Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 186 - 30. september 2009 Tað hevur longu kost­ að føraranum á einum tangabili 50.000 krón­ ur, at 2400 litrar av olju vórðu sleptir á sjógv í Skopun, men fútin vil hava, at tað skal kosta 10.000 krónur í bót afturat Oljudálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvør hevði ábyrgdina av eini oljudálking, har einir 2400 litrar av olju vórðu sleptir út í Skopunar havn tann 25. Apríl 2006. Tað er ein spurningur, sum Føroya Rættur nú skal taka støðu til. Dálkingin hendi, tá ið Strandfaraskipið, Teistin, skuldi bunkra olju hetta aprílkvøldið í Skopun. Men ístaðin fyri at seta slanguna á inntakið til olju­ tangan, varð tað sett á inn­ takið til smyrjioljutangan. Av tí sama fleyt yvir og einir 2400 litrar runnu á sjógv. Bæði Strandferðslan og førarin á tangabilinum eru nú ákærd fyri oljudálking og Finn Ougaard, varafúti, sigur við Sosialin, at fær hann viðhald í ákæruni, er siðvenjan, at bótin fyri dálk­ ing, sum hesa, er einar 10.000 krónur. Hvørki Strandferðslan, ella maskinmeistarin og skip­ arin á Teistanum eru avhoyrd enn og tí skal sakarmálið takast uppaftur seinni. Tann einasti, sum varð avhoyrdur í hesum umfarin­ um, var førarin á tangabilin­ um. Hann vildi ikki viður­ kenna seg sekan, men hann játtaði, at oljan var farin á sjógv undir bunkring. Tankatoskur Allir partar eru samdir um, at talan var um eitt óhapp. Verjin hjá Strandferðsluni kallaði tað enntá ein tanka­ tosk. Førarin á Tangabilinum greiddi frá, at hann hevði fylt olju á Teistan óteljandi ferðir og at talan var um endaleysa rutinu. Men so legði hann afturat, at tað er akkurát í slíkum endaleysum rutinuarbeiði, at vandin fyri óhappum er størstur. Førarin á tangabilinum segði, at inntøkini til olju­ tangan, til smyrjiolutangan og til septiktanganum vóru akkurát sama slag og hartil sótu tey øll lið um lið. Og tað endaði við, at før­ arin á tangabilinum setti oljuslanguna á inntakið til smyrjioljutangan í staðin fyri oljutangan. Førarin á tangabilinum hevði onga forkláring uppá, hvussu hetta kundi henda. Vanlig mannagongd er, at manning á Teistanu m skal vera hjástødd undir bunkr­ ing og tað var tað eisini í hesum føri. Tað var maskinmeistarin, sum var hjástaddur, men før­ arin á tangabilinum hevði heldur onga forkláring upp á, hví maskinmeistarin á Teist­ anum, heldur onki varnaðist. Eitt lítið skelti stendur við hvørt inntakið og sigur, hvat tað er til, men tað ansaði bil­ førarin heldur ikki eftir. Men dagin eftir komu teir eftir, at tað var málað út yvir tey. Fleyt yvir Tískil var gassoljan latin í skeivan tanga. Ólukkan var vara, at smyrjioljutangin tek­ ur bara einar 600 litrar, með­ an gassoljutangin tekur tús­ undtals litrar, og sostatt var tað rættiliga skjótt, at tað fleyt yvir og oljan rann olja á sjógv. Førarin á tangabilinum greiddi frá, at teir stóðu og hugdu eftir ávaringini, sum sigur frá, tá ið tangin er við at fyllast og so leingi tað ikki læt í henni, varnaðust teir onki. Sostatt uppdagaði ongin at nakað, fyrrenn skiparin kom stáleypandi niður av brúnni og rópti á teir um at steðga. ­ Fyrst tá uppdagaðu vit, hvat var áfatt, greiddi tanga­ førarin frá í rættinum. Men tá vóru longu 2400 litrar farnir á sjógv. Bæði Strandferðslan og førarin á tangabilinum boð­ aðu beinanvegin frá olju­ dálkingini. Teir hava onkra smávegis útgerð í Skopun at taka olju upp av sjónum við, men tað strekti verri enn so til í hes­ um føri. Sostatt máttu teir fáa út­ gerð úr Havn. Paradoksið er bara, at fyri at fáa útgerðina úr Havn, mátti Teistin loysa og fara eftir henni og tað førdi til, at Teistin dróg oljuna aftan á sær, so at hon spjadd­ ust um eitt stórt øki. Tað eydnaðist at fáa nak­ að av oljuni upp. Rokningin fyri upptakið ljóðaði upp á slakar 50.000 krónur, sum tangaførarin hevur goldið. Hann greiddi í rættinum frá, at hann betalti sjálvur fyri frið skyld, hóast tan enn ikki er greitt, hvør hev­ ur endaligu ábyrgdina. Annars er inntakið til smyrjuoljutangan nú broytt, so at tað skal skiftilykil til at fáa tað av. Føroya Rættur stað- festa skyldina fyri olju- dálking Tað stendur nú til Føroya Rætt at staðfesta, hvør skal hava skyldina fyri, at Skopunar Havn tann 25. apríl í 2006 varð dálk­ að við 2400 litrum av olju. Sum tað sæst í hinari greinini, vóru einir 2400 litrar av olju sleptir á sjógv, tá ið Teistin bunkr­ aði hendan dagin í Skop­ un. Tað hevur nú ført til, at fútin hevur reist ákæru ímóti bæði Strandferðsl­ uni og føraranum á tanga­ bilinum. Higartil er bara førarin á tangabilinum avhoyrdur og hann vil ikki játta seg sekan, tó at hann viður­ kennir, at eitt mistak er gjørt, sum elvdi til dálk­ ingina. Kravið er, at manning á Teistanum skal vera hjá­ stødd undir bunkring og tað var tað eisini í hesum føri. Tað var maskin­ meistarin sum var hjá­ staddur, men hann varn­ aðist onki. Verjin hjá Strand­ ferðsluni ásannaði, at tað er eitt krav, at manning av skipinum skal vera hjástødd undir bunkring, men hann helt ikki, at reiðarin, altso Strand­ ferðslan í hesum føri, kundi fáa skyldina fyri, at onkur av manningini kanska ikki hevði røkt sína skyldu. Sostatt kemur rætturin at taka støðu til um skyld­ in skal leggjast á føraran á tangabilinum, maskin­ meistaran á Teistanum á Strandferðsluna ella um fleiri av pørtunum skulu ábyrgdast í felag. Kostar 60.000 krónur at sleppa olju á sjógv Spurningurin er, hvør skal hava skyldina av, at Skopunar Havn varð dálkað við 2.400 litrum av olju. Føroya Rættur skal nú taka støðu til um tað er førarin á tangabilinum, manninin á Teistanum, Strandferðslan, ella um ábygdin skal býtast ímillum fleiri partar Bygdir skolaðu burtur Minst 100 fólk doyðu í flóðalduni, sum kom aftan á tann harða jarðskjálvtan í Kyrrahavinum í gjárkvøldið. Flóðaldann, sum var meiri enn fýra metrar høg, skolaði inn yvir oyggja­ londini Samoa og Tongo. Tíðindastovurnar eru ikki á einum máli um, hvussu mong mannalív flóðaldan hevur kravt, men tær flestu siga, at talið liggur um 100. Samoa­oyggjarnar umfata tað sjálvstøðuga landið Samoa og Amerikanskt Samoa, og amerikanska stjórnin lýsti í morgun Amerikanskt Samoa sum vanlukkuøki. Jarðskjálvtin, sum var í útsynning úr Samoa­oyggjunum, var 8,3 á Richterstiganum. Miðdepilin var 33 kilometrar undir havbotninum.