Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. september 2009 Rógvi aftur á landsliðnum Toppskjúttin á føroyska landsliðnum er tikin út til útidystirnar ímóti Fraklandi og Rumenia. Tríggir spælarar eru aftur eftir karantenu og fýra hava karantenu fyrra dystin Landsliðsvenjarin í fótbólti, Brian Kerr, hevur sent 22 spælarum boð til teir báðar síðstu dystirnar í hesi HM-undankappingini, sum eru á útivølli – fyrst ímóti Fraklandi 10. oktober og síðani Rumenia 14. oktober. Toppskjúttin á føroyska landsliðnum, Rógvi Jacobsen, er aftur við, eftir at hann hevur verið skaddur tað nógva av hesum árinum, men síðstu dystirnar hevur spælt meira og víst sítt kenda máltev. Andy Olsen, sum enn eigur fyrsta landsdystin til góðar, men hevur fyrr verið til venjingar hjá landsliðnum, er nýggjur maður í hópinum. Og so eru Vagnur Mohr Mortensen og Christian Høgni Jacobsen aftur við á landsliðnum. Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin og Atli Danielsen, ið høvdu karantenu, tá Føroyar herfyri á Svangaskarði vunnu 2-1 á Litava, eru eisini aftur við. Hinvegin hava Christian Lamhauge Holst, Jákup á Borg, Einar T. Hansen og Símun Samuelsen karantenu fyrra dystin ímóti Fraklandi, men kunnu spæla við ímóti Rumenia. Teir 22 úttiknu: Fróði Benjaminsen, HB Jákup á Borg, B36 Egil á Bø, EB/Streymur Atli Danielsen, KÍ Jóhan Troest Davidsen, NSÍ Bartal Eliasen, ÍF Atli Gregersen, Víkingur Arnbjørn Hansen, EB/Streymur Einar Tróndargjógv Hansen, NSÍ Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Christian Høgni Jacobsen, NSÍ Rógvi Jacobsen, ÍF Bogi Løkin, NSÍ Jákup Mikkelsen, KÍ Vagnur Mohr Mortensen, HB Gunnar Nielsen, Manchester City Jónas Þór Næs, Hvidovre Andreas Lava Olsen, Víkingur Andy Olsen, ÍF Súni Olsen, Víkingur Jann Ingi Petersen, NSÍ Símun Samulsen, Keflavík Tofta Ítróttarfelag og Bill Jacobsen skrivaðu týskvøldið undir nýggjan tvey ára sáttmála Tað hevur gingið framúr væl hjá B68 hesi seinastu tvey árini, táið klaksvíkingurin Bill McLeod Jacobsen hevur verið høvuðsvenjari. Týskvøldið var tað greitt, at samstarvið millum B68 og Bill Jacobsen fer at halda fram tvey tey næstu árini, og tað eru tey fegin um á Toftum, sigur B68 heimasíðan, sum leggur aftrat: Hóast sín unga aldur hevur Bill nógvar og drúgvar royndir sum venjari í føroyskum fótbólti, har hann fyri tað nógva hevur verið ungdómsvenjari serliga hjá FSF, men eisini hjá B68. Bill hevur hinvegin ikki tær stóru royndirnar sum leikari, men tað hava José Mourinho og Arsene Wenger nú heldur ikki. Tofta Ítróttarfelag, hevur longu longt sáttmálarnar við flestu av leikararunum, og tá Bill eisini hevur longt sín sáttmála, sær mann sera ljóst upp tá tað til komandi ár. Í ár hevur tað eisini gingið nógv betur hjá B68 enn tey flestu høvdu roknað við, og úrslitini tala fyri seg. Leygardagin fer B68 í síðsta umfarinum at spæla í Gundadali ímóti B36. Tá hevur B68 møguleika at tryggja sær atgongumerki til europiska luttøku næsta summar. Stjørnuskot feldi Liverpool Bert 19 ára gamli Stevan Jovetic úr Montenegro var stóra hetjan, tá Liverpool í kvøld varð sent heim við ongum úr Firenze Unglingin hjá Fiorentina skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og hesum megnaði Liverpool ongantíð at svara aftur í dystinum í Firenze. Í Glasgow vann Sevilla sannførandi 4-1 á Rangers, sum við hesum enn einaferð vísti, at tað er meira enn trupult hjá skotskum liðum at standa seg í europisku meistarakappingini. Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Úrslitini í kvøld vóru hesi: Bólkur E Fiorentinta-Liverpool 2-0 Debrecen-Lyon 0-4 Bólkur F Rubin Kazan-Inter 1-1 Barcelona-Dynamo Kiev 2-0 Bólkur G Rangers-Sevilla 1-4 Unirea Urziceni-Stuttgart 1-1 Bólkur H Arsenal-Olympiakos 2-0 AZ Alkmaar-Standard Liege 1-1 Í kvøld eru dystirnir hesir: Bólkur A Bordeaux-Maccabi Haifa Bayern München-Juventus Bólkur B CSKA Moskva-Besiktas Manchester Utd-Wolfsburg (TV2 Sport) Bólkur C Milan-Zürich Real Madrid-Marseille (3+) Bólkur D Porto-Atlético Madrid Apoel Nicosia-Chelsea Bill heldur fram á Toftum Tað hevur ljóðað, at onnur feløg hava roynt at fingið fatur á Bill McLoud Jacobsen, men nú er so greitt, at klaksvíkingurin, sum býr í Havn, eisini verður venjari á Toftum tey bæði næstu árini Rógvi Jacobsen hevur havt landsliðssteðg síðani í fjør heyst, men sjey mál í seinastu níggju dystunum fyri ÍF boða frá, at met­ maðurin hjá føroyska landsliðnum nú aftur er til reiðar til landsliðsfótbólt