stórt, hóast raksturin stendur í stað, er tað tí, at inntøkurnar hjá landskassanum eru nógv lækkaðar. ­ Bara frá 2008 til í dag eru inntøkurnar minkaðar 220 milliónir og tað eru serliga inntøkurnar av mvg og avgjøldum, sum eru lækkaðar. 767 milliónir í Bingjur av dollarum Meksikanskir og komumbiskir løgreglumenn hava í samstarvi við amerikonsku løgregluna funnið 41 milli­ ónir amerikanskar dollarar í reiðum peningi. Teir nógvu seðlarnir lógu fjaldir í nøkrum vørubingjum, sum vóru á veg til Kolumbia. Um miðjan mánaðin kom løgreglan fram á ta fyrstu bingjuna, og hinar vórðu funnar teir næstu tíggju dagarnar, skrivar AP. Myndugleikarnir í teimum trimum londunum ivast ikki í, at pengarnir vóru gjald fyri kokain, sum rúsevnaharkalið í Kolumbia hava sent til Meksiko og USA. Fleiri liva við bróstkrabba Tøl hjá danska heilsustýrinum vísa, at altsamt færri kvinnur frá lívmóðurhálskrabba. Tilburðirnir eru fækkaðir heilt nógv síðani tíðliga í nítiárunum, og tað er kanningartilboðnum fyri at takka, sigur heilsustýrið. Bróstkrabbi er tann mest vanliga krabbasjúkan hjá kvinnum, men hagtølini fyri árini frá 2000 til 2007 vísa, at altsamt fleiri kvinnur liva við sjúkuni. Umframt bróstkrabba og lívmóðurhálskrabba er krabbamein í sjálvari lívmóðurini ein rættiliga vanlig sjúka hjá donskum kvinnum, sigur heilsustýrið.